1780.24 - Leikbókmentir (MA)


Skeiðsnummar
1780.24
Heiti
Leikbókmentir (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Endamálið við skeiðnum er - at geva studentunum fatan av leikbókmentum sum tekstslagi og kunnleika um evropeiska og føroyska leikbókmentasøgu - menna førleikar at arbeiða greinandi við skrivaðum leikritum sum tekstslagi í norðurlendskum/altjóða høpi
Innihald
Leikbókmentir sum tekstslag í søguligum høpi. Ástøðiligir tekstir verða lisnir og settir í samband við eldri og nýggjar evropeiskar og føroyskar leikbókmentir.
Læru- og undirvísingarhættir
- Læraraframløgur - Bólkaarbeiði - Kjak - Studentaframløgur
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi - greiða frá høvuðstáttunum í evropeiskari og føroyskari leikbókmentasøgu - lýsa og greiða frá frøðiheitum, ið hoyra til granskingarøkið - greina klassiskar og føroyskar leikbókmentir við støði í ástøðiliga tilfarinum og í norðurlendskum/altjóða høpi. - tulka leikrit í samsvari við rák í sínari samtíð - meta um leiklutin hjá leikbókmentunum í føroyskari bókmentasøgu - kritiskt meta um ástøði og háttalag í greiningini av leikbókmentum sum tekstslagi
Próvtøkuháttur
Bundin skrivlig heimauppgáva í 2 vikur.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Grundbók: Frode Helland og Lisbeth Pettersen Wærp: å lese drama – innføring i teori og analyse Universitetsforlaget. 2011. Eitt úrval av klassiskum og føroyskum/norðurlendskum leikritum umframt greinar og ummæli verða lisin. Lestrarlisti verður útflýggjaður við lestrarbyrjan.
Ábyrgd
Paula Gaard