Skriva út

B.Sc. í verkfrøði 2021-2024

Bachelor of Science in Engineering
  • Lestrartíð 3½ ár
  • Deild Náttúruvísindadeildini (NVD)
  • Tal á Lesandi Uml. 20
  • ECTS 210
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS

 

Verkfrøði er nýggja og breiðkaða útgávan av fyrrverandi útbúgvingunum Orkuverkfrøði og Orkuvísindi.

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi grundleggjandi vitan um og praktiskar førleikar innan verkfrøði við denti á evni sum burðardygd í t.d. bygging, orkuveiting, orkunýtslu og vitan um stóra týdningin, ið hetta hevur fyri samfelag og umhvørvi.

Bygnaður (broytingar kunnu koma fyri) 

English version

1.
lestrarhálva

2.
lestrarhálva

3.
lestrarhálva

4.
lestrarhálva

5.
lestrarhálva

6.
lestrarhálva

7. lestrarhálva

Støddfrøði 1

(fyrra helvt)

10 ECTS

Støddfrøði 1

(seinna helvt)

10 ECTS

Støddfrøði 2

7,5 ECTS

 

Evnafrøði fyri verkfrøðingar

7,5 ECTS

Vesku-mekanikkur

7,5 ECTS

 

 

Mekanikkur

7,5 ECTS

 

 

Hagfrøði

7,5 ECTS

 

 

Termo-dynamikkur

7,5 ECTS

(sem.)

Orkuskipanir og umhvørvi

7,5 ECTS

(sem.)

Vallærugrein

7,5 ECTS

 

 

Starvsvenjing

30,0 ECTS

Bachelor verkætlan

30,0 ECTS

Innleiðsla í verkfrøði

7,5 ECTS

 

Elektro-magnetisma

5,0 ECTS

 

Jarðvísindi fyri verk­frøðingar

7,5 ECTS

(sem.)

Berandi
konstruktiónir

7,5 ECTS (sem.)

Vallærugrein

7,5 ECTS

 

 

 

 

Forritan

5,0 ECTS

 

 

Orka og 

inniklima fyri

bygningar

7,5 ECTS

KT-verkætlan

7,5 ECTS

 

 

 Innleiðandi elfrøði

7,5 ECTS

 

Vallærugrein

7,5 ECTS

 

 

 

 

Undirvíst verður í blokkum. Tvs. at skeiðini liggja í undirvísingarblokkunum: 1 (sep.-okt.), 2 (nov.-des.), 3 (feb.-mar.) og 4 (apr.-mai.). Nærri dagfesting sæst í deildarkalendaranum. Skeið merki við "(sem.)" liggja í semesturstrukturi. 1. sem.: (sep.-des.). 2. sem.: (feb.-mai.)

Skipan av útbúgvingini

Bachelorútbúgvingin tekur trý og eitt hálvt ár, harav hálvt ár er starvsvenjing hjá eini fyritøku ella einum stovni.

Útbúgvingin er skipað soleiðis, at tú aftan á tvey tey fyrstu árini kanst velja at leggja dent á byggiverkfrøði, orkuverkfrøði ella el-verkfrøði.
Starvsvenjingin er løgd inn í útbúgvingina fyri at tryggja, at tú ert til reiðar at virka á arbeiðsmarknaðinum eftir lokna útbúgving.

Útbúgvingin endar við eini bachelorverkætlan, har tú fært høvi til at seta teg serliga væl inn í eitt evni, ið tú hevur lært um í útbúgvingini.

Bachelorverkætlanin kann t.d. gerast í samstarvi við stovn ella fyritøku, har tú var í starvsvenjingin.

Vallærugreinir

  • Byggiverkfrøðiskeið
    • Jarðverkfrøði (7,5 ECTS)
    • Berandi konstruktiónir (7,5 ECTS)
    • Bygging (7,5 ECTS)
  • Orkuverkfrøðiskeið
    • Jarðhiti og hitapumpur (7,5 ECTS)
    • Bygningsinstallatiónir (7,5 ECTS)
    • Varandi orka (7,5 ECTS)
  • El-verkfrøðiskeið
    • Stýriverkfrøði (7,5 ECTS)
    • Elektriskar maskinur (7,5 ECTS)
    • Streymrásfrøði (7,5 ECTS)

Innihald

Útbúgvingin gevur tær sterkar førleikar innan verkfrøði og náttúruvísindi.

Hon gevur tær grundleggjandi vitan og praktiskar førleikar innan verkfrøði vit atliti at t.d. burðardygd í bygging, orkuveiting og -nýtslu. Evni sum hava alstóran týdning í eini grønari samfelagsmenning.

Føroyar hava fjølbroyttar náttúrugivnar møguleikar fyri at vinna orku úr varandi orkukeldum sum t.d. vatni, vindi, sól, sjóvarfalli og aldu.

Best møgulig gagnnýtsla av hesum møguleikum eru avgerandi fyri at Føroyar skulu røkka málinum at verða 100% grønar við orku á landi í 2030.

Menning av elorkuveiting við grønum loysnum er ein týðandi partur í hesum málsetningi. Føroyska veðurlagið og náttúran hava hinvegin avbjóðingar við sær í mun til eitt nú bygningar og byggitøkni, sum - til tess at fremja góðar loysnir - krevja holla vitan um m.a. tilfarslæru, konstruktiónir, strukturar, byggitøkni og jarðtøkni.

Hetta eru viðurskifti, ið dentur verður lagdur á í útbúgvingini, og sum eru eru hornasteinar í at menna Føroyar sum eitt burðardygt samfelag.

Próvtøkur

Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir at undirvísingin er lokin. Í ávísum førum telja avrik fyri uppgávur, ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd, við í endaliga próvtalið.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur miðnámsprógv og við nøktandi úrsliti hevur staðið:

  • Støddfrøði á A-stigi við miðaltalinum minst 8 eftir 13-talsstiganum og minst 6 eftir 7-talsstiganum
  • Alisfrøði á B-stigi
  • Evnafrøði á C-stigi

Ella tú hevur staðið maskinmeistaraprógv við miðaltalinum:

  • Minst 9 eftir 13-talsstiganum   
  • Minst 7 eftir 7-talsstiganum

Hjá teimum, ið søkja inn eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Undirvísingin gongur fyri seg - og er bygd á tilfar - á føroyskum, donskum og enskum. Vænta verður tí, at tey lesandi hava nøktandi førleika í hesum málum.

Framtíðarmøguleikar

Útbúgvingin gevur tær grundarlag fyri starvsmøguleikum innan verkfrøði, ráðgeving og fyrisiting hjá privatum og almennum virkjum og stovnum.  

Framhaldandi útbúgving

Eftir at hava tikið hesa útbúgvingina ber til at útbúgva teg víðari á universitetum í øðrum londum.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst her ella við at venda tær til Jari í Hjøllum, útbúgvingarleiðara á jarih@setur.fo ella telefon 292578.