University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Útbúgving
Verkfrøði Mynd Til Heimasíðuna

Um útbúgvingina

Sum verkfrøðilesandi fært tú eina tøkniliga og náttúruvísindaliga útbúgving, har tú lærir at loysa fakligar og samfelagsligar avbjóðingar. Tú arbeiðir bæði við teori og verkligum uppgávum – og fært førleikar, tú kanst brúka innan burðardygd, tøkni, bygging, umhvørvi, orku og nógv annað

Hví lesa verkfrøði?

Ert tú áhugaður í, hvussu og hví ting virka, sum tey gera? Og hevur tú hug at skapa loysnir til framtíðina – og kanska broyta heimin?

Sum bachelor í verkfrøði fært tú eina tøkniliga og náttúruvísindaliga útbúgving, har tú kanst nørdast í dýpdini og samstundis gera mun.

Hvat kann eg arbeiða við?

Sum verkfrøðingur hevur tú nógvar møguleikar. Tú kanst menna, ráðgeva, uppfinna og granska – innan t.d. burðardygd, umhvørvi, koppsetingar, ljóð, kosmetikk, KT-trygd, bygging, evnafrøði og búskap. Nógvir verkfrøðingar velja eisini at gerast leiðarar ella stovna egnar fyritøkur.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er:

Gymnaisialt miðnámsprógv við:

  • støddfrøði á A-stigi við miðaltalinum 6 eftir 7-talsstiganum
  • alisfrøði á B-stigi og
  • evnafrøði á C-stigi

ella

  • Maskinmeistaraprógv við í minsta lagi miðaltalinum 7 eftir 7-talsstiganum.

ella

  • Kvotu 2-umsóknir við javnsettum kunnleikastøði kunnu góðtakast eftir nærri meting.

Undirvísingin gongur fyri seg - og er bygd á tilfar - á føroyskum, donskum og enskum. Væntað verður tí, at tey lesandi hava nøktandi førleika í hesum málum.

Til ber aftur at søkja hesa útbúgving 1. mars í 2026

Les meira um upptøku

Innihald

Útbúgvingin gevur tær sterkar førleikar í verkfrøði og náttúruvísindum.

Hon gevur tær grundleggjandi vitan og praktiskar førleikar í verkfrøði vit atliti at t.d. burðardygd í bygging, orkuveiting og orkunýtslu. Evni, sum hava alstóran týdning í eini grønari samfelagsmenning.

Føroyar hava fjølbroyttar náttúrugivnar møguleikar fyri at vinna orku úr varandi orkukeldum sum t.d. vatni, vindi, sól, sjóvarfalli og aldu.

Best møgulig gagnnýtsla av hesum møguleikum eru avgerandi fyri, at Føroyar skulu røkka málinum at verða 100% grønar við orku á landi í 2030.

Menning av elorkuveiting við grønum loysnum er ein týðandi partur í hesum málsetningi. Føroyska veðurlagið og náttúran hava hinvegin avbjóðingar við sær í sambandi við eitt nú bygningar og byggitøkni, sum - til tess at fremja góðar loysnir - krevja holla vitan um m.a. tilfarslæru, konstruktiónir, strukturar, byggitøkni og jarðtøkni.

Hetta eru viðurskifti, ið dentur verður lagdur á í útbúgvingini, og sum eru eru hornasteinar í at menna Føroyar sum eitt burðardygt samfelag.

Framtíðarmøguleikar

Útbúgvingin gevur tær grundarlag fyri starvsmøguleikum í verkfrøði, ráðgeving og fyrisiting hjá privatum og almennum virkjum og stovnum. 

Framhaldandi útbúgving

Eftir at hava tikið hesa útbúgvingina, ber til at útbúgva teg víðari á universitetum í øðrum londum.

Lestrarlív

Tá tú byrjar at lesa á Fróðskaparsetri Føroya, verður tú partur av einum livandi og tætt knýttum lestrarumhvørvi mitt í hjartanum av Havnini. Her ert tú – saman við hinum lesandi – í miðdeplinum, bæði tá ið tað kemur til læring og sosialt lív.

Frá fyrsta degi verður tú væl móttikin til eina skipaða intro-viku og verður partur av einum lestrarbólki saman við øðrum nýggjum lesandi.

