Master í dátuvísindum

Um útbúgvingina
Við master í dátuvísindi kanst tú byggja víðari á tínar førleikar frá bachelor í KT-verkfrøði. Tað ber til at taka valskeið innan dátugreining og tilgjørt vit, ella innan aðrar sergreinar, sum til dømis framhaldsskeið innan forritan, tólnet ella KT-trygd.
Upptøkutreytir
Treyt fyri upptøku er bachelorprógv í: 1) KT-verkfrøði ella teldufrøði; 2) aðrari KT-útbúgving ella 3) aðrari útbúgving í t.d., verkfrøði, støddfrøði, hagfrøði, alisfrøði, evnafrøði ella lívfrøði. Grundleggjandi kunnleiki innan stødd- og hagfrøði, og innleiðandi forritan er neyðugur. Royndir innan KT er ein fyrimunur. Allar umsóknir verða viðgjørdar eftir nærri meting, tá tað ræður um fortreytir og tøk lestrarpláss. Góðir førleikar í enskum máli eru neyðugir.
Innihald
Við innleiðandi skeiðum í tilgjørdum viti (AI/TV) og í stødd- og hagfrøði verða fortreytirnar hjá øllum lesandi dagførdar. Forritanarmálini í útbúgvingini vera Python, R og møguliga onnur mál. Valskeið kunnu takast innan dátugreining og tilgjørt vit, ella innan aðrar sergreinar, sum til dømis framhaldsskeið innan: forritan, tólnet ella KT-trygd.
Skipan av útbúgvingini
Høvuðsdenturin í útbúgvingini er lagur á serútbúgving innan KT til dátugreining og tilgjørt vit (AI), umframt at masterskeið eisini vera í tólnet (IoT) og dátutrygd. Útbúgvingin hevur kravd skeið (60 ECTS), valskeið/verkætlanir (30 ECTS) og eina masterverkætlan (30 ECTS). Valskeið/verkætlanir kunnu takast á Fróðskaparsetrinum, í samstarvi við KT-vinnuna, og/ella í samstarvi við onnur universitet. Til dømis á Danmarks Tekniske Universitet (DTU) við undangóðkenning frá Fróðskaparsetri Føroya. Fróðskaparsetrið hevur eisini samstarvsavtalu við Edinburgh Napier University í Skotlandi, harfrá valskeið í KT-trygd kunnu takast sum fjarlestur.
Upptøkan í ár er til lestur fulla tíð uppá 2 ár. Útbúgvingin var í 2023 skipað sum parttíðarlestur og kundi tá takast uppá 4 ár (2023-2027). Áhugaði lesandi, sum ikki ynskja at lesa fulla tíð, kunnu í staðin søkja stakgreinalestur frá báðum lestrarbygnaðinum. Undantikin eru skeið frá Edinburgh Napier University, sum ikki kunna takast av stakgreinalesandi.
Framtíðarmøguleikar
Fjølbroyttir vinnumøguleikar eru í KT-vinnuni, á almennum stovnum og innan gransking:
- tilgjørt vit til mál- og myndaviðgerð innan tænastu og framleiðslu, t.d. til góðskutryggjan og automatisering
- dátugreining av stórum dátunøgdum, t.d. av sosialum netverkum, fíggjarligum ella lívfrøðiligum data
- maskinlæring og máltøkni til føroyskt mál, til tekstumseting og til telduspøl/kringvarp/film
- fjarskiftistøkni og tólnet til dátuinnsavnan og -viðgerð innan heilsutænastur, orkuframleiðslu ella alivinnu
- menning og rakstur av tryggum KT-skipanum
- maskinlæring til grøna orku- og umhvørvistøkni
- íverkseting, menning og verkætlanarleiðsla
- undirvísing, gransking og teldusimulering, t.d. av veðurlagi og umhvørvisbroytingum
Framhaldandi útbúgving
M.Sc. í Dátuvísindum á Fróðskaparsetri Føroya kann (treytað av fígging) geva atgongd til granskaraútbúgving (ph.d.) í KT í Føroyum ella uttanlands.
Lestrarlív
Tá tú byrjar at lesa á Fróðskaparsetri Føroya, verður tú partur av einum livandi og tætt knýttum lestrarumhvørvi mitt í hjartanum av Havnini. Her ert tú – saman við hinum lesandi – í miðdeplinum, bæði tá ið tað kemur til læring og sosialt lív.
Frá fyrsta degi verður tú væl móttikin til eina skipaða intro-viku og verður partur av einum lestrarbólki saman við øðrum nýggjum lesandi.
Gott lestrarumhvørvi
Á Setrinum verður nógv gjørt fyri at skapa eitt gott lestrarumhvørvi. Her eru lestrarhøli, køkar og lestrarstovur, har tú kanst arbeiða saman við øðrum, drekka ein kaffimunn og taka tær av løttum.
