2150.14 - Logikkur og argumentatiónsástøði (BA)


Skeiðsnummar
2150.14
Heiti
Logikkur og argumentatiónsástøði (BA)
ECTS
5
Fortreytir
Lokið miðnámsskúlaprógv
Endamál
Geva teimum lesandi førleikar og amboð til at greina og meta um gildi í formligari og óformligari argumentatión.
Innihald
Tann klassiski formligi logikkurin verður viðgjørdur. Tann óformelli logikkurin verður viðgjørdur við atliti til eyðmerking av mismetingum. Nortið verður við nýtímans logik. Greinað verða politisk orðaskifti, kjak um etiskar spurningar og vísindaligar greinir fyri at lýsa hvussu vit avgera, um argumentini halda og/ella hava gildi?
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, framløgur, lærarar og lesandi. Tey lesandi gera venjingar við uppgávum í bólkum og einsæris.
Læruúrtøka
Við skeiðslok duga tey lesandi • eyðmerkja mismetingar • greina syllogismur • lýsa modernaðan logikk
Próvtøkuháttur
Munnlig roynd við fyrireiking - ½ tíma + 25 minuttir. Endurpróvtøka: sami munnligi próvtøkuháttur.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Introduction to Logic (14th Edition) by Irvin M. Copi Late, Carl Cohen and Kenneth McMahon
Ábyrgd
Jógvan Dalbø Hansen