2065.14 - Skattafyrisiting


Skeiðsnummar
2065.14
Heiti
Skattafyrisiting
ECTS
5
Fortreytir
Miðnám ella samsvarandi
Endamál
At veita teimum lesandi grundleggjandi kunnleika um føroyska skattafyrisiting í lóg og venju. Tey lesandi skulu fáa innlit í týðandi rættarkeldur og gransking á økinum, umframt grundleggjandi førleikar at meta um høvi og loysnir í skipanarligum skattarætti og bera fram skattarættarliga próvgrund í skrift og talu við denti á skattafyrisiting, skipan og kærumøguleikar, bókhaldsskyldu og roknskap.
Innihald
Tey lesandi fáa kunnleika til toll - og skattafyrisitingarlógina og fyrisitingarligar ásetingar í skattalógini við denti á, hvussu skatta - og skattakærumyndugleikar eru skipaðir og samvirka. Eisini verður hugt at, hvussu til ber at royna skattligar avgerðir uttanfyri sjálva skattafyrisitingarligu skipanina.
Læru- og undirvísingarhættir
20 tímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur, venjingar, kjak og uppgávuskriving
Læruúrtøka
Málið er, at tey lesandi verða før fyri at: - Leita fram, meta um og bera fram próvgrundir við støði í teimum skattarættarligu rættarkeldunum og greiða frá, hvussu skattavaldið er skipað og hvørjar uppgávur tað hevur. - Greina leiklutin hjá ymsu myndugleikunum sambært toll - og skattafyrisitingarlógina . - Greina hvussu skatta - og skattakærumyndugleikar eru skipaðir og samvirka og hvussu til ber at royna skattligar avgerðir uttanfyri sjálva skattafyrisitingarligu skipanina. - Greina samspælið millum toll - og skattafyrisitingarlógina og ávikavist fyristingarl ógina og innlitslógina. - Greina gegni og tagnarskyldu í skattligum høpi. - Sýna y virskipaða vitan um bókhaldsskyldu og minstukrøv til ársroknskapir, ársuppgerð, ognaruppgerð, upplýsingarskyldu og innheinting. - Leggja fram og orðað sína vitan og próvgrundir á rættan og samanhangandi hátt og við góðum málburði.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka. Uttanseturs próvdøming eftir galdandi próvtalsstiga
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Eyðfinnur Jacobsen: Føroyskur skattarættur umframt tilfarssavn. Tilsamans umleið 250 síður eru pensum.
Ábyrgd
Eyðfinnur Jacobsen