University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Útbúgving

Um útbúgvingina

Hjánám í søgu gevur tær førleikar innan søguliga fakøkið.

Hví lesa hjánám í søgu?

Hjánám í søgu gevur tær eina holla vitan um søguvísindaliga fakøkið og serkunnleika um føroyska søgu í altjóða høpi.

Hvat kann eg arbeiða við?

Útbúgvingin gevur tær førleika at undirvísa í søgu á miðnámsskúlum afturat tíni høvuðsgrein.

Upptøkutreytir

Treytirnar fyri upptøku er at tann lesandi hevur staðið masterútbúgving ella samsvarandi prógv.

Søk umvegis Vangan


Søk her

Innihald

Faklilga innihaldið í útbúgvingini er nágreiniliga lýst í skeiðslýsingum og í pensumlistunum, sum eru tøk á heimasíðuni.

Skipan av útbúgvingini

Ískoytisútbúgvingin í hjánámi í samfelagsfrøði tekur upp til 2 ár, treytað av, um høvuðsgreinin ikki er samfelagslig ella hugvísindalig. Hvørt lestrarár er býtt upp í tvær lestrarhálvur á 30 ECTS. 30 ECTS skulu takast á masterstigi, annaðhvørt undir vistarhaldi á øðrum universiteti ella á Fróðskaparsetrinum.

Framtíðarmøguleikar

Lokin hjánámsútbúgving gevur saman við eini masterútbúgving førleika at undirvísa í søgu í miðnámi. Prógvið gevur eisini starvsmøguleikar á almennum stovnum og privatum virkjum.

Framhaldandi útbúgving

Hjánámsútbúgvingin er ískoytisútbúgving til masterútbúgving.

Lestrarlív

Tá tú byrjar at lesa á Fróðskaparsetri Føroya, verður tú partur av einum livandi og tætt knýttum lestrarumhvørvi mitt í hjartanum av Havnini. Her ert tú – saman við hinum lesandi – í miðdeplinum, bæði tá ið tað kemur til læring og sosialt lív.

Frá fyrsta degi verður tú væl móttikin til eina skipaða intro-viku og verður partur av einum lestrarbólki saman við øðrum nýggjum lesandi.

Gott lestrarumhvørvi

Á Setrinum verður nógv gjørt fyri at skapa eitt gott lestrarumhvørvi. Her eru lestrarhøli, køkar og lestrarstovur, har tú kanst arbeiða saman við øðrum, drekka ein kaffimunn og taka tær av løttum. 

Tú fært skjótt eina kenslu av, hvussu tað er at lesa á einum universiteti, og hvussu tað er at vera partur av einum spennandi og mennandi felagsskapi.

Felagsskapur og netverk

Tú kanst eisini luttaka í ymiskum felagsskapum og tiltøkum, sum verða skipað av og fyri lesandi. Her møtir tú fólki úr øðrum útbúgvingum og árgangum – eitt frálíkt høvi at knýta vinabond og skapa eitt sosialt netverk. Eisini hevur tú møguleika at luttaka í ráðum og nevndum, har tú kanst gera mun og fáa royndir, sum kunnu brúkast seinni í lívinum.

At lesa í Føroyum merkir eisini, at náttúran og mentanin eru altíð tætt við. Tað er stutt millum lestrarhøli og fjøll, hav og mentanarlív – og hetta ger Tórshavn til eitt serliga gott stað at vera lesandi.

Hjánám í søgu

Subsidiary Subject Studies in History

  • Lestrartíð 1½ ár
  • Deild Søgu- og samfelagsdeildin
  • Tal á Lesandi Uml. 10
  • ECTS 90
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi førleikar innan søguliga fakøkið. Útbúgvingin gevur tí lesandi eina holla vitan um søguvísindaliga fakøkið og serkunnleika um føroyska søgu í altjóða høpi. Útbúgvingin gevur tí lesandi førleika at undirvísa í søgu á miðnámsskúlum afturat høvuðsgrein síni.

Bygnaður

1. lestrarhálva

(heyst)

2. lestrarhálva

(vár)

3. lestrarhálva

(heyst)

4. lestrarhálva

(vár)

Grundskeið í búskaparfrøði

5 ECTS

Føroysk nýtíðarsøga

10 ECTS

Grundskeið í søguvísindaligum háttalag

10 ECTS

Vísindaástøði*)

Valfak I, II ella III**)

(á masterstigi)

10 ECTS

Grundskeið í sosiologi

5 ECTS

Vísindaástøði*)

Valfak I, II ella III**)

(á masterstigi)

10 ECTS

Eldri føroysk søga

10 ECTS

 

Eldri heimssøga

10 ECTS

 

Samfelagsvísindi og stjórnmál í smátjóðum og oyggjasamfeløgum (á masterstigi)

10 ECTS

 

Nýtíðar heimssøga

10 ECTS

   

 

*) Vísindaástøði verður tikið, um høvuðsgreinin ikki er hug- ella samfelagsvísindali. Hjánámið verður tá 100 ECTS.

Um høvuðsgreinin er hug- ella samfelagsvísindalig, verður valfakið á masterstigi í 4. lestrarhálvu tikið í staðin.

**) Valfak I, II og III á masterstigi kunnu takast á einum útlendskum universiteti. Tey valfríu fakini, sum Fróðskaparsetrið bjóðar út, eur í løtuni hesi:

Um innihaldið av teimum einstøku skeiðunum, slá upp á: www.skeid.setur.fo

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda sær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara á Søgu- og samfelagsdeildini (kirstinr@setur.fo) ella við at venda sær til Erland Viberg Joensen, útbúgvingarleiðara, erlandj@setur.fo.