Master í heilsuvísindum

Um útbúgvingina
Útbúgvingin heilsuvísindi er rótfest í teorium og háttaløgum í heilsuvísindum, humaniora og samfelagsvísindum. Útbúgvingin leggur sostatt dent á tað tvørvísindaliga og á viðurskiftini millum sjúklinga- og brúkarasjónarhorn og samfelagið.
Upptøkutreytir
Umsøkjarar skulu hava miðallanga útbúgving sum bachelor ella professiónsbachelor, eitt nú í sjúkrarøktarfrøði, ljósmóðir, námsfrøði, lærarayrki, sosialráðgeving, ergoterapi, fysioterapi, samfelagsfrøði ella bioanalysu.
Nærri meting verður gjørd í hvørjum einstøkum føri.
Tey, ið frammanundan hava tikið stakskeið í heilsuvísindum á masterstigi á Fróðskaparsetrinum ella lisið master í fólkaheilsu, kunnu søkja um at fáa tey skeiðini flutt inn í útbúgvingina.
Innihald
Heilsuvísindi er eitt tvørfakligt øki, og harvið eru fleiri ymiskar vísindagreinar partur av økinum - og samspælið millum hesar í miðdeplinum. Heilsuvísindi umfatar og viðgerð tørvin hjá tí einstaka menniskjanum og eisini tað yvirskipaða heilsu-samfelagsliga perspektivið.
Útbúgvingin er rótfest í teorium og háttaløgum í heilsuvísindum, humaniora og samfelagsvísindum. Útbúgvingin leggur sostatt dent á tað tvørvísindaliga og á viðurskiftini millum sjúklinga- og brúkarasjónarhorn og samfelagið.
Megingreinirnar eru vísindaástøði, háttalagsfrøði og heilsugransking, samfelagsviðurskifti og heilsa, fyribyrging og heilsuframi.
Dentur verður lagdur á tvørfakligheit og spurdómsrættaðar tilgongdir, umframt kritiska støðutakan.
Til serøkið verður dentur lagdur á heilsugransking úr hugvísindaligum, samfelagsligum og nátturuvísindaligum sjónarhorni, alt eftir spurdómi og evnisøki.
Masterútbúgvingin í heilsuvísindum hevur eitt fakligt grundstøði í tvørvísindaliga økinum, heilsuvísindi, ið við valfríum eindum ger tað møguligt hjá tí lesandi at skapa sær sín egna fakligan profil til dømis í fólkaheilsu, kliniskari sjúkrarøkt, sosialari heilsu ella á meiri fakligum serøkjum sum til dømis rehabilitering, psykiatri, barna- og ungdómsøkið, eldra økið o.a.
Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru vanliga í desember og januar, og summarpróvtøkur eru í mai og juni. Tó kunnu próvtøkur eisini koma fyri onnur tíðarskeið, serliga tá talan er um styttri skeið.
Endurpróvtøka og sjúkrapróvtøka verða fyriskipaðar eftir reglugerðum Setursins, ella eftir avtalu við útbúgvingarleiðaran.
Próvtøkurnar kunnu vera skrivligar uppgávur við ella uttan munnliga verju. Eisini kunnu aðrar próvtøkur koma fyri, bæði skrivligar og munnligar. Masterritgerðin verður vard munnliga.
Skipan av útbúgvingini
Í talvunum sæst skipanin av skeiðum. Ymiskt er, hvørji valskeið verða boðin út, og lesandi verða eggjað til at leita sær viðkomandi valfrí skeið á øðrum lestrarstovnum ella øðrum deildum á Setrinum (hesi skulu undangóðkennast av útbúgvingarleiðara, og søkjast skal hjá lestrarráðnum um góðskriving, tá skeið, tikin á øðrum lestrarstovni, eru staðin).
Framtíðarmøguleikar
Útbúgvingin gevur førleikar til størv í primera og sekundera geiranum, sum krevja greinandi, fakligan førleika á masterstigi, t.d. leiðandi størv við serligum atliti at menning og samskipan av heilsutiltøkum bæði á primera og sekundera heilsuøkinum, almannaverkinum, viðvíkjandi starvsfólkamenning og menning av heilsu- og almannaverkinum sum útbúgvingarstaði.
