1782.24 - Orðabókafrøði (MA)


Skeiðsnummar
1782.24
Heiti
Orðabókafrøði (MA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at studenturin ognar sær holla ástøðiliga og verkliga vitan um orðabókafrøði (leksikografi) bæði í ein- og tvímálsligum orðabókum. Eisini skal studenturin kenna munirnar millum orðabókafrøði og yrkisorðafrøði (terminologi). Endamálið er eisini, at studenturin skal læra, hvussu orðabókaarbeiði verður gjørt, hvussu orðabókahøvundar arbeiða við ein- og tvímálsligum orðabókum, um ritstjórnarligar meginreglur í orðabókaarbeiði sum heild, um bygnað, orðatilfar, orðafrágreiðingar, týðingar millum mál, keldur, málbólk o.s.fr.
Innihald
Bæði ein- og tvímálsligar orðabøkur verða viðgjørdar ástøðiliga og verkliga. Tann ástøðiligi parturin byggir á leksikografiska gransking, serliga norðurlendska, og tann verkligi parturin byggir í høvuðsheitum á Føroyska orðabók, men eisini á føroyskar tvímálsligar orðabøkur. Í gjøgnumgongdini av Føroyskari orðabók verður dentur lagdur á mikro- og makrobygnað, orðatilfar, skilmarkingar, markingar, keldugrundarlag, nýtsludømi o.a. Í teimum tvímálsligu orðabókunum verða harumframt týðingar millum mál viðgjørdar. Høvuðsdenturin er á samtíðarligum orðabókum, men nakað verður gjørt burtur úr eldri orðabókum og -listum. Í tí yrkisorðaliga partinum verða munirnir millum orðabókafrøði (leksikografi) og yrkisorðafrøði (terminologi) viðgjørdir.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur, venjingar og kjak. Tveir lærarar eru knýttir at skeiðinum. Annar undirvísir í tí verkliga partinum og hin í tí ástøðiliga partinum.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er endað, skal studenturin vera førur fyri at: • Lýsa orðabókafrøði og greiða frá, hvat eyðkennir orðabókafrøði sum vísindagrein. • Greiða frá og meta um høvuðsmunin millum orðabøkur og fakorðalistar. • Greiða frá hvussu orðabókaarbeiði fer fram í verki viðvíkjandi leitorðavali, mikro- og makrobygnaði og keldugrundarlagi. • Meta um dygd í orðabókum og fakorðalistum. • Meta um týðingar í tvímálsligum orðabókum.
Próvtøkuháttur
Munnlig hálvtíma framløga við 3 daga fyrireiking um uppgivið evni.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við lestrarbyrjan og lagdur á Moodle.
Ábyrgd
Jógvan í Lon Jacobsen