7555.14 - Spæl og læring


Skeiðsnummar
7555.14
Heiti
Spæl og læring
ECTS
10
Endamál
Endamálið við hesum skeiðinum er, at tey lesandi duga at skilja sambandi millum spæl og læring og ogna sær vitan um spælitilgongdir, ið hóska til aldursbólkin
Innihald
• Búningarástøði. (Grundleggjandi ástøði, ið siga frá, hvussu børn búnast, mennast og vaksa). • Spæliástøði. (Grundleggjandi ástøði, ið siga frá, hví børn spæla, og hvussu spæl ávirkar likamligu menningina og sosiala førleikan hjá barninum). • Læringarástøði. (Grundleggjandi ástøði, ið siga frá sambandinum millum spæl og læring). • Spælimøguleikar – nær, hvar og hvussu? • Ymisk spøl (Útispøl, bóltspøl, sang- rørsluspøl, sansaspøl, spøl, ið stimbra grovmotorikkin, spøl, ið stimbra fínmotorikkin, at spæla í vatni, at spæla í bøi, haga og fjøru, spælihjóli.o.s.fr.) • Grundleggjandi rørsluførleikar í vatni: Tann lesandi skal ogna sær vitan um grundreglurnar viðvíkjandi rørslum í vatni og fata hesar við verkligum royndum. Venjingar úti í hylinum, spøl við og uttan amboð.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin fer í høvuðsheitum fram sum fyrilestrar, studentaframløgur og bólkaarbeiði. Størsti parturin eru verkligar íðkanir. Tey lesandi fáa smærri verkligar uppgávur so sum at gera undirvísingarskráir hóskandi til málbólkin
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi duga at: • leggja til rættis, gjøgnumføra, eftirmeta og skjalprógva eina læru- og spælitilgongd, ið hevur til endamáls at menna rørsluførleikan, heilsustøðu, sosiala førleikan og dagliga trivnaðin hjá 5-9 ára gomlum børnum. • nýta grundleggjandi amboð, ið eru partur av ítróttar- og rørslufakinum. • brúka tær kreftir, ið ávirka likamið í vatni.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan/eftirmetingin er sett saman av einum ástøðiligum parti og einum verkligum parti. Uppgávan er ein synopsa, sum hevur atlit til verkliga partin, ið er ein fyriskipaður ítróttardagur fyri børn í barnagarði. (Próvtøkuuppgávan verður lýst neyvari í einum sjálvstøðugum skjali).
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Anna Maiken Gásadal