Framhaldandi útbúgving
Við hesi útbúgving mennist tann lesandi til víðari lestur á ph.d.-stigi.
Lestrarlív
Tá tú byrjar at lesa á Fróðskaparsetri Føroya, verður tú partur av einum livandi og tætt knýttum lestrarumhvørvi mitt í hjartanum av Havnini. Her ert tú – saman við hinum lesandi – í miðdeplinum, bæði tá ið tað kemur til læring og sosialt lív.
Frá fyrsta degi verður tú væl móttikin til eina skipaða intro-viku og verður partur av einum lestrarbólki saman við øðrum nýggjum lesandi.
Gott lestrarumhvørvi
Á Setrinum verður nógv gjørt fyri at skapa eitt gott lestrarumhvørvi. Her eru lestrarhøli, køkar og lestrarstovur, har tú kanst arbeiða saman við øðrum, drekka ein kaffimunn og taka tær av løttum.
Tú fært skjótt eina kenslu av, hvussu tað er at lesa á einum universiteti, og hvussu tað er at vera partur av einum spennandi og mennandi felagsskapi.
Felagsskapur og netverk
Tú kanst eisini luttaka í ymiskum felagsskapum og tiltøkum, sum verða skipað av og fyri lesandi. Her møtir tú fólki úr øðrum útbúgvingum og árgangum – eitt frálíkt høvi at knýta vinabond og skapa eitt sosialt netverk. Eisini hevur tú møguleika at luttaka í ráðum og nevndum, har tú kanst gera mun og fáa royndir, sum kunnu brúkast seinni í lívinum.
At lesa í Føroyum merkir eisini, at náttúran og mentanin eru altíð tætt við. Tað er stutt millum lestrarhøli og fjøll, hav og mentanarlív – og hetta ger Tórshavn til eitt serliga gott stað at vera lesandi.
Master í heilsuvísindum
Master in Health Science
- Lestrartíð 2/4 ár
- Deild Deildin fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi (DHS)
- Tal á Lesandi Uml. 24
- ECTS 120
- Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
- Lestrargjald (Stakgreinir) 5000 DKK pr. eind á 15 ECTS
Endamálið
Endamálið við útbúgvingini er at geva føroyskum almanna- og heilsustarvsfólki í primera og sekundera geiranum førleikar at greina og menna egið fakøki og førleikar at seta í verk granskingarverkætlanir ella gerast partur av størri granskingarverkætlanum.
Masterútbúgvingin í heilsuvísindum er skipað, so tað ber til at fylgja annaðhvørt fulltíðar- ella parttíðarlestri. Sum fulltíðarútbúgving tekur hon 2 ár, sum hálvtíðarlestur 4 ár.
Bygnaður
Fulltíðarlestur:
1. lestrarhálva | 2. lestrarhálva | 3. lestrarhálva | 4. lestrarhálva |
---|---|---|---|
15 ECTS | Valskeið |
| |
15 ECTS | Valskeið |
Master-
|
Parttíðarlestur:
1. lestrarhálva | 2. lestrarhálva | 3. lestrarhálva | 4. lestrarhálva | 5. lestrarhálva | 6. lesttrarhálva | 7./8. lestrarhálva |
---|---|---|---|---|---|---|
Grundskeið í vísinda- 15 ECTS | Heilsu-gransking | Valskeið 15 ECTS |
Valskeið 15 ECTS
|
15 ECTS | 15 ECTS | 30 ECTS |
Hvørja lestrarhálvu skal tann hálvtíðarlesandi taka skeið upp á 15 ECTS, meðan tann fulltíðarlesandi tekur 30 ECTS.
Nærri kunning
Nærri kunning fæst við at venda sær til Anna Sofía Veyhe, útbúgvingarleiðara á telduposti annasv@setur.fo ella á tlf. nr. 276631