Gott lestrarumhvørvi

Á Setrinum verður nógv gjørt fyri at skapa eitt gott lestrarumhvørvi. Her eru lestrarhøli, køkar og lestrarstovur, har tú kanst arbeiða saman við øðrum, drekka ein kaffimunn og taka tær av løttum. 

Tú fært skjótt eina kenslu av, hvussu tað er at lesa á einum universiteti, og hvussu tað er at vera partur av einum spennandi og mennandi felagsskapi.

Felagsskapur og netverk

Tú kanst eisini luttaka í ymiskum felagsskapum og tiltøkum, sum verða skipað av og fyri lesandi. Her møtir tú fólki úr øðrum útbúgvingum og árgangum – eitt frálíkt høvi at knýta vinabond og skapa eitt sosialt netverk. Eisini hevur tú møguleika at luttaka í ráðum og nevndum, har tú kanst gera mun og fáa royndir, sum kunnu brúkast seinni í lívinum.

At lesa í Føroyum merkir eisini, at náttúran og mentanin eru altíð tætt við. Tað er stutt millum lestrarhøli og fjøll, hav og mentanarlív – og hetta ger Tórshavn til eitt serliga gott stað at vera lesandi.

Bachelor í verkfrøði

Bachelor of Science in Engineering

  • Lestrartíð 3½ ár
  • Deild Náttúruvísindadeildini (NVD)
  • Tal á Lesandi Uml. 20
  • ECTS 210
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi grundleggjandi vitan um og praktiskar førleikar í verkfrøði við denti á evni sum burðardygd í t.d. bygging, orkuveiting, orkunýtslu, el-veiting og vitan um stóra týdningin, ið hetta hevur fyri samfelag og umhvørvi.

Verkfrøðiútbúgvingin er ein útbúgving við trimum sergreinum, Byggi-, El-, og Orkuverkfrøði.

Bygnaður

Bachelorútbúgvingin tekur trý og eitt hálvt ár, harav hálvt ár er starvsvenjing hjá eini fyritøku ella einum stovni. Útbúgvingin er skipað soleiðis, at tey lesandi aftan á tvey tey fyrstu árini kunnu velja at leggja dent á byggiverkfrøði, orkuverkfrøði ella el-verkfrøði.

Starvsvenjingin er løgd inn í útbúgvingina fyri at tryggja, at tey lesandi eru til reiðar at virka á arbeiðsmarknaðinum eftir lokna útbúgving.

Útbúgvingin endar við eini bachelorverkætlan, har tey lesandi fáa høvi til at seta seg serliga væl inn í eitt evni, ið tey hava lært um í útbúgvingini. Bachelorverkætlanin verður gjørd á 7. lestrarhálvu. Bachelorverkætlanin kann vera tvær støddir, 15 ECTS ella 20 ECTS:

• Bachelorverkætlan á 15 ECTS, ið verður tikin saman við 15 ECTS í valfríum skeiðum.

• Bachelorverkætlan á 20 ECTS, ið verður tikin saman við 10 ECTS í valfríum skeiðum.

Bachelorverkætlanin kann t.d. gerast í samstarvi við stovn ella fyritøku, har tey lesandi hava verið í starvsvenjingin.

• Øll lesandi lesa saman fyrstu 2 árini, áðrenn tey velja sergrein.

• Á 5. lestrarhálvu vera sergreinaskeið lisin. El- og  Orkuverkfrøði hava 22,5 ECTS í sergreinaskeiðum, umframt 7,5 í valskeiðum. Byggiverkfrøði hevur 30 ECTS í sergreinaskeiðum.

• Á 6. lestrarhálvu eru lesandi í starvsvenjing.

• Á 7. lestrarhálvu verður bachelorverkætlanin skrivað. Møguleiki er at skriva eina stóra bachelorverkætlan á 20 ECTS og eitt valskeið á 10 ECTS, ella taka valskeið á 15 ECTS saman við eini minni bachelorverkætlan á 15 ECTS.

Sí annars talvu niðanfyri.

