Skriva út

M.A. í løgfrøði

Master of Arts in Law
  • Lestrartíð 2 ár
  • Deild Søgu og samfelagsdeildin (SSD)
  • Tal á Lesandi Uml. 20
  • ECTS 120
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 600 DKK/ECTS

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at geva tí lesandi førleikar á høgum stigi í løgfrøði. Tey útbúnu skulu fata og kunna greina lóg og løgfrøði við atliti at røð av løgfrøðiligum evnum, umframt lógkønari útgávu og lóg hjá smáum løgdømum í samveldisstøðu.

Bygnaður

Útbúgvingin er ikki deild upp í ymisk skeið ymiskar lestrarhálvur. Í hvørjari lestrarhálvu skulu bert lesast 30 ECTS.

Ymiskt er, hvørjar lærugreinar vera bjóðaðar fram hvørja lestrarhálvu, men vanliga trý til fýra skeið. Her er yvirlit yvir skeið, sum hava verið hildin:

Heyst

2022

Vár

2022

Heyst

2021

 

Vár

2021

 

Heyst
2020

 

Vár
2020

Heyst

2019

Vár
2019
Heyst
2018
Vár
2018
Heyst
2017
Vár
2017
Heyst
2016
Vár 
2016
Heyst
2015
Vár
2015
Heyst
2014
Vár
2014

Lóggávulæra

10 ECTS

Fyrisitingarlóg

10 ECTS

Sivilur rættargangur

10 ECTS

Almennur starvsfólkarættur

10 ECTS

Løgsøga

10 ECTS

Løgfrøðilig fatan

10 ECTS

Kollektivur arbeiðsrættur

10 ECTS

Heimastýris-
skipanin
10 ECTS
Løgfrøðilig
fatan§
10 ECTS
Fiskiveiðu-
rættur

10 ECTS

Kollektivur arbeiðsrættur

10 ECTS

Byggi- og
skipanarlóg

10 ECTS

Almennur
starvsfólka-
rættur

10 ECTS

Kommunu-
rættur•

10 ECTS

Kollektivur
arbeiðs-
rættur•

10 ECTS

Fyrisitingar-
lóg•

10 ECTS

Kommunu-
rættur•

10 ECTS

Løgsøga•*

Sosialrættur

10 ECTS

Løgfrøðilig fatan

10 ECTS

Samanberandi rættur

10 ECTS

Peningastovnsrættur

10 ECTS

Kirkjurættur

10 ECTS

Fyrisitingarrættur

10 ECTS

Skattarættur

10 ECTS

Almennur starvsfólka-rættur
10 ECTS

Endurgjalds-
rættur

10 ECTS

Sosial-
rættur

10 ECTS

Skattarættur

10 ECTS

Altjóða lóg

10 ECTS

Hjúna-skilnaðar-rættur

10 ECTS

Løgsøga

10 ECTS

Skattarættur•

10 ECTS

Brúkaralóg•

10 ECTS

Byggi- og
býarskipan-
arlóg•

10 ECTS

At skriva
ritgerð í lóg*§

5 ECTS

Føroyskur skattarættur

10 ECTS

Sosialrættur

10 ECTS

Føroyskur skattarættur

10 ECTS

Úrskurðargreining

10 ECTS

Altjóða lóg

10 ECTS

Heilsurættur

10 ECTS

Fíggjarrættur

10 ECTS

Brúkara_
lóg
10 ECTS

Fyrisitingar_

lóg•

10 ECTS

Substatsligar stjórnar-
skipanir

10 ECTS

Løgfrøðilig fatan

10 ECTS

Føroysk
fyrisitingar-
lóg

10 ECTS

Heimastýri
og
stýriskipan

10 ECTS

Kirkjurættur

10 ECTS

Barnarættur•

10 ECTS

Altjóða lóg•

10 ECTS

At skriva
ritgerð í lóg§

5 ECTS

At skriva*§  
grein í lóg

Løgsøga

10 Ects

Fíggjarrættur

10 ECTS

Føroyskur kollektivur arbeiðsrættur

10 ECTS

Føroyskur stjórnarskipanar-rættur I

10 ECTS

Almennur etikkur

10 ECTS

Mannarættindi, religión og politikkur

10 ECTS

Almennur etikkur
10 ECTS

Mannarættindi, religión og politikkur
10 ECTS

Fíggjarrættur

10 ECTS

Almennur
etikkur

10 ECTS

Nýggjur
vestnorrønur
stjórnar-rættur

10 ECTS

At skriva
ritgerð í lóg§

5 ECTS

Fíggjarrættur•

10 ECTS

At skriva
ritgerð í lóg§

5 ECTS

At skriva
grein í lóg§

5 ECTS

Løgfrøðilig
fatan§

10 ECTS

Heilsurættur

10 ECTS

At skriva
grein í lóg§

5 ECTS

At skriva
ritgerð í lóg§

5 ECTS

At skriva
grein í lóg§
5 ECTS

(G) Rule of
Law•

10 ECTS

(G) Konsti-
tusjonelt
Demokrati•*

10 ECTS

(G) Modern
Constitutions§

10 ECTS

At skriva
grein í lóg§

5 ECTS

(G) Continental
Shelf
(SACS)•

5 ECTS

(G) Continental
Shelf (SACS)•

5 ECTS

Løgfrøðilig
fatan§

10 ECTS

                 Dogm. 40 ECTSDogm. 40 ECTSDogm. 35 ECTSDogm. 30 ECTSDogm. 15 ECTS
                Háttal.10 ECTSHáttal. 20 ECTSHáttal.20 ECTSHáttal. 10 ECTSHáttal. 10 ECTS

