2411.09 - Føroyskur kollektivur arbeiðsrættur - Masterstig løgfrøði


Skeiðsnummar
2411.09
Heiti
Føroyskur kollektivur arbeiðsrættur - Masterstig løgfrøði
ECTS
10
Endamál
At veita innlit í føroyska felagsverklóg (kollektivan arbeiðsrætt), serliga í tær mongu rættarkeldurnar á arbeiðsmarknaðinum merktum av spjaddum rættarskapandi stovnum sum fakfeløgum, dómstólum, altjóða rákum umframt lóggávu og fyrisiting, ið merkja eina ymiskliga og broytiliga støðu. Dentur verður lagdur á háttalag at meta um rættarstøðuna.
Innihald
Mest týðandi tilfar verða felags sáttmálar millum arbeiðsgevara- og løntakarafeløg, nakrar tinglógir og grundreglur og dómar, ið tulka og brúka felags rættarreglur á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Harumframt verður hugt at tilfari úr grannalondum til samanberingar. Stórur partur av tilfarinum sæst á www.lnd.fo www.industry.fo og www.fg.fo.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað við framløgum frá lærara og gestafyrilestra-haldarum – ætlandi dómarum og lærdum úr grannalondum og Føroyum. Eisini verða studentaframløgur.
Próvtøkuháttur
rivlig avrik telja 1/3 av próvtalinum, munnlig próvtøka 2/3. Uttanseturs próvdómari.
Lestrarlisti
Pensum (fyribils) Lógir Lov for Færøerne um Mægling i Arbejdsstridigheder Europeiski mannarættindasáttmálin (brot) Fyrisitingarlógin (brot) Grundlóg og stýrisskipanarlóg (brot) Javnstøðulógin Viðmerkingar til javnstøðulógina Lóg um mál hjá FG Lov om Voldgift Rættargangslóg (brot) Dómar 1. Dómar á www.fg.fo – úrskurðir 2. Dómar í tilfarssavni 1. føroyskir 2. danskir 3. mannrættinda Bók Jens Kristiansen: Den kollektive arbejdsret (2. udg.) Lógarritið & Annað Kári á Rógvi: Inngangur til kollektivan arbeiðsrætt 1 FLR (2001) 241 Kári á Rógvi: “Fordømi og fordómar” Greinar frá www.fg.fo Brot úr bókum, t.d. Tit bygdu hetta land. Tilfarssavn Verður skipað sum ringbind við útbýttum kopium; nakað av tilfarinum verður klárt ultimo august, restin verður býtt út so við og við á skeiðnum. Alt nevnda pensum (uttan bókin) verður í tilfarsavninum.
Ábyrgd
Kári á Rógvi