Hjánám í føroyskum
Um útbúgvingina
Hjánám í føroyskum gevur tær vitan og innlit í føroyskt mál og føroyskar bókmentir – bæði samtíðarliga og søguliga.
Upptøkutreytir
Treyt fyri upptøku er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsskúlaprógv við í minsta lagi 5,8 í føroyskum á A-stigi eftir 7-talsstiganum/8 eftir 13-talsstiganum.
Studentur, sum søkir inn á hjánámið í føroyskum, skal hava staðið ella vera innskrivaður til eina høvuðsgrein.
Søkt verður á umsóknarblaðnum til hjánám, har tú í raðfestingarlistanum skrivar "Føroyskt".
Innihald
Tann málsligi parturin er samansettur av málsøguligum og samtíðarligum skeiðum. Í tí søguliga partinum fært tú skeið í norrønum og málsøgu umframt skeið í einum norðurlandamáli við høvuðsdenti á málsøgu.
Í tí samtíðarliga partinum lærir tú um málbygnaðin í nútíðarføroyskum, t.e. ljóð- og formlæra.
Í tí bókmentaliga partinum lærir tú um ymisk tíðarskeið í bókmentasøguni við at lesa eldri og yngri tekstir og at greina bókmentaligar tekstir við støði í vísindaligum háttaløgum og ástøðum. Tú fært innlit í hugsjónarlig rák og hvussu hesi hava ávirkað føroyskar og norðurlendskar bókmentir, og tú ognar tær førleika at nýta hóskandi vísindalig hugtøk, tá ið tú skalt skriva ella tosa um bókmentir, antin søguliga ella samtíðarliga.
Skipan av útbúgvingini
Hjánám í føroyskum krevur 60 ECTS á bachelorstigi og 30 ECTS á masterstigi. Um høvuðsgreinin ikki er hugvísindalig, má studenturin harumframt taka Vísindaástøði (10 ECTS).
Serritgerðin verður skrivað í høvuðsgreinini.
Framtíðarmøguleikar
Hjánám í føroyskum gevur saman við eini høvuðsgrein møguleika at arbeiða sum miðnámsskúlalærari umframt spennandi starvsmøguleikar, har kunnleiki til móðurmál og bókmentir er neyðugur, t.d. innan miðlar og fyrisiting.
Framhaldandi útbúgving
Lokið hjánám í føroyskum kann vera partur av miðnámslæraraprógvi.
Lestrarlív
Tá tú byrjar at lesa á Fróðskaparsetri Føroya, verður tú partur av einum livandi og tætt knýttum lestrarumhvørvi mitt í hjartanum av Havnini. Her ert tú – saman við hinum lesandi – í miðdeplinum, bæði tá ið tað kemur til læring og sosialt lív.
Frá fyrsta degi verður tú væl móttikin til eina skipaða intro-viku og verður partur av einum lestrarbólki saman við øðrum nýggjum lesandi.
Gott lestrarumhvørvi
Á Setrinum verður nógv gjørt fyri at skapa eitt gott lestrarumhvørvi. Her eru lestrarhøli, køkar og lestrarstovur, har tú kanst arbeiða saman við øðrum, drekka ein kaffimunn og taka tær av løttum.
Tú fært skjótt eina kenslu av, hvussu tað er at lesa á einum universiteti, og hvussu tað er at vera partur av einum spennandi og mennandi felagsskapi.
Felagsskapur og netverk
Tú kanst eisini luttaka í ymiskum felagsskapum og tiltøkum, sum verða skipað av og fyri lesandi. Her møtir tú fólki úr øðrum útbúgvingum og árgangum – eitt frálíkt høvi at knýta vinabond og skapa eitt sosialt netverk. Eisini hevur tú møguleika at luttaka í ráðum og nevndum, har tú kanst gera mun og fáa royndir, sum kunnu brúkast seinni í lívinum.
At lesa í Føroyum merkir eisini, at náttúran og mentanin eru altíð tætt við. Tað er stutt millum lestrarhøli og fjøll, hav og mentanarlív – og hetta ger Tórshavn til eitt serliga gott stað at vera lesandi.
Hjánám í føroyskum
Subsidiary Subject Studies in Faroese Language and Literature
- Lestrartíð 1½ ár
- Deild Føroyamálsdeildin (FMD)
- Tal á Lesandi Uml. 10
- ECTS 90
- Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
- Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS
Endamál
Endamálið við útbúgvingini er m.a. at útbúgva tey lesandi í at vera lærarar í miðnámsskúlum.
Hjánám í føroyskum eigur at geva teimum lesandi vitan og innlit í føroyskt mál og føroyskar bókmentir samtíðarliga og søguliga.
Bygnaður
Tey kravdu fakini eru hesi:
Hugvísindalig høvuðsgrein: | Ikki hugvísindalig høvuðsgrein: |
Norrønt (10 ECTS) | Norrønt (10 ECTS) |
Bókmentagreining I (5 ECTS) | Bókmentagreining I (5 ECTS) |
Bókmentagreining II (5 ECTS) | Bókmentagreining II (5 ECTS) |
Bókmentasøga I (10 ECTS) | Bókmentasøga I (10 ECTS) |
Bókmentasøga II (10 ECTS) | Bókmentasøga II (10 ECTS) |
Ljóð- og formlæra (10 ECTS) | Ljóð- og formlæra (10 ECTS) |
Málsøga (8 ECTS) | Málsøga (8 ECTS) |
Eitt norðurlandamál (2 ECTS) | Eitt norðurlandamál (2 ECTS) |
| Vísindaástøði (10 ECTS) |
Afturat kravdu fakunum koma 30 ECTS í valfríum fakum á MA-stigi.
Próvtøkur
Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru í desember og januar, summarpróvtøkur eru í mai og juni. Skipað verður fyri endurpróvtøku og sjúkrapróvtøku um várið og um heystið.
Nærri kunning
Nærri kunning fæst við at venda tær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara á Føroyamálsdeildini (kirstinr@setur.fo) ella við at venda sær til Zakaris Svabo Hansen, útbúgvingarleiðara, zakarish@setur.fo.
Miðalpróvtal í føroyskum á A-stigi skal vera í minsta lagi 5,8 eftir 7-talsstiganum