Heyst2021

GG: Drag til høgru fyri at síggja alla tabellina
*
Skeiðið er ella verður hildið
• Skeiðið er í dogmatiskum evnum; 50 ECTS eru kravd at fáa prógv sum master í løgfrøði  
§ Skeiðið er í løgfrøðiligum háttalagi; 10 ECTS kravd at fáa prógv sum master í løgfrøði
(GF) Gestafak – undirvísarar úr øðrum londum, undirvíst á øðrum málum enn føroyskum
(X) Skeiðið verður møguliga boðið út eisini hesa lestrarhálvuna

Tilsamans krevjast 120 ECTS at fáa prógv sum master í løgfrøði, harav 30 ECTS fyri ritgerð

Fulltíðarlestur krevur 30 ECTS hvørja lestrarhálvu.

Skipan av útbúgvingini

Master útbúgvingin í løgfrøði tekur tvey ár. Útbúgvingin er samansett av dogmatiskum lógkunnleika, løgfrøðiligari fatan og háttalagi og valgreinum. Útbúgvingin endar við eini masterritgerð.

Lesast skulu 120 ECTS, og býtið er:

  • Dogmatiskur lógkunnleiki: 50 til 80 ECTS
  • Løgfrøðilig fatan og háttalag: 10 ECTS
  • Høvuðs ritgerð: 30 ECTS
  • Valgreinar: 0 til 30 ECTS

Innihald

Dentur verður lagdur á, at tey útbúnu skulu fata og duga at greina lóg og løgfrøði við atliti at fyrisitingarlóg, lógkønari útgávu og lóg hjá smáum løgdømum í samveldisstøðu, m.a. lóggávu, venju og aðrar rættarkeldur, umframt altjóða lóg, felagsmál og samanberandi greinan.

Dogmatiskur lógkunnleiki er siðbundin gjøgnumgongd av lógkeldum á ávísum evnisligum øki, tulkan og brúk teirra. Flestu dogmatisku lærugreinarnar taka støði antin í føroyskari lóg ella annars við atliti at lóg viðkomandi fyri smá løgdømi í samveldisstøðu.

Løgfrøðilig fatan og háttalag er djúp fatan og greinan av løgfrøðiligum háttalagi, umframt almennur akademiskur førleiki tillagaður avbjóðingum í løgfrøðiligum høpi.

Valgreinar eru skeið, ið ikki lættliga kunnu bólkast sum antin dogmatisk ella løgfrøðilig fatan og háttalag, men eru viðkomandi fyri samlaðu læruúrtøkuna. Hetta kunnu vera heimspekiliga ella samfelagsvísindaliga litað skeið, ið kasta ljós á ávís løgfrøðilig evni­­.

Ritgerð skal vera 30 ECTS og skal sýna løgfrøðiliga fatan á høgum støði.

Próvtøkur

Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru vanliga í desember og januar, summarpróvtøkur eru vanliga í mai og juni. Skipað verður fyri endurpróvtøku og sjúkrapróvtøku um várið og um heystið.

Upptøkutreytir

Studentarnir skulu frammanundan antin hava í minsta lagi bachelor í løgfrøði ella annan bachelor.

Hevur studenturin annan bachelor enn í løgfrøði, er eisini krav, at viðkomandi gjøgnum útbúgvingina og/ella royndir hevur nóg mikið av løgfrøði.

Til ber eisini at lúka krøvini um akademiska og viðkomandi undanútbúgving við at vísa á eftirútbúgving og royndir.

Viðkomandi royndir kunnu vera í umsiting av lóggávu, leiðsla hjá stovni ella fakfelag, sitið í kommunustýri ella á tingi, starv í grannskoðan ella øðrum eftirliti.

Sera viðkomandi eru tikin stakskeið í lóg á Fróðskaparsetrinum.

Týðandi er at lýsa og skjalprógva førleikar og royndir.

Harumframt skulu allir umsøkjarar til upptøkuroynd. Upptøkuroyndin er saman við umsøkjarum til Embætisprógv í lóg og verður hildin mikudag 29. juni kl 10-14 á veghædd á Søgu- og samfelagsdeildini, Jónas Broncksgøta 25, 100 Tórshavn. Les nærri um upptøkuroyndina her.

Umsøkjarar, ið verða mettir at eiga at koma til samrøðu, mugu hava mánadagin 4. juli tøkan og fáa boð um nærri tíð beint eftir, at umsóknarfreistin er úti.

Til ber at søkja um upptøku her.

Framtíðarmøguleikar

Útbúgvin skulu kunna taka við størvum í almennari og privatari fyrisiting, har kravið er løgfrøði ella samsvarandi hægri útbúgving. Hava tey bachelor í løgfrøði framman undan, skulu tey eisini kunna virka sum advokatar og dómarar.

Framhaldandi útbúgving

Løgfrøðingar við hesi útbúgving hava førleika at fara undir ph.d. í lóg ella samsvarandi.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til Bárð Larsen, útbúgvingarleiðara, bardurl@setur.fo