University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Útbúgving
Master í føroyskum .jpg

Um útbúgvingina

Útbúgvingin leggur áherðsla á dýpdarkunnleika um føroyskt mál og bókmentir. Harumframt verður dentur lagdur á at menna førleikar at nýta viðkomandi vísindalig hugtøk, háttaløg og ástøði kritiskt.

Hví lesa master í føroyskum?

Master í føroyskum er fyri teg, sum hevur áhuga fyri máli, mentan og teksti sum miðil. Útbúgvingin gevur dýpdarvitan um málbrúk, teksttulking og samskifti í ymiskum samanhangum.

Hvat kann eg arbeiða við?

Útbúgvingin gevur tær undirvísingarførleika í føroyskum á miðnámsskúlum og hægri skúlum. Eisini gevur útbúgvingin førleika at starvast í eitt nú fjølmiðlunum, á forløgum, sum týðari og málsligur ráðgevi.

Upptøkutreytir

Studentur, sum hevur lokið BA-prógv í føroyskum, kann søkja um upptøku á MA-námið. 

Umsøkjarar við góðum BA-prógvi í øðrum málum og bókmentum kunnu verða tiknir inn eftir hóskandi treytum, sum verða ásettar nærri í hvørjum einstøkum føri.

Søk umvegis Vangan


Søk her

Innihald

Áherðsla verður løgd á dýpdarkunnleika um føroyskt mál og bókmentir. Harumframt verður dentur lagdur á at menna førleikar at nýta viðkomandi vísindalig hugtøk, háttaløg og ástøði kritiskt.

MA í føroyskum er 120 ECTS. 80 ECTS eru frá lestrarevnum, har ið tann lesandi velur millum tey evni, sum eru í boði, ella kann seta saman sjálvlestrarevni. Endað verður við eini MA-ritgerð og fyrilestri, ið telja 40 ECTS.

T.d. vóru lestrarevnini á vári 2024 hesi:

  • Samfelagsmálvísindaligt kanningararbeiði. 10 ECTS
  • Bókmentir og ferðavinna. 10 ECTS
  • Kyn og miðaldarsøgur í Sjúrðarkvæðunum. 10 ECTS
  • Málamót. 10 ECTS

Skipan av útbúgvingini

Fróðskaparsetrið bjóðar nýggj skeið út á hvørjum ári og tað ber til at seta saman útbúgvingina eftir egnum áhuga. Útbúgvingin endar við eini masterritgerð.

Tey kravdu skeiðini til MA í føroyskum eru hesi:

  • Skeið 80 ECTS
  • MA-ritgerð 40 ECTS

Framtíðarmøguleikar

MA í føroyskum máli og bókmentum er útbúgving, sum gevur undirvísingarførleika í føroyskum á miðnámsskúlum og hægri skúlum. Eisini gevur útbúgvingin góðan førleika at starvast í eitt nú fjølmiðlunum, á forløgum, sum týðarar og málsligir ráðgevar.

Framhaldandi útbúgving

Lokið MA-prógv við góðum úrsliti gevur møguleika at fara undir ph.d.-nám.

Lestrarlív

Tá tú byrjar at lesa á Fróðskaparsetri Føroya, verður tú partur av einum livandi og tætt knýttum lestrarumhvørvi mitt í hjartanum av Havnini. Her ert tú – saman við hinum lesandi – í miðdeplinum, bæði tá ið tað kemur til læring og sosialt lív.

Frá fyrsta degi verður tú væl móttikin til eina skipaða intro-viku og verður partur av einum lestrarbólki saman við øðrum nýggjum lesandi.

Gott lestrarumhvørvi

Á Setrinum verður nógv gjørt fyri at skapa eitt gott lestrarumhvørvi. Her eru lestrarhøli, køkar og lestrarstovur, har tú kanst arbeiða saman við øðrum, drekka ein kaffimunn og taka tær av løttum. 

Tú fært skjótt eina kenslu av, hvussu tað er at lesa á einum universiteti, og hvussu tað er at vera partur av einum spennandi og mennandi felagsskapi.

Felagsskapur og netverk

Tú kanst eisini luttaka í ymiskum felagsskapum og tiltøkum, sum verða skipað av og fyri lesandi. Her møtir tú fólki úr øðrum útbúgvingum og árgangum – eitt frálíkt høvi at knýta vinabond og skapa eitt sosialt netverk. Eisini hevur tú møguleika at luttaka í ráðum og nevndum, har tú kanst gera mun og fáa royndir, sum kunnu brúkast seinni í lívinum.

At lesa í Føroyum merkir eisini, at náttúran og mentanin eru altíð tætt við. Tað er stutt millum lestrarhøli og fjøll, hav og mentanarlív – og hetta ger Tórshavn til eitt serliga gott stað at vera lesandi.

Master í føroyskum

Master of Arts in Faroese Language and Literature

  • Lestrartíð 2 ár
  • Deild Føroyamálsdeildin (FMD)
  • Tal á Lesandi Øll, sum lúka upptøkutreytirnar, koma inn
  • ECTS 120
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS

Endamál

MA-útbúgving í føroyskum veitir kunnleika á høgum akademiskum stigi í vísindaligum lærugreinum í føroyskum. Útbúgvingin mennir evnini hjá studentunum til kritiska støðutakan og sjálvstøðugt vísindaligt arbeiði.

Til ber eisini at taka samansett MA. Í samansettum MA kann føroyskt antin vera høvuðsgrein ella hjánám. Sí Námsskipanina í leinkinum til høgru, bls. 37.

Skeiðsheitini eru dømi frá undanfarnum lestrarhálvum og eru ymisk frá hálvu til hálvu.

Bygnaður

1.

lestrarhálva

2.

lestrarhálva

3.

lestrarhálva

4.

lestrarhálva

    

Staðarnavnafrøði
10 ECTS

Politiskt samskifti
10 ECTS

Tvímæli
10 ECTS

 

Skaldskapur
av mannamunni
uttan fyri roykstovuna
10 ECTS

Ritverkið hjá Steinbjørn B.
Jacobsen
10 ECTS

Mynd og orðlist 

í 20. øld
10 ECTS

 

MA ritgerð
38+2  ECTS

 

Nútíðarføroyskt
10 ECTS

Merkingarfrøði
10 ECTS

Stuttsøgan í føroyskum

 bókmentum
10 ECTS

 

Próvtøkur

Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru í desember og januar, summarpróvtøkur eru í mai og juni. Skipað verður fyri endurpróvtøku og sjúkrapróvtøku um várið og um heystið.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara á Føroyamálsdeildini (kirstinr@setur.fo) ella við at venda sær til Zakaris Svabo Hansen, útbúgvingarleiðara, zakarish@setur.fo.