2411.11 - Føroyskur kollektivur arbeiðsrættur. Stakskeið í løgfrøði - masterstig.


Skeiðsnummar
2411.11
Heiti
Føroyskur kollektivur arbeiðsrættur. Stakskeið í løgfrøði - masterstig.
ECTS
10
Endamál
At veita innlit í føroyska felagsverklóg (kollektivan arbeiðsrætt), serliga í tær mongu rættarkeldurnar á arbeiðsmarknaðinum merktum av spjaddum rættarskapandi stovnum sum fakfeløgum, dómstólum, altjóða rákum umframt lóggávu og fyrisiting, ið merkja eina ymiskliga og broytiliga støðu. Dentur verður lagdur á háttalag at meta um rættarstøðuna.
Innihald
Mest týðandi tilfar verða felags sáttmálar millum arbeiðsgevara- og løntakarafeløg, nakrar tinglógir og grundreglur og dómar, ið tulka og brúka felags rættarreglur á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Harumframt verður hugt at tilfari úr grannalondum til samanberingar. Stórur partur av tilfarinum sæst á www.lnd.fo www.industry.fo og www.fg.fo.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað við framløgum frá lærara og gestafyrilestra-haldarum – ætlandi dómarum og lærdum úr grannalondum og Føroyum. Eisini verða studentaframløgur.
Próvtøkuháttur
Skrivlig avrik telja 1/3 av próvtalinum, munnlig próvtøka 2/3. Til munnligu próvtøkuna fær hin lesandi hálvan tíma til fyrireiking og hevur loyvi at hava pensum og annað tilfar frá undirvísingini við í fyrireikingarhølið. Próvtøkuspurningurin er um ávís evni í pensum. Uttanseturs próvdøming eftir galdandi próvtalsstiga.
Lestrarlisti
DKA2 – Jens Kristiansen: Den kollektive arbejdsret (2. udg.) TS – Kári á Rógvi: tilfarsavn í felagsverklóg – tøk á neti ella sum kopi undan undirvvísing. Lógir Lov for Færøerne um Mægling i Arbejdsstridigheder Europeiski mannarættindasáttmálin (brot) Fyrisitingarlógin (brot) Javnstøðulógin Lóg um mál hjá FG Lov om Voldgift Starvsmannalógin Sáttmálar Sáttmáli um fasta gerðarrætt við viðmerkingum Hovedaftale mellem Fíggjarmálastýrið og Farmakonomforeningen Sáttmáli millum AKF og FMR Høvuðsavtala FMR og BLF Sáttmáli millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið Lønarsáttmáli millum FA og FAG Lønarsáttmáli HAK og FAG Dómar 1. Dómar á www.fg.fo – úrskurðir 2. Dómar í tilfarssavni Bók Jens Kristiansen: Den kollektive arbejdsret (2. udg.) Tilfarssavn Framløgur
Ábyrgd
Kári á Rógvi