7910.09 - Starvslæra, 1. ár í námsfrøðiútbúgvingini


Skeiðsnummar
7910.09
Heiti
Starvslæra, 1. ár í námsfrøðiútbúgvingini
ECTS
9
Endamál
Starvslæran fyrsta árið tekur støðið í teirri undirvísing, sum er farin fram í námsfrøði, frálæru og sálarfrøði várhálvuna 2009. Undirvísingin í nevndu fakum sæst í ECTS-lýsingini fyri nevndu lærugreinir, men í stuttum kann sigar, at undirvísingin hevur til endamáls at lýsa vanliga búning og menning hjá børnum, ymiskar lærutilgongdir, frálæruhættir, eygleiðingar, um samskifti, at kenna seg sjálvan, um toymisarbeiðið og etiskar spurningar av ymsum slagi. Endamálið við starvslæruni verður í byrjanini mest at eygleiða, at læra børn og starvsfólk á stovnunum at kenna og at kunna seg um mannagongdir á starvsstaðnum. Men sum tíðin líður, verður farið meira ítøkiliga til verka við teimum málunum, sum tann lesandi hevur sett sær í samband við starvslæruna. Meira um uppgávurnar hjá teimum einstøku pørtunum er at lesa í starvshondbókini, ið er skrivað og ætlað til starvslæruna. Endamálið við starvslæruni fellur í 3 partar: Sum fyrsta part ásetir skúlin, at tann lesandi í samráð við starvslæraran leggur starvstíðina soleiðis til rættis, at tann lesandi kann náa so mongum av økjunum í breiðu og almennu uppgávuni og so langt møguligt. Hetta skal gerast við fokus á læringina hjá tí lesandi, og tí taka støði í fortreytum, royndum og kunnleika hjá tí lesandi. Tann breiða og almenna uppgávan hjá tí lesandi er at: • ogna sær kunnleika um og førleikar til at taka sjónarhorn barnanna • reflektera yvir samspæl barnanna • menna samskiftis- og samspælsførleikar við børnum og samarbeiði við starvsfólkini • fáa sær innlit í samarbeiðið við foreldrini • ogna sær royndir við at leggja til rættis og gera pedagogiskt arbeiði við børnum og nýta pedagogisk og psykologisk ástøði at reflektera yvir royndirnar • menna og dokumentera førleikarnar at eygleiða • fyrihalda seg til etiskar spurdómar knýttir at arbeiðinum á starvsstaðnum • seta seg inn í dagligu mannagongdirnar á stovninum (arbeiðisleistur) • seta seg inni í endamál, hugburð og arbeiðslag á stovninum (stovnsmentan) • læra góðan arbeiðssið á stovni Sum aðru uppgávu skal tann lesandi eisini seta sær persónlig mál, ið vera samantvinnað við almennu málunum nevnd omanfyri og við møgulig endamál fyri starvslæruni á stovninum, har viðkomandi er í starvslæru. Hesi mál setir tann lesandi sær í samráð við starvspedagogin. Tílík persónlig endamál kunnu vera • at standa fram/halda seg aftur • at duga at siga frá og koma meira við sínum • at lurta betri • at vera meira spontanur ella systematiskur • mátin at geva og móttaka kritikk • at vera tilvitaður um og arbeiða við kommunikativum førleikum, so sum o røddini (hart, spakuliga, tónalag, pausur o.a.) o andlitsbrá o kropsmál o hvar viðkomandi og onnur eru stødd í rúmi/øki o innrætting av rúmi/øki o o.s.fr. Sum tað triðja skal tann lesandi eygleiða, reflektera og møguliga gera royndir ella kanningar í mun til tann spurdómin, og skal hettar verða partur av endaligu skrivligu uppgávuni í lærugreinunum sálarfrøði, námsfrøði og frálærufrøði. Henda uppgávan verður avleverað mánadagin 08. juni kl. 14.00 á Føroya Læraraskúla. Tey settu málini verða send samskiparanum og undirvísarunum á Føroya Læraraskúla í seinasta lagi 1 viku inn í starvstíðina og verða grundarstøðið undir miðvegis- og endaevalueringini.
