8935.24 - Rehabilitering. Góðskutrygging og -menning. Heilsutøkni


Skeiðsnummar
8935.24
Heiti
Rehabilitering. Góðskutrygging og -menning. Heilsutøkni
ECTS
13,5
Endamál
At lesandi fær førleika at greina týdningarmikil viðurskifti innan rehabilitering. At lesandi fær førleika til at meta um møguleikar og vansar við heilsuteknologi í sjúkrarøktini. At lesandi ognar sær vitan um og skil fyri góðskutrygd og góðskumenning innan sjúkrarøkt.
Innihald
Innihaldið í undirvísingini er: • Heilsuteknologi • Heilsuteknologi og tess ávirkan á sjúkrarøktina • Talgildur heilsuførleiki • Talgilding úr einum etiskum sjónarhorni • Heilsuteknologi og relatión • Kari Martinsen; sansandi og registrerandi eyga • Granskingar- og menningarætlanir innan heilsuteknologi • Ábyrgd og reliabilitet í mun til sjálvmonitoreringar • Rehabilitering sum ástøði og praksis • ICF rehabiliteringsfrymil: meta um førleikar fyri rehabilitering • Hvítbók um rehabilitering • Rehabiliteringsgongdin • Tvørfakligt samstarv í rehabilitering • Hjálpartól og rehabilitering • Málbólkar • REHPA og Recoverygrundað rehabilitering • Sambandið millum rehabilitering og persónssentrerað røkt • Lóggáva í mun til rehabilitering • Broytingarleiðsla og innovatión í heilsuverkinum • Góðskutrygd og góðskumenning í heilsuverkinum • Implementering av evidensi í praksis • PDSA og betranarmodellið • ÓTH og sjúklingatrygd
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði, sjálvlestur.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal lesandi vera før/ur fyri at: • Lýsa menningar- og granskingarverkætlanir innan heilsuteknologi • Greiða frá leiklutinum, førleikanum og ábyrgdini hjá sjúkrarøktarfrøðinginum í mun til heilsuteknologi • Greiða frá etiskum umhugsni við nýtslu av heilsuteknologi í sjúkrarøktini • Greiða frá hugtakinum teknologifatan • Reflektera um heilsuteknologi í kliniskari sjúkrarøkt • Greiða frá rehabilitering sum ástøði og praksis • Greiða frá leiklutinum, førleikunum og ábyrgdini hjá sjúkrarøktarfrøðinginum í mun til rehabiliteringsgongdir • Greiða frá rehabiliteringsgongdini • Duga at brúka rehabiliteringsgongdina til at meta um tørv fyri rehabilitering • Meta um menningar- og granskingarverkætlanir innan rehabiliterandi sjúkrarøkt • Lýsa hvat liggur í hugtakinum sjúklingatrygd • Lýsa ástøði um góðskumenning í sambandi við sjúkrarøktaryrkið • Greiða frá evidensstyrkini í kliniskum leiðreglum • Greiða frá góðskumenning við støði í betranarmodellinum • Reflektera yvir møguleikar og forðingar í implementering av menningar- og granskingarúrslitum innan sjúkrarøktaryrkið
Próvtøkuháttur
Skrivlig bólkauppgáva
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Sí undirvísingarskrá
Ábyrgd
Sonja Nielsen