2668.24 - Bachelorritgerð í stjórnmálafrøði


Skeiðsnummar
2668.24
Heiti
Bachelorritgerð í stjórnmálafrøði
ECTS
20
Fortreytir
Allar bundnar uppgávur á BA-stigi skulu verða góðkendar, áðrenn bachelorritgerðin kann próvdømast.
Endamál
Endalig uppgáva (verkætlan) til BA.
Innihald
Sjálvvalt evni innan karmanar av fakøkinum: stjórnmálafrøði. Evnið skal góðkennast av vegleiðara og útbúgvingarleiðara.
Læru- og undirvísingarhættir
Vegleiðing.
Læruúrtøka
Við bachelorritgerðini megnar tann lesandi at: • greitt og sannførandi at grundgeva fyri evnisøki, spurdómi og avmarking. • grundgeva fyri vali av ástøði og háttalagi í verkætlanini, umframt at føra fram eina greiða ætlan fyri skipan og útinning av uppgávuni. • brúka útvald hugtøk, ástøði og háttaløg til at arbeiða fram egna verkætlan, tvs. sannførandi vísa eginleikar at taka kvalifiserað og kritisk val av ástøði og háttalagi í mun til spurdóm og granskingarspurningar. • savna saman og arbeiða kritiskt við fakligum bókmentum og heimildum (empiri), sum eru viðkomandi fyri spurdómin. • at skipa egið arbeiði og úrslit í eina samanhangandi og væl skipaða ritgerð, og á hesum grundarlagi koma fram til viðkomandi og grundaðar niðurstøður og perspektiveringar.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í bachelorritgerðini.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Samsvarar litteraturlista í bacheloritgerðini.
Ábyrgd
Jens Christian Svabo Justinussen