Master í løgfrøði

Um útbúgvingina
Útbúgvingini master í løgfrøði gevur tær førleikar á høgum stigi í løgfrøði. Tú lærir at eyðmerkja og greina samansettar rættarligar spurningar, og fært eisini fatan av, hvussu rættarstøða og rættarskipan er treytað av ymiskum politiskum, mentanarligum og søguligum kringumstøðum.
Upptøkutreytir
Upptøka er 2. hvørt ár, nú aftur í 2025. Umsøkjarar mugu hava bachelor við nóg mikið av løgfrøði. Nær umsøkjari hevur nóg mikið av løgfrøði verður ein ítøkilig meting, men vegleiðandi kann sigast, at kravið er lokið, um umsøkjari hevur havt minst 20 ECTS av løgfrøðiskeiðum á bachelor. Kravið um nóg mikið av løgfrøði kann eisini lúkast við viðkomandi royndum frá umsiting, leiðslu á stovni ella fakfelag o.s.fr.
Týðandi er at lýsa og skjalprógva førleikar og royndir.
Harumframt skulu allir umsøkjarar til upptøkuroynd, ið má standast við próvtalinum 7. Upptøkuroyndin er saman við umsøkjarum til bachelor í lóg og verður hildin mikudag 25. juni kl 10-16 á Námsvísindadeildini á Frælsinum í Havn.
Umsøkjarar kunnu eisini, um hetta verður mett neyðugt, verða bidnir um at koma til samrøðu ein av døgunum tíðliga í juli.
Innihald
Dogmatiskur lógkunnleiki er siðbundin gjøgnumgongd av lógkeldum á ávísum evnisligum øki, tulkan og brúki teirra.
Løgfrøðilig fatan og háttalag er djúp fatan og greinan av løgfrøðiligum háttalagi, umframt almennur akademiskur førleiki tillagaður løgfrøðiligt høpi.
Kontekstualiserandi skeið hava til endamáls at seta føroysku rættarstøðuna í høpi og geva tí lesandi eina fatan av, hvussu rættarstøða og rættarskipan er treytað av ymiskum politiskum, mentanarligum og søguligum kringumstøðum.
Ritgerð skal vera 30 ECTS. Skal sýna løgfrøðiliga fatan á høgum støði.
Framtíðarmøguleikar
Útbúgvin skulu kunna taka við størvum í almennari fyrisiting og privatari vinnu, har kravið er løgfrøði ella samsvarandi hægri útbúgving.
Framhaldandi útbúgving
Løgfrøðingar við hesi útbúgving hava førleika at fara undir ph.d. í lóg ella samsvarandi.
Lestrarlív
Tá tú byrjar at lesa á Fróðskaparsetri Føroya, verður tú partur av einum livandi og tætt knýttum lestrarumhvørvi mitt í hjartanum av Havnini. Her ert tú – saman við hinum lesandi – í miðdeplinum, bæði tá ið tað kemur til læring og sosialt lív.
Frá fyrsta degi verður tú væl móttikin til eina skipaða intro-viku og verður partur av einum lestrarbólki saman við øðrum nýggjum lesandi.
Gott lestrarumhvørvi
Á Setrinum verður nógv gjørt fyri at skapa eitt gott lestrarumhvørvi. Her eru lestrarhøli, køkar og lestrarstovur, har tú kanst arbeiða saman við øðrum, drekka ein kaffimunn og taka tær av løttum.
Tú fært skjótt eina kenslu av, hvussu tað er at lesa á einum universiteti, og hvussu tað er at vera partur av einum spennandi og mennandi felagsskapi.
Felagsskapur og netverk
Tú kanst eisini luttaka í ymiskum felagsskapum og tiltøkum, sum verða skipað av og fyri lesandi. Her møtir tú fólki úr øðrum útbúgvingum og árgangum – eitt frálíkt høvi at knýta vinabond og skapa eitt sosialt netverk. Eisini hevur tú møguleika at luttaka í ráðum og nevndum, har tú kanst gera mun og fáa royndir, sum kunnu brúkast seinni í lívinum.
At lesa í Føroyum merkir eisini, at náttúran og mentanin eru altíð tætt við. Tað er stutt millum lestrarhøli og fjøll, hav og mentanarlív – og hetta ger Tórshavn til eitt serliga gott stað at vera lesandi.
