8941.24 - Klinisk og ástøðilig sjúkrarøkt av sálarliga sjúkum


Skeiðsnummar
8941.24
Heiti
Klinisk og ástøðilig sjúkrarøkt av sálarliga sjúkum
ECTS
16,5
Endamál
At lesandi ognar sær vitan um og skil fyri sjúkrarøkt til menniskju í sálarligum sárbarum støðum. At lesandi ognar sær skil fyri sjúkrarøkt í mun til recovery tilgongdina. At lesandi fær skil fyri viðurskiftum, ið hava týdning fyri ta professionellu relatiónina millum sjúkrarøktarfrøðilesandi/sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling.
Innihald
Innihaldið í ástøðiligu undirvísingini er: • Miljøterapi • Recoverygrundaðar tilgongdir • Persónsrættað umsorgan í psykiatriskari sjúkrarøkt • Psykiatrilógin • Autonomihugtakið í sambandi við tvingsil og maktnýtslu í psykiatriini • Traumatilvitað tilgongd • Ástøði um professionella relatión • Samskifti við sjúklingar, avvarðandi og starvsfelagar, grundað á samskiftisástøði • Psykopatologi og dupultdiagnosur • Heilivágur: antipsykotika, anxiolytika, hypnotika, antidepressiva og centralstimulantia • Inndragan av sjúklingum og avvarðandi. Innihaldið í klinisku undirvísingini er: • Lesandi útinnir sjúkrarøkt til sjúklingar, ið eru innlagdir á psykiatriskum sjúkrahúsdeildum, bústovnum og til heimabúgvandi • Eitt kravt lestrarvirksemi er í tíðarskeiðinum
Læru- og undirvísingarhættir
Ástøðiliga undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði og sjálvlestur. Kliniska undirvísingin er skipað sum samvirkin lestur. Samvirkin lestur er, at tann lesandi luttekur í og útinnir sjúkrarøkt saman við sjúkrarøktarfrøðingi. Lesandi fær møguleika at observera, lýsa og greina sjúkrarøktarfakligar spurdómar og útinna sjúkrarøkt til útvaldar sjúklingar. Skjalaskjáttan verður brúkt sum amboð til útinnan, refleksjónir og eftirmetingar.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: • Vísa hegni í at staðfesta røktartørv, útinna og eftirmeta sjúkrarøktina • Grundgeva fakliga við nýggjastu vitan um útintu sjúkrarøkt • Vísa hegni í at skjalfesta sjúkrarøktina við skjalfestingaramboði, ið verður nýtt á kliniska útbúgvingarstaðnum • Greiða frá sjúkueyðkennum knýtt at sálarligum sjúkum • Greiða frá heilsufremjandi, fyribyrgjandi, viðgerandi og rehabiliterandi sjúkrarøkt til sálarsjúk • Greiða frá recovery sum hugtak og tilgongd • Reflektera um og fyrisita heilivággevan til einstaklingar, ið lesandi varða av • Lýsa meginreglurnar í galdandi psykiatrilóggávu • Vísa hegni í at samskifta professionelt við tann einstaka og avvarðandi • Vísa hegni í at kunna, vegleiða og undirvísa sjúklingum, avvarðandi og starvsfeløgum • Vísa hegni í at møta tí einstaka og avvarðandi, sýna nærleika, forstáilsi og virðing fyri teimum • Reflektera um egnar sálarligar reaktiónir í interaktiónini við sjúklingin • Reflektera um professionellu relatiónina í útvaldum praksisstøðum • Reflektera um útintu sjúkrarøkt í útvaldum praksisstøðum, bæði skrivliga og munnliga • Vísa hegni í at samstarva mono- og tvørfakligt • Sýna ábyrgd fyri egnari lærugongd og meta um egnan lærutørv í mun til framtíðar útbúgvingartilgongd
Próvtøkuháttur
Støðumet. Við endan av tíðarskeiðinum, verður lesandi mettur í mun til læruúrtøkuna fyri kliniska undirvísingarskeiðið. Metanin av lesandi er javnmett við eina innanhýsis próvtøku.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Sí undirvísingarskrá og sjálvvaldur bókmentalisti
Ábyrgd
Maria Súsanna Hammer Olsen