Master í leiðslu og skipan

Um útbúgvingina
Útbúgvingini gevur granskingargrundaða vitan um leiðslu og skipan í nýmótans organisatiónum.
Upptøkutreytir
Upptøkukrøv er bachelorútbúgving.
Neyðugt er at hava nøktandi málførleikar í føroyskum, skandinaviskum og enskum máli. Undirvísingin verður í høvuðsheitum á føroyskum, meðan undirvísing á donskum ella enskum kann verða neyðug, um serligar umstøður gera seg galdandi.
Innihald
1. lestrarhálvár – Modul 1:
Skeiðið er skipað í trý temu, sum tilsamans telja 15 ECTS:
- Persónlig leiðsla
- Starvsfólkaleiðsla
- Leiðsla og organisatión
2. lestrarhálvár – Modul 2:
Skeiðið er skipað í trý temu, sum tilsamans telja 15 ECTS:
- Organisatiónsmentan
- Strategisk leiðsla
- Broytingarleiðsla
3. lestrarhálvár – Modul 3a:
- Leiðsla og búskapur
3. lestrarhálvár – Modul 3b:
- Leiðsla og lóg
Skeiðið er skipað í tveir høvuðspartar. Ein partur er um starvsfólkarætt og fyrisitingarrætt, uml. 2/3, og ein um privatan rætt, uml. 1/3.
4. lestrarhálvár – Modul 4:
- Diplomuppgávu á masterstigi
Sjálvvalt evni við støði í undanfarnum modulum 1-3 á hesi útbúgving.
Tá ritgerðin er staðin er møguleiki at steðga og fáa prógv við heitinum: Diplom í leiðslu og skipan á masterstigi (60 ECTS). Eisini er møguleiki at halda fram við Master í leiðslu og skipan.
5. lestrarhálvár – Modul 5:
- Leiðsla og samskifti
Skeiðið inniheldur fleiri analytisk evnisøki í samband við leiðslu og samskifti. Tann lesandi fær innlit í frásjónir um leiðslu og samskifti, sum verður sett í samband við samskiftisuppgávur bæði innanhýsis og uttanhýsis, har ein stovnur ella fyritøka er í samfelagnum.
- Leiðsla, mikrosamfelag og alheimsgerð
Skeiðið inniheldur og er bygt á eina røð av temum at greina við, og sum verða sett í samband við tær leiðsluavbjóðingar og møguleikar, sum føroyskar organisatiónir (privat og alment) standa í, tá ið tær skulu fóta sær í einari mikrostøðu, eins væl sum undir árini av uttanhýsis rákum, sum standast av alheimsgerð.
6. lestrarhálvár – Modul 6:
- Burðardygg leiðsla
Skeiðið inniheldur ymisk fokus á organisatiónir við áherðslu á leiðslu og burðardygd. Skeiðið ger tann lesandi føran fyri at kanna burðardygd í sambandi við organisatiónir og serliga at eyðmerkja leiklutir og samspæl millum etikk, leiðslu og strategi.
- Organisatiónsmenning
Skeiðið inniheldur temu, ið verða brúkt til at greina og meta um tørvin at tillaga og brynja organisatiónina í einum torgreiddum og umskiftiligum heimi. Organisatiónsmenning er ein kritisk og vísindalig tilgongd, ið stuðlar leiðslu og starvsfólkum at stýra í einum seinmodernaðum samfelagi.
7. lestrarhálvár – Modul 7:
- Granskingardesign 2
Arbeiðið við masterritgerðini er skipað í tveir partar yvir tvær lestrarhálvur. Fyrri partur er “Granskingardesign 2”, har undirvíst verður í verkstovum, har tann lesandi skal gera eitt granskingardesign til masterritgerðina. Skeiðið, granskingardesign 2, skal vera staðið, áðrenn farið verður undir at skriva sjálva masterritgerðina.
8. lestrarhálvár – Modul 8:
- Masterritgerðin
Í masterritgerðini verður arbeitt við einum sjálvvaldum evni, ið tekur støði í egnum leiðsluveruleika. Tann lesandi skal verða førur fyri at brúka granskingargrundað tilfar og háttaløg. Hetta fevnir um sjálvstøðugt og kritiskt at reflektera yvir og meta um, hvussu ein víðkað fatan av hugtakinum, fyribrigdinum og ástøðum um leiðslu kunnu gerast viðkomandi. Tann lesandi skal skrivliga og munnliga vísa, hvussu vitanin frá útbúgvingini stuðlar undir leiðslu í verki.
Skipan av útbúgvingini
Útbúgvingin er skipað sum skeið, ið eru kravskeið. Útbúgvingin er parttíðarlestur og er skipað í undirvísingarvikuskiftum, t.e. fríggjadag seinnapart og leygardag fyrrapart til tíðliga seinnapart. Útbúgvingin er skipað í tveir partar, har møguleiki er at steðga, eftir at 1. partur er staðin. Tað gevur rætt til prógv við heitinum: Diplom í leiðslu og skipan á masterstigi.
2. partur endar við eini masterritgerð, sum gevur rætt til prógv við heitinum: Master í leiðslu og skipan. Sí talvuna niðanfyri undir Bygnaður.
Framtíðarmøguleikar
Útbúgvingin gevur møguleika til starv innan leiðsluøkið í organisatiónum og fyritøkum í tí almenna og privata geiranum. Útbúgvingin gevur førleikar í at menna organisatiónir og at luttaka í undirvísingarvirksemi innan leiðsluøkið.
Framhaldandi útbúgving
Master í leiðslu og skipan kann geva møguleika til víðari lestur á Ph.D.-stigi.