Bygnaður - talva

1.
lestrarhálva

2.
lestrarhálva

3.
lestrarhálva

4.
lestrarhálva

5.
lestrarhálva

6.
lestrarhálva

7. a lestrarhálva

7. b lestrarhálva*

Støddfrøði 1

(fyrri partur)

10 ECTS

Støddfrøði 1

(seinni partur)

10 ECTS

Støddfrøði 2

7,5 ECTS

 

Berandi konstruktiónir

7,5 ECTS

 


Sergreins-skeið

22,5 ECTS

 

Starvs-venjing

30,0 ECTS

 

Valskeið

10 ECTS

 

Valskeið

15 ECTS

 

Innleiðandi verkfrøði

7,5 ECTS

 

 

Evnafrøði fyri verkfrøðingar

7,5 ECTS

 

 

KT-verkætlan 7,5 ECTS

Orkuskipanir og umhvørvi

7,5 ECTS

Mekanik

7,5 ECTS

 

Hagfrøði

7,5 ECTS

 

Jarðfrøði fyri verkfrøðingar

7,5 ECTS

Veskumekanikkur

7,5 ECTS 

Bachelor verkætlan

20,0 ECTS

Bachelor-verkætlan

15 ECTS

 

Innl. forritan við MATLAB

5,0 ECTS

 

 

Elektro-magnetisma

5,0 ECTS

Termodynamik

7,5 ECTS

 

 

 Innleiðandi elfrøði

7,5 ECTS

 

Valskeið

7,5 ECTS

 

 

 

  • 7. lestrarhálva kann eisini takast við tveimum valskeiðum á 7,5 ECTS og síðani eini bachelorritgerð, ið er 15 ECTS.

Fyrivarni skal takast fyri broytingum í útbúgvingini. Upptøka verður aftur í 2026.

Sergreinar (5. lestrarhálva)

Alt eftir, hvørja sergrein tey lesandi velja, hava tey fylgjandi skeið:

Byggiverkfrøði

• Rammur og plátur (5 ECTS)

• Finite element method (5 ECTS)

• Betong (5 ECTS)

• Stál og træ (5 ECTS)

• Jarðverkfrøði (5 ECTS)

• Verkætlan (5 ECTS)

El-verkfrøði

• Stýriverkfrøði (7,5 ECTS)

• Elektriskar maskinur (7,5 ECTS)

• Streymrásfrøði (7,5 ECTS)

• Valskeið (7,5 ECTS)

Orkuverkfrøði

• Jarðhiti og hitapumpur (7,5 ECTS)

• Bygningsinstallatiónir (7,5 ECTS)

• Varandi orka (7,5 ECTS)

• Valskeið (7,5 ECTS)

Valskeið

Tey lesandi hava á útbúgvingini eisini høvi at taka valskeið. Hesi valskeið kunnu vera vald av góðkendum lista ella sum nýtt skeið eftir nærri meting. Skeiðini kunnu vera á Setrinum ella uttanseturs. Valskeið verða góðkend av útbúgvingarleiðara og lestrarráðnum.

Undirvísing

Undirvíst verður í undirvísingarblokkum og/ella í lestrarhalvum. Liggja skeiðini liggja í undirvísingarblokkum, liggja tey sum víst niðanfyri:

• Blokkur 1: sep.-okt.

• Blokkur 2: nov.-des.

• Blokkur 3: feb.-mar.

• Blokkur 4: apr.-mai.


Liggja skeiðini í lestrarhálvum liggja tey sum víst niðanfyri:

• 1. lestrarhálva: sep.-des.

• 2. lestrarhálva: feb.-mai.


Nærri dagfesting sæst í deildarkalendaranum.

Próvtøkur

Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir, at undirvísingin er lokin. Í ávísum førum telja avrik fyri uppgávur, ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd, við í endaliga próvtalið.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til Bárð Joensen, útbúgvingarleiðara á BardurJ@setur.fo, telefon 293944 ella til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara, KirstinR@setur.fo, telefon 292526.

Serkrav
  • Støddfrøði á A-stigi við miðaltalinum minst 6 eftir 7-talsstiganum
  • Alisfrøði á B-stigi
  • Evnafrøði á C-stigi

Ella tú hevur staðið maskinmeistaraprógv við miðaltalinum:

  • Minst 7 eftir 7-talsstiganum
Skeiðslýsingar

Les hjá okkum og fá eitt spennandi starv

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum