7760.16 - Barnið – trivnaður og menning


Skeiðsnummar
7760.16
Heiti
Barnið – trivnaður og menning
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður til lestur á Námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at lesandi skulu ogna sær fakligan kunnleika í og ástøðiligt grundarlag undir virkseminum á dagstovnaøkinum. Tey lesandi skulu eisini nema sær kunnleika um týdningin av viðurkenning og tí góðu relatiónini. Eisini skulu tey lesandi gerast tilvitaði um egnan hugburð og leiklut, við tí endamáli at skapa eitt trygt, mennandi og læruríkt umhvørvi fyri einstaka barnið. Harumframt skulu tey lesandi ogna sær kunnleika um hvat eyðkennir menningarstøðið og sosialiseringina hjá børnum á dagstovnaøkinum.
Innihald
• Dagstovnalógin • Myndan, mentan og sosialisering • Sálarfrøðiliga menningarstøðið • Trivnaður og menning • Viðurkenning og relatiónir • Sosialisering • Námsfrøðiliga grundarlagið • Didaktiska tilgongdin á dagstovnaøkinum
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, einsæris uppgávur, framløgur, vegleiðingar, lutaleikir og eftirmeting. Hvørjar tilgongdir, ið verða nýttar, er tengt at, hvat undirvíst verður í. Lesandi hava møti- og luttøkuskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir sína møtiskyldu, - uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu tey lesandi megna at: • Lýsa kritiskt, hvat eyðkennir dagstovnaøkið sum granskingarøki við støði í lógargrundarlagnum á økinum. • Viðgerða grundleggjandi ástøði, ið siga frá, hvussu børn mennast, og hvussu tey verða myndaði, mentaði og sosialiseraði á dagstovnum. • Finna og nýta granskingargrundaða, námsfrøðiliga og didaktiska hugsan og vitan, ið hevur hevd á dagstovnaøkinum. • Ástøðiliga viðgera støður, ið námsfrøðingar, sum eru um børn á dagstovnaøkinum, mugu fyrihalda seg til.
Próvtøkuháttur
Eftir lokið skeið skulu tey lesandi skriva eina spurdómsstýrda uppgávu. Hendan uppgávan skal skrivast einsæris. Nærri kunning um uppgávuna fæst í serstøkum skjali. Endurpróvtøkan verður á sama hátt.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Sigrid Laila Vesturgarð