Lestrarlív
Tá tú byrjar at lesa á Fróðskaparsetri Føroya, verður tú partur av einum livandi og tætt knýttum lestrarumhvørvi mitt í hjartanum av Havnini. Her ert tú – saman við hinum lesandi – í miðdeplinum, bæði tá ið tað kemur til læring og sosialt lív.
Frá fyrsta degi verður tú væl móttikin til eina skipaða intro-viku og verður partur av einum lestrarbólki saman við øðrum nýggjum lesandi.
Gott lestrarumhvørvi
Á Setrinum verður nógv gjørt fyri at skapa eitt gott lestrarumhvørvi. Her eru lestrarhøli, køkar og lestrarstovur, har tú kanst arbeiða saman við øðrum, drekka ein kaffimunn og taka tær av løttum.
Tú fært skjótt eina kenslu av, hvussu tað er at lesa á einum universiteti, og hvussu tað er at vera partur av einum spennandi og mennandi felagsskapi.
Felagsskapur og netverk
Tú kanst eisini luttaka í ymiskum felagsskapum og tiltøkum, sum verða skipað av og fyri lesandi. Her møtir tú fólki úr øðrum útbúgvingum og árgangum – eitt frálíkt høvi at knýta vinabond og skapa eitt sosialt netverk. Eisini hevur tú møguleika at luttaka í ráðum og nevndum, har tú kanst gera mun og fáa royndir, sum kunnu brúkast seinni í lívinum.
At lesa í Føroyum merkir eisini, at náttúran og mentanin eru altíð tætt við. Tað er stutt millum lestrarhøli og fjøll, hav og mentanarlív – og hetta ger Tórshavn til eitt serliga gott stað at vera lesandi.
Master í leiðslu og skipan
Master in Leadership and Management
- Lestrartíð 4 ár
- Deild Søgu- og samfelagsdeildin
- Tal á Lesandi 20
- ECTS 120
- Lestrargjald (Stakgreinir) 2000,- fyri hvørt ECTS
Endamál
Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi granskingargrundaða vitan um leiðslu og skipan í nýmótans organisatiónum. Serligur dentur er lagdur á at menna førleikar hjá teimum lesandi 1) at skilja, greina og kjakast um torskildar organisatoriskar avbjóðingar; 2) at eyðmerkja trupulleikar, at hugsa og virka strategiskt; 3) at fyrireika seg til leiðsluleiklutir; 4) at skilja týdningin av sjálvsleiðslu og sambandi millum starvsfólk; og 5) at menna leistir til leiðslu, fyrisiting og til organisatoriskan framburð, sum vísa samfelagsábyrgd og eru etiskt haldgóðar.
Bygnaður
1. partur | ||||||||
Hálvár | Skeið | ECTS | Próvtøka | Endurpróvtøka | Próvdøming | Meting | ||
1. | Persónlig leiðsla | Leiðsla og starvs-fólk | Leiðsla av organi-satión | 15 | Framløga og kjak | Sama | Innanhýsis | Staðið / ikki staðið |
2. | Organisatións-mentan Strategisk leiðsla Broytingarleiðsla | 15 | Framløga og kjak | Sama | Uttanhýsis | Próvtal | ||
3. | Búskaparstýring fyri leiðarar | 5 | Munnlig við fyrireiking | Sama | Uttanhýsis | Próvtal | ||
3. | Lóg og leiðsla | 10 | Heimauppgáva (miðvegis) og ein 4 tímar skrivlig | Sama | Uttanhýsis | Próvtal Samlað (1/3 + 2/3) | ||
4. | Diplomritgerð á Masterstigi | 15 | Framløga við støði í granskingar-design | Sama | Innanhýsis | Staðið / ikki staðið | ||
Munnlig verja við støði í ritgerð | Sama | Uttanhýsis | Próvtal |
2. partur | ||||||||
Hálvár | Skeið | ECTS | Próvtøka | Endurpróvtøka | Próvdøming | Meting | ||
5. | Leiðsla og samskifti | 7,5 | Skrivlig heimauppgáva | Sama | Innanhýsis | Próvtal | ||
5. | Leiðsla, mikrosamfelag og alheimsgerð | 7,5 | Munnlig við støði í heimauppgávu | Sama | Uttanhýsis | Próvtal | ||
6. | Burðardygg leiðsla | 7,5 | Munnlig við støði í heimauppgávu | Sama | Uttanhýsis | Próvtal | ||
6. | Organisatiónsmenning | 7,5 | Munnlig við støði í heimauppgávu | Sama | Uttanhýsis | Próvtal | ||
7. | Granskingardesign 2 | 10 | Framløga við støði í granskingar-design | Sama | Innanhýsis | Staðið / ikki staðið | ||
8. | Masterritgerð | 20 | Munnlig verja við støði í ritgerð | Sama | Uttanhýsis | Próvtal |
Próvtøkur
Próvdømingin kann vera við innanhýsis ella uttanhýsis próvdómara. Sí annars námsskipanina og reglur fyri próvtøkur, sum eru at finna á heimasíðu Setursins, í skjalinum: Reglur um próvtøkur Góðkendar av setursráðnum januar 1990.
Próvtøkurnar fyri heysthálvuna liggja í desembur/januar, meðan próvtøkurnar fyri várhálvuna liggja í mai/juni. Endurpróvtøka av skeiði, sum ikki er staðið, kann væntast ávikavíst at liggja í august/septembur ella í januar/februar.
Nærri kunning
Nærri kunning fæst við at venda tær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara á Søgu- og samfelagsdeildini (kirstinr@setur.fo) ella við at venda sær til Súsannu Olsen, útbúgvingarleiðara, susannao@setur.fo ella +298 299434