7761.16 - Tað virkna og luttakandi barnið


Skeiðsnummar
7761.16
Heiti
Tað virkna og luttakandi barnið
ECTS
15
Fortreytir
at lesandi er innskrivaður á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu ogna sær vitan um, hvussu børn gerast virkin og luttakandi á dagstovnunum, og hvørja ávirkan námsfrøðingurin hevur á hetta. Tey lesandi skulu eisini nema sær kunnleika um, hvat kann hava ávirkan á luttøkuna hjá einum barni, bæði einsæris og í bólki, og hvørja ávirkan karmar kunnu hava á hetta.
Innihald
• Felagsskapur • Inklusión • Kyn • Børn og seksualitetur • Spæl • Myndan • Læra og menning • Etnisitetur Didaktiska tilgongdin
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, einsæris uppgávur, framløgur, vegleiðingar, lutaleikir og eftirmeting. Hvørjar tilgongdir, ið verða nýttar, er tengt at, hvat undirvíst verður í. Lesandi hava møtiskyldu og luttøkuskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir sína møtiskyldu utttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu tey lesandi megna at: • Greiða frá, hvussu børn gerast virkin og luttakandi í felagsskapinum á dagstovninum, og hvørja ávirkan námsfrøðingurin kann hava á luttøkuna hjá einum barni. • Lýsa kritiskt, hvønn týdning hugburðurin hjá námsfrøðinginum hevur í mun til børn, kyn, og líkarætt. • Gerast tilvitað um børn og seksualitet • Viðgerða grundleggjandi ástøði, ið siga frá týdninginum av spæli, og hvussu børn myndast og mennast gjøgnum spæl. • Ástøðiliga viðgera støður, ið námsfrøðingar máa fyrihalda seg til, bæði tá talan er um inklusión í síni heild, og tá talan er um børn við øðrum etniskum uppruna. • Nýta námsfrøðiliga og didaktiska hugsan og vitan
Próvtøkuháttur
Eftir lokið skeið skulu tey lesandi skriva eina spurdómsstýrda uppgávu. Hendan uppgávan skal skrivast í bólki. Nærri kunning um uppgávuna fæst í serstøkum skjali. Endurpróvtøkan verður á sama hátt.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Sigrid Laila Vesturgarð