6510.23 - Skiftið frá dagstovni í skúla og frítíðarskúla I
Skeiðsnummar
6510.23
Heiti
Skiftið frá dagstovni í skúla og frítíðarskúla I
ECTS
15
Fortreytir
Ongar
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi nema sær fakligan kunnleika í og ástøðiligt grundarlag fyri virkseminum í skiftinum frá barnagarð í skúla og frítíðarskúla. Tey skula fáa innlit í arbeiðsøkið hjá námsfrøðingum.
Innihald
• Dagstovnalógin / fólkaskúlalógin, forskúlakunngerðin og námsfrøðilig stevnumið
• Skiftið millum dagstovn og skúla/frítíðarskúla
• Skiftisnámsfrøði - brúgvabygging og skiftislutir
• Søguforteljing
• Skapandi námsfrøðilig heimspeki
• Estetiskar lærutilgongdir og spæl
• Myndan og menning
• Sosialisering og trivnaður
• Spæl og læring
• Læru- og spæliumhvørvið
• Samstarv og samstarvshættir.
• Foreldrasamstarv
• Ábyrgdin hjá námsfrøðingum innan skúlabúgving og innskúling
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, einstaklinga- og luttakandi og reflekterandi bólka - arbeiði/uppgávur, verkstaðar arbeiði.
Vitjanir, bólka framløgur, vegleiðingar, og eftirmetingar.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu tey lesandi megna at:
• Kritiskt lýsa, hvat eyðkennir skiftið frá dagstovni í skúla og frítíðarskúla sum granskingarøki við støði í lógargrundarlagnum á økinum.
• Greina hvussu børn verða myndað, mentað og sosialiserað við atlit til ymisk skiftið tey fara ígjøgnum og við høvuðsdenti á skifti frá dagstovni í skúla og frítíðarskúla.
• Innganga í og skipa fyri samstarvsgongdum við onnur og kunna greina ymiskar samstarvshættir, hvussu hugburður, arbeiðshættir og ábyrgdir hjá tí einstaka námsfrøðinginum/læraranum ávirkar menningarmøguleikar, lærumøguleikar og trivnaðarmøguleikar hjá børnum.
• Fyrireika, gjøgnumføra og eftirmeta skiftisnámsfrøðiligar lærutilgongdir við støði í yrkisføri, spæli, estetikki, skapanarevnum og innovatión.
· Samantvinna og reflektera um námsfrøðiligu evnini og ábyrgdirnar í praksis, við einum ástøðiligum grundarlagi, ið setir trivna, læring og menning í miðdepilin.
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Sonja Olsen