7550.13 - Starvslæra


Skeiðsnummar
7550.13
Heiti
Starvslæra
ECTS
10,5
Endamál
• Tey lesandi fara út at royna í verki tað ástøðiliga og verkliga, tey hava lært seinasta árið.
Innihald
Í neyvum samstarvi við starvslæruplássið leggja tey lesandi sína starvlæru til rættis, t.e. hvussu tey fara til verka, eftirmeta og skjalfesta ymisku tiltøkini. Mælt verður til, at tey lesandi taka støði í evnum, temum og tættum, ið tey hava hugsavnað seg um í linjulestrinum Henda verkætlan verður roynd í verki og tillaga eftir umstøðunum. Lesandi gera eina lítla empiriska kanning, ið varpar ljós á omanfyristandandi.
Læru- og undirvísingarhættir
Starvslæra, vegleiðing, bólkaarbeiði
Læruúrtøka
• viðgera grundleggjandi ástøði, ið siga frá, hvussu børn læra og mennast kropsliga, og hvussu tey verða myndað, mentað og sosialiserað í barnagarðinum og í frítíðarskúlanum • nýta námsætlanina í barnagørðum og frítíðarskúlum til at leggja til rættis, gjøgnumføra, tillaga og kritiskt eftirmeta undirvísingarskrá, ið bæði mennir heilsustøðu, sosiala førleikan og dagliga trivnaðin hjá einum útvaldum málbólki • samstarva í toymi bæði í fyrireiking og í verki. • nýta bóltspøl og aðrar venjingar at stuðla upp undir heilsu, sosiala læring og samstarv
Próvtøkuháttur
Starvslæra, starvslærufrágreiðing og munnlig framløga
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Jógvan Jensen