3045.23 - Verkætlan í støddfrøði


Skeiðsnummar
3045.23
Heiti
Verkætlan í støddfrøði
ECTS
7,5
Fortreytir
Tann lesandi skal hava staðið 60 ECTS í støddfrøðiskeiðum.
Endamál
At tann lesandi mennir førleikarnar at arbeiða sjálvstøðugt við einum evni og setur seg inn í eitt avmarkað fakøki í støddfrøði og/ella í relatión til støddfrøði. Harumframt at lesandi mennir síni evni at brúka støddfrøðiligt ástøði og háttaløg.
Innihald
Verkætlan, har eitt valfrítt støddfrøðiligt evni verður viðgjørt. Ein skrivlig verkætlan verður gjørd. Verkætlanin tekur vanliga støði í einum av støddfrøðiskeiðunum, sum tann lesandi frammanundan hevur tikið.
Læru- og undirvísingarhættir
Verkætlan, har eitt valfrítt støddfrøðiligt evni verður viðgjørt. Ein skrivlig verkætlan verður gjørd. Verkætlanin tekur vanliga støði í einum av støddfrøðiskeiðunum, sum tann lesandi frammanundan hevur tikið.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal lesandi vera før/ur fyri at: • á vælskipaðan hátt eftir givnari vegleiðing um val av evni, deilmál og tíðarfreistir, sjálvstøðugt gjøgnumføra arbeiðið við verkætlanini. • kritiskt søkja, velja og nýta álítandi og nútíðarhóskandi vitan innan valda evnið úr lærubókum, frá alnótini ella frá øðrum keldum, og veita greiðar kelduávísingar til brúktar keldur. • sum einstaklingur skriva eina greiða, vælskipaða og væluppsetta verkætlan, sum í røttum fakligum máli gevur eina góða lýsing av gjørda verkætlanararbeiði, umframt at seta gjørda arbeiðið í ein størri samanhang. • brúka støddfrøðiligan terminologi og fakligt resonnement í samband við munnliga og skrivliga framsetan. • sum einstaklingur leggja fram og munnliga verja skrivligu verkætlanini.
Próvtøkuháttur
Skrivlig verkætlan við munnligari próvhoyring.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Ábyrgd
Mortan Janusarson Thomsen