6117.23 - Felagsrættur
Skeiðsnummar
6117.23
Heiti
Felagsrættur
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor prógv við nóg mikið av løgfrøði.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva tí lesandi innlit í felagsrætt í føroyskum høpi við serligum denti á kapitalfeløg, hvussu virksemi verið skipað í feløg, formliga bygnaðin og rættindi og skyldur hjá feløgum og tess luttakarum.
Innihald
Skeiðið fevnir um hesi høvuðsevni:
- Um rættarkeldurnar handan felagsrættin,
- Hvussu verður felagsskapur stovnaður, broyttur og tikin av,
- Limaviðurskifti, limaskapur, rættindi og skyldur
- Um at leiða felagsskapir
- Umboðan og ábyrgd
- Um kapitalfeløg, herundir serliga vinnufeløg,
- Um eigara- og kapitalviðurskifti,
- Um nevndar- og aðalfundir,
- Um ársfrágreiðingar
- Um avtøku, insolvens, konkurs og umskipan.
Læru- og undirvísingarhættir
Umleið 40 tímar undirvísing á staðnum. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, kritiskt kjak, bólkaarbeiði og studentaframløgur og á annan aktivan hátt við tí lesandi í miðdeplinum.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal lesandi vera før/ur fyri at:
- Lýsa grundleggjandi hugtøk og keldur í felagsrættinum.
,- Lýsa bygnaðin í einum felagskapi, endamál og virki teirra.
- Meta um rættarligar spurningar innan felagsrætt. herundir formliga týdningin av skjølum og handlingum hjá leiðslu o.ø. aktørum í feløgum, um avtøku, konkurs og endurskapan.
- Greina bygnað, lima- og eigaraviðurskifti og avtalurættarligar bindingar, ið feløg átaka sær.
- Eyðmerkja rættarspurningar og faktiskar umstøður í ymiskum høpi, viðkomandi fyri felagsrættin.
- Á ein kritiskan hátt meta um og leggja fram ymsar loysnir fyri ymisk mál av felagsrættarligum slagi.
- Miðla og orða vitan og grundgevingar á fakliga og málsliga góðan og rættan hátt.
Próvtøkuháttur
Ein fleirvalaroynd miðskeiðis á skeiðnum telur 25% og ein 24 tímar skrivlig heimaroynd, tá skeiðið endar, telur 75%. Fortreyt fyri at standa skeiðið er, at tann lesandi hevur staðið báðar partar av royndini.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Grundleggjandi tilfar er:
- Ole Hasselbalch, Foreningsret, Jurist - og Økonomforbundets forlag (seinasta útgáva).
- Brot úr Søren Friis Hansen og Jens Valdemar Krenchel, Introduktion til dansk selskabsret I, Karnov Group (seinasta útgáva).
Eisini verða brot úr Dansk Privatret, Jurist- og Økonomforbundets forlag (seinasta útgáva).
Annað tilfar, sum greinar, úrskurðir v.m., er tøkt á Moodle netverkinum undan undirvísing.
Ábyrgd
Jóhan Jógvansson Lamhauge