7285.24 - Menniskja, stovnur og samfelag


Skeiðsnummar
7285.24
Heiti
Menniskja, stovnur og samfelag
ECTS
10
Fortreytir
At vera innskrivaður sum lesandi á Námsvísindadeildina.
Endamál
Endamál Purpose Tey lesandi skulu nema sær vitan, bæði fakliga og ástøðiliga, um samanhangin millum menniskja, einsæris og sum bólkur, stovnsøkið og samfelagið. Og um samanspælið millum áhugapartarnar og fortreytirnar fyri at virka professionelt á námsfrøðiliga økinum.
Innihald
• Lógarverkið innan námsfrøðiliga økið • Altjóðagerðin (globalisering) í føroyska samfelagnum • Vælferðarskipanin í føroyska samfelagnum • Samspælið millum námsfrøðingar og børn/brúkarar og foreldur/avvarðandi • Námsfrøðiligu stovnarnir, stovnsmentan & námsfrøðilig leiðsla • Samstarvs og tvørfakligt samstarv • Individ og felagsskapur • Yrkissamleiki • Fátækradømi • Fleirmentan • Ástøði og háttalag til eitt kvalitativt semistrukturera interview
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, verkstaðararbeiði, bólkaarbeiði, einsæris uppgávur, framløgur, kravda framløgu, vegleiðingar og eftirmeting. Hvørjar tilgongdir, ið verða nýttar, er tengt at undirvísingarevninum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: • Greina fakliga og ástøðiliga samanhangin millum menniskja, námsfrøðiliga stovnsøkið og samfelagið. • Tulka samanspælið millum allar áhugapartarnar bæði í mun til individi og bólkar. • Viðgerða hvussu námsfrøðingurin kan virka professionelt. • Fyrireika og fremja eitt semistrukturera kvalitativt interview fyri at savna egna empiri um eitt sosiologist evni.
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Er tøkur á Moodle
Ábyrgd
Annika Antoniussen