7744.14 - Uppgávan hjá dagstovninum og yngstu børnini: spæl, umsorgan og læra


Skeiðsnummar
7744.14
Heiti
Uppgávan hjá dagstovninum og yngstu børnini: spæl, umsorgan og læra
ECTS
15
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at lesandi fáa eina greiða mynd av uppgávuni hjá dagsstovnum, uppgávuni hjá námsfrøðinginum og hvørjar møguleikar yngstu børnini eiga at fáa. Dentur verður lagdur á eitt spæli-, umsorgar- og læruperspektivi. Tey lesandi skulu vera før fyri at síggja menningarmøguleikarnar úr sjónarhorninum hjá bæði børnum og úr hjá námsfrøðingum.
Innihald
• námsfrøðilig lyklahugtøk, s.s. spæl, umsorgan, myndan, uppaling og læra, út frá sjónarhorninum hjá ávikavist námsfrøðingum og børnum. • rættindi og medávirkan hjá børnum, • áskoðan á børn og barnaár, • menning barnsins • pedagogiskt virksemi • uppgávan hjá námsfrøðinginum • viðkomandi lóggáva á dagstovnaøkinum • starvslæra í tvær vikur • virkisætlan fyri starvslæruna
Læru- og undirvísingarhættir
Í linjulestrinum verður dentur lagdur á læruhættir, har lesandi eru virknir luttakarar, og roknað verður við høgum luttakara virksemi. Arbeiðs- og undirvísingarhættirnir verða m.a. sjálvlestur, samrøðufyrilestrar, seminar, loggbøkur, skrivivejingar, kravdar framløgur, praktist-pedagogiskt arbeiði og umrøður í plenum. Læru- og undirvísingarhættirnir leggja dent á, at lesandi fær innlit í hvussu hann kann menna sín samskiftisførleika. Ein partur av skeiðnum er starvslæra. Undirvísingin í Smábarnapedagogikki I skal síggjast sum sjálvstøðugur og tó samhaldsfastur partur linjugreinini smábarnapedagogikkur.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu tey lesandi: • hava grundleggjandi vitan um og fatan av uppgávuni hjá dagstovnum úr einum spæli-, umsorgar- og læruperspektivi • kunna lýsa og greina uppgávuna hjá námsfrøðingum • hava grundleggjandi vitan um menningina hjá yngstu børnunum • kunna greiða frá grundleggjandi hugtøkum, sum hava týdning í pedagogiskum arbeiði • í starvslæruni megna at samskifta og lurta eftir børnunum út frá teirra fortreytum, og reflektera yvir egnan førleika • skilja og tulka týdningin at møta børnunum á virðiligan hátt • greina egin virði og egnan hugburð í námsfrøðilugm arbeiði • duga at meta um egna styrki og egnar menningarmøguleikar til næstu starvslæru
Próvtøkuháttur
Treytin fyri at fara upp til endaliga próvtøku er, at arbeiðskrøvini, sum eru lýst í øðrum skjali, eru lokin. Skeiðið verður eftirmett við einari einsæris uppgávu. Uppgávan skal taka støðið í kunnleika, sum tey lesandi hava ognað sær í hesum skeiðnum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Hildur Patursson