7932.11 - Kanningarhættir og starvslæra (Estetiskar lærutilgongdir og kreativa barnið)


Skeiðsnummar
7932.11
Heiti
Kanningarhættir og starvslæra (Estetiskar lærutilgongdir og kreativa barnið)
ECTS
9
Endamál
Endamálið við hesum moduli er tveybýtt: 1. Tey lesandi skulu ogna sær ástøðiliga vitan um ymiskar kanningarhættir, sum hava til endmáls at fáa empiri/data til vega, meðan tey eru í starvslæru. 2. Samanumtikið er endamálið, at tey lesandi fyrireika, gjøgnumføra og eftirmeta eina estetiska tilgongd, sum tey, í starvslæruni, royna í verki.
Innihald
1. Í báðum vikunum frammanundan starvslærutíðini fyrireika tey lesandi seg ástøðiligt, didaktiskt og praktiskt til starvslæruna. 2. Harumframt skulu tey ogna sær vitan um kanningarhættir. Lesandi hugsavna seg um háttaløg, ið búgva tey til at eftirmeta eina estetiska tilgongd - hvussu tey, sum lærarar, megna at gjøgnumføra ætlanina, hvussu børnini taka ímóti tilgongdini og hvat børnini fáa burturúr tilgongdini. 3. Sstarvslæran er 3 vikur, og tey lesandi skulu undirvísa umleið 10 tímar um vikuna. 2-3 lesandi eru í hvørjum starvlærubólki 4. Ímeðan tey lesandi eru í starvslæru, arbeiða tey lesandi miðvíst við eini skrivligari spurdómsstýrdari uppgávu, sum tekur støði í starvlæruni.
Próvtøkuháttur
Ein starvslæra. Ein spurdómsstýrd uppgáva og ein munnlig próvtøka í bólki á 2 ella 3 lesandi. Nærri lýst í serstøkum skjali. Eftirmetingarúrslit: Starvslæran verður mett staðið/ikki staðið. Spurdómsstýrda uppgávan og munnliga próvtøkan verða mett individuelt eftir galdandi próvtalsskipan. Eitt próvtal verður givið við støði í eini heildarfatan av skrivligu uppgávuna og munnligu próvtøkuna. Nýtt verður uttanhýsis próvdøming.
Lestrarlisti
Kvale, Steinar (1998). InterView. En introduktion til det kvalitative forskningsinterview. Keypmannahavn: Hans Reitzels forlag. Gullvøv, Eva og Højlund, Susanne (2003). Feltarbejde blandt børn. Metodologi og etik i etnografisk børneforskning. Keypmannahavn: Gyldendal. Düsterdich, T., Højberg, B., Poulsen, S., Skafte-Holm, C. & Vafai-Blom, S. (2007). Praktik i pædagoguddannelsen. Keypmannahavn: Kroghs Forlag. Gytz Olesen, Søren (2001). Om observation i institution & skole. Introduktion til teori & metode. Viborg: PUC. Hartman, Jan (2005). Funderet teori. Udvikling af teori på empirisk grund. Keypmannahavn: Alinea.