2412.10 - Føroysk fyrisitingarlóg - Masterstig í Løgfrøði


Skeiðsnummar
2412.10
Heiti
Føroysk fyrisitingarlóg - Masterstig í Løgfrøði
ECTS
10
Endamál
At veita innlit í føroyska fyrisitingarlóg, serliga í tey mongu sløgini av rættarkeldum, tinglógir, dómalóg, venju hjá umboðsmannastovni, kærunevndum og øðrum stovnum. Út frá dømum um praktiskar avbjóðingar í føroyskari fyrisiting verða tey lesandi kunnaði um mótið millum evniligar, tøkniligar spurningar og so fyrisitingarligar spurningar. Dentur verður lagdur á háttalag at meta um rættarstøðuna.
Innihald
I praktiskari fyrisiting á almennum stovnum verða stór krøv sett fyrisitarum, bæði lógkønum og fólki við aðrari útbúgving. Karmar eru settir í lóg, men innan hesar karmar skulu fyrisetarar at leggja virki sítt til rættis, ráðgeva ovastu leiðsluni um møguleikar og avleiðingar. Hetta kann bæði vera avbjóðandi og spennandi, men setir eisini krøv um at gera vart við seg, tá ið ætlan er at taka óheimilaði stig. Oftast er neyðugt bæði at hava serkunnleika á ávísum fyrisitingarligum ella tøkniligum øki umframt duga at brúka fyrisitingarligar meginreglur. Skeiðið skal tí geva teimum lesandi kunnleika og amboð at greina tær ymsu skyldur og reglur, ið hvíla á fyrisitingini. Tey lesandi verða fyrireikaði til ráðgevandi leiklutin í almennari fyrisiting.
Læru- og undirvísingarhættir
54 undirvísingartímar. Undirvísingin verður skipað við framløgum frá lærara og gestafyrilesarum. Eisini verða studentaframløgur.
Próvtøkuháttur
Skrivlig avrik telja 1/3 av próvtalinum, 6 tímars skrivlig próvtøka 2/3. Dømt verður eftir 13-tals stiganum við uttanseturs próvdómara.
Ábyrgd
Kári á Rógvi