Master í løgfrøði
Master of Arts in Law
- Lestrartíð 2 ár
- Deild Søgu og samfelagsdeildin (SSD)
- Tal á Lesandi Uml. 10
- ECTS 120
- Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
- Lestrargjald (Stakgreinir) 600 DKK/ECTS
Endamál
Endamálið við útbúgvingini er at geva tí lesandi førleikar á høgum stigi í løgfrøði. Tey útbúnu skulu fata og kunna greina lóg og løgfrøði við atliti at røð av løgfrøðiligum evnum, eitt nú lóg hjá smáum løgdømum í samveldisstøðu.
Bygnaður
Útbúgvingin tekur 2 ár og fevnir um 120 ECTS. Hvørt ár er býtt í tvær lestrarhálvur, 30 ECTS hvør. Seinastu lestrarhálvu er MA-ritgerðin, ið telur 30 ECTS.
Útbúgvingin er samansett av dogmatiskum lógkunnleika, løgfrøðiligari fatan og háttalagi og kontekstualiserandi skeiðum. Býtið er:
- Dogmatiskur lógkunnleiki: 50 ECTS
- Løgfrøðilig fatan og háttalag: 20 ECTS
- Kontekstualiserandi skeið: 20 ECTS
Høvuðsritgerðin á 30 ECTS kann vera í øllum trimum fakligu evnum nevnd omanfyri.
Býtið ávísu lestrarhálvurnar er sum víst í yvirlitinum niðanfyri:
1. lestrarhálva |
| 2. lestrarhálva |
|
|
3. lestrarhálva
| 4. lestrarhálva |
Samanberandi rættur (krav) 10 ECTS
|
| 10 ECTS |
|
|
Føroysk løgsøga (krav) 10 ECTS
| Master-ritgerð 30 ECTS |
Valskeið 10 ECTS
|
| 10 ECTS |
|
| Lóggávulæra (krav) 10 ECTS |
|
Valskeið 10 ECTS
|
| Valskeið 10 ECTS |
|
| Valskeið 10 ECTS |
|
Av tí, at býtið av teimum 90 ECTS-stigunum er so, tá sæð verður burtur frá ritgerðini, at øll háttalagslig og kontekstualiserandi skeið (40 ECTS í alt) eru kravd skeið, má ein javnvág finnast móti dogmatisku skeiðunum. Hetta verður gjørt so, at øll tey fýra skeiðini, sum eru valskeið, mugu vera dogmatisk skeið. Samanlagt gerast dogmatisku skeiðini tískil fimm í tali (saman við fyrisitingarrætti, sum er kravskeið).
Miðað verður móti altíð at hava minst tvey valskeið tøk, har eitt skal veljast, og í minsta lagi trý tøk, har tvey skulu veljast.
Valskeiðini verða tikin av hesum listanum yvir skeið, sum hava verið, og øll kunnu koma aftur alt eftir, nær undirvísarar eru tøkir, og nær studentagrundarlagið er til staðar:
- Almennur setanarrættur.
- Barnarættur.
- Brúkaralóg.
- Byggi- og skipanarrættur.
- Fíggjarrættur.
- Felagsrættur.
- Upphavsrættur.
- Fiskiveiðurættur.
- Heilsurættur.
- Hjúnaskilnaðarrættur.
- Kirkjurættur.
- Føroyskur kollektivur arbeiðsrættur.
- Føroyskur kommunurættur.
- Peningastovnsrættur.
- Sosialrættur.
- Havrættur.
- Mannarættindi.
- Føroyskur stjórnarskipanarrættur I.
- Føroyskur stjórnarskipanarrættur II.
- Sivilur rættargangur.
- Altjóðarættur.
- ES-rættur.
- Altjóða privatrættur.
Próvtøkur
Royndar-/metingarhættirnir eru øðrvísi enn vanligi hátturin við roynd í endanum av hvørjum skeiði, ið telur fyri 100 % av próvtalinum. Sum meginregla verða heldur meira samansettar royndir, mangan spjaddar yvir alt undirvísingarskeiðið, og/ella verkætlanir í ymiskari stødd og ymiskum samansetingum, so sum: munnlig roynd, skrivlig heimauppgáva eftir egnum vali, bundin heimauppgáva, fleirvalaroynd ella eitt bland millum hesi.
Nærri kunning
Nærri kunning fæst við at venda tær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara á Søgu- og samfelagsdeildini (kirstinr@setur.fo) ella við at venda sær til Bárð Larsen, útbúgvingarleiðara, bardurl@setur.fo
Um umsøkjari ikki hevur bachelor prógv frá Setrinum, má viðkomandi svara nøktandi uppá eina upptøkuroynd. Les nærri um upptøkuroyndina HER.