2661.13 - Sosialvísindi
Skeiðsnummar
2661.13
Heiti
Sosialvísindi
ECTS
10
Fortreytir
Grundstøði í samfelagsvísindi (2 ár) ella samsvarandi kvalifikasjónir.
Kravskeið á triðja ári í Sosialvísind og Samfelagsplanlegging
Galdandi próvtalastiga
Endamál
Endamálið er, at tann lesandi tilognar sær vitan um og forstáilsi fyri menningina av vælferð, vælferðarsamfelagi og tann sosiala sektorin í breiðum týdningi, hetta í søguligum og komparativum perspektivi, í teoretiskt grundaðum forstáilsi og samanhangi, umframt innlit í metodur innan gransking av vælferð og vælferðarsamfeløgum.
Innihald
Vitan um vælferð, vælferðarskipanir, vælferðartænastur og sosialt arbeiði, hetta í nútíðar, søguligum og komparativum perspektivi.
Vitan um “triðja sektorin”, tvs om almannagagnligar og frívilligar organisasjónir, teirra menning og týdning í samfelagsligu menningini.
Vitan um samanspælið millum strukturellar samfelagsligar broytingar og “tað sosiala”, hetta í mun til eitt nú politikk, økonomi og vinnu, sosiala integrasjón og differentiering, arbeiðsmarknaðarviðurskifti, sivilsamfelag, kyn og makt.
Vitan um mentan, identitet og sivilsamfelag, teirra samanspæl og týdning fyri sosiala og samfelagsliga vælferð.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið byggir á útflýggjað pensum, sum verður gjøgnumgingið við fyrilestrum, kjaki og venjingum. Harumframt skriva tey lesandi – antin sjálvi ella í bólki – eitt problemorienterað projekt við støði í einum sosialvísindaligum evni. Í projektinum skulu tey lesandi sjálvstøðugt finna fram relevantan litteratur, sum eisini inngongur í pensum. Tillutað verður ein vegleiðari, sum eisini skal góðkenna val av projekttema. Projektið til hetta tema kann integrerast við projektið í skeiðnum samfelagsplanlegging.
Læruúrtøka
Tann lesandi:
Dugir at greiða frá um sentralar teoriir innan sosialvísindi.
Dugir at greiða frá um søguligu menningina av vælferðarsamfeløgum og sosiala sektorin.
Dugir at greiða frá metodum innan gransking av vælferðarsamfeløgum og sosialum viðurskiftum.
Evnar at strukturera, diskutera og formidla vitan um sosialvísindalig viðurskifti.
Evnar sjálvstøðuga problematisering og problemavmarking, sjálvstøðuga datainnsavnan, umframt at umseta teoretiska/metodiska vitan til praktiskt nýtiligan kunnleika.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í innlatnum projekti, har bæði projektarbeiðið og útflýggjaður pensumlisti eru próvtøkugrundarlag.
Til ber at velja, at fara til eksaminasjón í antin projekti ella í pensum.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Útflýggjaður lestrarlisti, sum eisini er til taks á Søgu- og samfelagsdeildini. Harumframt lestrartilfar tey lesandi sjálvstøðugt nýta í egnum projekti
Ábyrgd
Gestur Hovgaard