7745.14 - Menning av námsfrøðiliga arbeiðinum á dagstovnum. Uppgávan hjá námsfrøðinginum


Skeiðsnummar
7745.14
Heiti
Menning av námsfrøðiliga arbeiðinum á dagstovnum. Uppgávan hjá námsfrøðinginum
ECTS
15
Endamál
Yvirskipaða málið við øðrum parti av trimum í linjugreinini smábarnapedagogikkur er, at lesandi menna teirra fatan av, hvat tað vil siga, at vera pedagogiskur leiðari fyri børn og samstarvsfólk í barnagarðinum. Tey lesandi skulu skapa sær førleika til, at fyrireika, fremja og eftirmeta pedagogiskt starv í barnagarðinum.
Innihald
Á skeiðinum vera hesi evni viðgjørd: • didaktikkur og didaktisk relasjónshugsan • didaktikkur – refleksón – vegleiðing • pedagogisk dokumentasjón, ástøðiliga og í verki • pedagogiskar praksissøgur, átøðiliga og í verki • dygd og menning í pedagogiskum arbeiði • triði pedagogurin og skapandi megi • starvslæra í tvær vikur við denti á menning av pedagogiska arbeiðinum
Læru- og undirvísingarhættir
Í linjulestrinum verður dentur lagdur á læruhættir, har lesandi eru virknir luttakarar, og roknað verður við høgum luttakara virksemi. Arbeiðs- og undirvísingarhættirnir verða m.a. sjálvlestur, samrøðufyrilestrar,kjakbólkar, dialogseminar, hugtakaseminar, litteraturseminar, loggbøkur, ymiskar skrivivejingar, kravdar framløgur, praktist-pedagogiskt arbeiði og umrøður í plenum. Læru- og undirvísingarhættirnir leggja dent á at lesandi fær innlit í hvussu hann kann menna sín samskiftisførleika. Ein partur av skeiðnum er starvslæra. Undirvísingin í Smábarnapedagogikki II skal síggjast sum sjálvstøðugur og tó samhaldsfastur partur linjugreinini smábarnapedagogikkur.
Læruúrtøka
Tann lesandi skal: • hava hollað vitan um didaktikk og læruplansástøði • hava praktiskan og teoretiskan kunnleika um pedagogiska dokumentasjón, pedagogiskar praksissøgur og onnur amboð, í samband við tilrættisleggjan, útinnan og eftirmeting av námsfrøðiligum arbeiði • duga at brúka pedagogiskt dokumentasjónstilfar, sum grundarlag fyri felags umhugsni • duga at greina og grunda um týdningin av pedagogiska umhvørvinum • hava almennan kunnleik um at leiða, skipa og vegleiða samstarvsfólkum • skilja og tulka týdningin at møta børnunum á virðiligan hátt • greina egin virði og egnan hugburð í námsfrøðilugm arbeiði • duga at meta um egna styrki og egnar menningarmøguleikar til næstu starvslæru
Próvtøkuháttur
Treytin fyri at fara upp til endaliga próvtøku er, at arbeiðskrøvini, sum eru lýst í øðrum skjali, eru lokin. Skeiðið verður eftirmett við eini skrivligari viðgerð av eini pedagogiskari dokumentasjón/pedagogiskari praksissøgu, og eini framløgu fyri lestrarbólkinum
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Hildur Patursson