Innihald
Teir fyrstu 3 fríggjadagarnar hava tey lesandi ymiskar eygleiðingarspurdómar við sær á starvsstaðið hvønn dagin, og eru teir soljóðandi: 1) Hvussu fer skiftið frá heimi til stovn fram? Hvat eyðkennir móttøkuna? 2) Hvussu spæla børn? 3) Hvussu fáa børnini rørsluligar avbjóðingar? Eygleiðingarnar og reflektiónir yvir tær eru til skjals í logbókum teirra lesandi. Í teimum 6 starvsvikunum 13-14 og 16-19 skulu tey lesandi í alt størri mun fara frá bert at vera eygleiðandi til eisini virkin at taka lut í dagliga arbeiðinum og skipa fyri ymiskum tiltøkum. Hettar fer fram eftir eini ætlan, ið tekur støði í málunum, tey lesandi saman við teirra starvslærara hava sett sambært endamálunum við starvslæruni, nevnd omanfyri, og sum skulu verða sent Føroya Læraraskúla áðrenn vika 13 er av. Tey lesandi skulu eisini antin einsæris ella í bólki (í mesta lagi 4) gera eygleiðingar, kanningar ella royndir í mun til spurdómin, tey ætla at skriva endaliga uppgávuna um til próvtøkuna í sálarfrøði, námsfrøði og frálærufrøði. Arbeiðsorðingin verður gjørd í samráð við ein av undirvísarunum, áðrenn tey lesandi fara út í vikustarvslæruna, og spurdómurin skal verða liðugur til miðvegisevalueringina, sum fer fram í 3. ella 4. starvsviku, har ein av undirvísarunum frá FLSK vitjar starvsstaðið, starvslæraran og tann lesandi. Tilgongdin við at koma fram til spurdómin, arbeiðið at gera viðkomandi eygleiðingar, kanningar og møguligar royndir umframt arbeiðið at skriva uppgávuna skal fara fram eftir forskriftunum í PBL (ProblemBased Learning) og skal savnast í bólkalogbók.
Próvtøkuháttur
Ein undirvísari á Føroya læraraskúla verður knýttur at hvørjum einstøkum bólki í starvslærutíðini. Uppgávan hjá hesum lærara er at hava regluligt samskifti við starvslæraran og tey alt starvstíðarskeiðið. Tá ið starvslæran er hálvrunnin, møtast starvslærarin, undirvísarin á Føroya læraraskúla og tann lesandi fyri at skifta orð um fyrsta partin av starvslæruni, hvørji settu málini vóru, hvar mann er staddur í mun til tey og um ætlaninar frameftir (meira um hesa samrøðu í hondbókini). Er missnøgd við tann lesandi, skal tað takast upp á fundinum. Tá ið starvslæruskeiðið er runnið, verður starvslærarin biðin um at fylla út eitt eftirmetingarskjal, har hann fær høvi at taka saman um starvsskeiðið og meta um støðuna og menningina hjá tí einstaka lesandi (eftirmetingarskjalið sæst í starvshondbókini). Skjalið skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi eina viku eftir at starvstíðin er lokin. Starvslærarin metir um, hvørt hann heldur, at tann lesandi er egnaður ella ikki til framhaldandi lestur á Føroya Læraraskúla. Verður viðkomandi mettur óegnaður til víðari lestur, verður fundur fyrst millum undirvísarar skúlans og starvslæraran um viðkomandi, og síðani verður ein fundur við viðkomandi sjálvan. Eftir fundirnar taka undirvísarar skúlans avgerð um, antin tann lesandi skal halda fram við ella uttan ávaring, um hann má ganga hálvárið umaftur eina aðra ferð ella um viðkomandi verður koyrdur úr skúlanum. Í viku 25 skulu tey lesandi til próvtøku í felagsgreinini námsfrøði, sálarfrøði og almennari didaktikk. Tey skulu í hesum sambandi skriva eina uppgávu. Henda uppgávan skal onkursvegna taka støði í teimum royndum, ið tey lesandi hava gjørt sær í starvstíðini sum eygleiðarar og starvsnæmingar. Bólkalogbókin, tey hava ført í starvstíðini, verður partur av hesari próvtøku.
Lestrarlisti
Ernst, B., Rokkjær, Å. & Christensen, J. (2000). Læreprocesser i relation til pædagogisk praksis. Brøndby: Semi-forlaget. Hermansen, M. o.fl. (2004): Kommunikation og samarbejde – i professionelle relationer. Alinea Løw, Ole v.fl. (2002). Kommunikation. af Benedicte Madsen. I Psykologiske grundtemaer. Århus: KvaN Pettersen, Roar C. (2001): Problembaseret læring – for elever, studerende og lærere: en gundbog i PBL. Frederikshavn: Dafolo Søndergaard, A. B. (2004). Kundskabsformer og refleksion i pædagoguddannelsen. København: Danmarks Pædagogiske Universitet. Vedeler, Liv (2000): Observasjonsforskning i pædagogiske fag. En indføring i bruk af metoder. Oslo: Gyldendal Akademisk