Tú fært skjótt eina kenslu av, hvussu tað er at lesa á einum universiteti, og hvussu tað er at vera partur av einum spennandi og mennandi felagsskapi.
Felagsskapur og netverk
Tú kanst eisini luttaka í ymiskum felagsskapum og tiltøkum, sum verða skipað av og fyri lesandi. Her møtir tú fólki úr øðrum útbúgvingum og árgangum – eitt frálíkt høvi at knýta vinabond og skapa eitt sosialt netverk. Eisini hevur tú møguleika at luttaka í ráðum og nevndum, har tú kanst gera mun og fáa royndir, sum kunnu brúkast seinni í lívinum.
At lesa í Føroyum merkir eisini, at náttúran og mentanin eru altíð tætt við. Tað er stutt millum lestrarhøli og fjøll, hav og mentanarlív – og hetta ger Tórshavn til eitt serliga gott stað at vera lesandi.
Master í dátuvísindum
M.Sc. in Data Science
- Lestrartíð 2/4 ár
- Deild Náttúruvísindadeildin (NVD)
- Tal á Lesandi Uml. 20
- ECTS 120
- Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
- Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS
Viðmældar fortreytir
Fyri umsøkjarar við manglandi fortreytum er viðmælt at fyrireika seg við stakskeiðum, t.d. taka minst: 10 ects í støddfrøði, 5 ects í hagfrøði (helst við R), og 5 ects í innleiðandi forritan (helst við Python). Sum stakskeið úr KT-verkfrøði er viðmælt at taka skeiðini: Diskret støddfrøði, Lin. Algebra fyri KT-verkfrøðingar, Dátuvísindi og hagfrøði við RStudio, Innleiðandi forritan við Python.
Annars, ynskiligt at taka tvey ella fleiri av hesum skeiðum eisini: Teldunetverk og datasamskifti, Databasur og SQL, Objektrættað forritan við Java 1, Innleiðing til Web-skipanir, Algoritmur og datustrukturar, Stýriskipanir ella Linux-skipanir, KT-trygd. Tilsvarandi stakskeið kunna eisini takast úr øðrum útbúgvingum.
Endamál
Endamálið er at hækka KT-førleikarnar hjá teimum lesandi til masterstøði innan dátuvísindi, og at geva grundarlag fyri framtíðar KT-gransking í dátuvísindum á ph.d-stigi. M.Sc. í Dátuvísindum byggir víðari á førleikarnar innan stødd- og hagfrøði, teldufrøði og forritan givnir í B.Sc. í KT-verkfrøði og útbýr serfrøðingar til KT-vinnuna og gransking.
Bygnaður
Árgangur 2025
1. lestrarhálva (heyst 2025) | 2. lestrarhálva (vár 2026) | 3. lestrarhálva (heyst 2026) | 4. lestrarhálva (vár 2027) |
7,5 ECTS | Farnet samskiftistøkni og tólnet 7,5 ECTS | Valskeið/Verkætlan 15 ECTS | Masterritgerð í dátuvísindum 30 ECTS |
Støddfrøðiligt grundarlag til tilgjørt vit 7,5 ECTS | 7,5 ECTS | Valskeið/verkætlan 15 ECTS | |
7,5 ECTS | Dátugrunnatøkni til stórdátur 7,5 ECTS | ||
7,5 ECTS | 7,5 ECTS |
1. árshálva | 2. árshálva | 3. árshálva | 4. árshálva |
---|---|---|---|
Innleiðing í 7,5 ECTS | Dátugrunnatøkni til stórdátur 7,5 ECTS | Støddfrøði - grundarlag til tilgjørt vit 7,5 ECTS | Tólnet og 5G 7,5 ECTS |
Hagfrøðilig læring 7,5 ECTS | Maskinlæring 7,5 ECTS
| Dátutrygd 7,5 ECTS | Djúp læring 7,5 ECTS |
5. árshálva | 6. árshálva | 7. árshálva | 8. árshálva |
---|---|---|---|
Valskeið/ verkætlan 7,5 ECTS | Valskeið/ verkætlan 7,5 ECTS | MSc-verkætlan
| MSc-verkætlan |
Valskeið/ verkætlan 7,5 ECTS | Valskeið/ verkætlan 7,5 ECTS | MSc-verkætlan
| MSc-verkætlan 30 ECTS |
Lærugreinir tiknar á øðrum universitetum kunnu eftir nærri meting í summum førum góðskrivast ístaðin fyri kravd skeið í útbúgvingini. Valskeið kunnu takast í Føroyum ella uttanlands. Gevið gætur: Fyrivarni verður tikið fyri broytingum.
Nærri kunning
Nærri kunning fæst við at venda tær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara á Náttúruvísindadeildini (kirstinr@setur.fo) ella við at venda sær til ein av útbúgvingarleiðarunum, Esther Chen: EstherC@setur.fo ella Høgni Carlsson Kamban: HogniK@setur.fo