2413.10 - Mannarættindi og revsirættur í Føroyum - Masterstig í Løgfrøði


Skeiðsnummar
2413.10
Heiti
Mannarættindi og revsirættur í Føroyum - Masterstig í Løgfrøði
ECTS
10
Endamál
At veita innlit í týdning fyri og ávirkan á revsirætt av mannarættindum, serliga Europeiska Mannarættindasáttmálanum. Tey lesandi skulu fáa nøktandi innlit í revsing og mannarættindi til tess at kunnu eyðmerkja og greina trætur, har hesar rættarreglur fáa týdning í senn og tí bæði møtast og skulu avvigast.
Innihald
keiðið kannar bæði almennar og serstakar spurningar á mótinum millum revsirætt og mannarættindi. Meginreglur sum legalitetsprinsippið í § 1 í verandi donsk-føroysku revsilóg og forboðið móti afturvirki í grein 7 í EMRS verða viðgjørd. Harumframt verður hugt at tulkingarstíli og venju hjá bæði norðurlendskum dómstólum og Europeiska Mannarættindadómstólinum. Evni sum framsøgufrælsi og trúarfrælsi í samvirkan við revsirætt eru somuleiðis sera týðandi. Skeiðið er serliga viðkomandi, nú ætlanir eru at yvirtaka revsirætt sum føroyskt sermál.
Læru- og undirvísingarhættir
54 undirvísingartímar. Undirvísingin verður skipað við framløgum frá lærara og gestafyrilesarum – ætlandi dómarum og lærdum úr grannalondum og Føroyum. Eisini verða studentaframløgur.
Próvtøkuháttur
Skrivlig avrik telja 1/3 av próvtalinum, munnlig próvtøka 2/3. Dømt verður eftir 13-tals stiganum við uttanseturs próvdómara.
Lestrarlisti
Pensumlisti til mannarættindi og revsirættur í Føroyum Bøkur: Trine Baumbach, Det strafferetlige legalitetsprincip, síða 152 – 315 og s. 349 – 379:....... s.193 Greinasavn um Sameindu Tjóðir og mannarættindi, síða 23 – 90:.......................................s. 67 Greinar: Jonas Christoffersen, U2000B.593, Højesteret og Den Europæiske Menneskerettighedskonvention.......................................................................................... s. 6 Jens Edvin A. Skoghøy, Forbudet mod gjentatt strafforfølgning i den europeiske menneskerettskonvensjon protokol 7 artikkel 4, nr. 1 (“ne bis in idem”): .........................s. 35 Trine Baumbach, Kønsligestilling i strafferetten – en retlig overset problemstilling (Finst á UfR undir U2009B, 259):........................................................................................ s. 10 Lesarabræv í Dimmalætting 23/12-2005, skrivað av Mogens Tilsted, sóknarpresti í Norðurstreymoy:............................................................................................................... s. 2 Lesarabræv í Sosialinum 19/01-2006, skrivað av Theodor E. D. Olsen viðv. Gerhardi Lognberg:...............................................................................................................s. 2 Grein í Dimmalætting 4/1-2006, skrivað av Georg L. Petersen, viðv. at bólkurin 200 hevur meldað Mogens Tilsted sóknarprest:........................................................................s. 1 Skriv frá Føroya Landfúta til Mogens Tilsted, sóknarprest um at einki verður gjørt við meldingina av honum. Dagfest 5/1-2006:.....................................................................s. 1 Brot úr “West-Nordic constitutional judicial review”, Kári á Rógvi, s.2 , s. 60 og s. 66-68 um U1976.184H, s. 73-74 um Bergens tidende, s. 208-212 um Thorgeirson v. Island og Jersild v. Denmark ..............................................s. 9 Løgføðiligar vegleiðingar: Vejledning nr. 9801 af 03/06/2005 om lovkvalitet, afsnit 4.3.11 “særligt om strafferegler”, finst á www.retsinfo.dk: ........................................................... s. 2 Brot úr skrivi frá Rigsadvokaten viðv.§ 266 b og talu- og skrivi frælsi eftir grundlógini og Europeiska mannarættinda sáttmálanum: ...................................................................s. 23 Føroyskir/danskir/norðurlendskir dómar: U1976.869Ø..................................................................................................................... s. 1 U2009.2372H..................................................................................................................... s. 3 U2001.1965Ø..................................................................................................................... s. 3 U2005.2621Ø – Nordsee.................................................................................................... s.4 TfK 2003.774/3 ................................................................................................................. s. 1 U2000.307H...................................................................................................................... s. 2 U2009.1036H..................................................................................................................... s. 4 U1990.636V....................................................................................................................... s. 3 Svenski dómurin móti Åke Green (mål nr. B 1050-05)...................................................... s. 23 EMD-dómar: Case of Vasileva v. Denmark, 23. sept. 2003 s. 11 Case of Streletz, Kessler and Krenz v. Germany, 22/03-2001 s. 14 Engel and others v. the Netherlands, 08/06-1976 s. 2 Welch v. United Kingdom, 09/02-1995 s. 1 Jamil V. France, 08/06-1995 s. 3 Cantoni v. France, 15/11-1996 s. 3 Kokkinakis v. Belgium, 25/5-1993 s. 4 Franz Fischer v. Austria, 29/05-2001 s. 6 Oliveira v. Switzerland, 30/07-1998 s. 7 Bergens Tidende and others v. Norway, 2/8-2000 s. 21 Jersild v . Denmark, 23/9-1994 s. 20 íalt umleið s. 487 Tær rættarreglur sum eru nevndar í notunum og sum hava verið frammi gjøgnum kjak og uppgávur mugu lesast til próvtøkuna. Tær verða tiknar við í samtaluna. Rættarreglurnar finnast til dømis í hesum lógum: revsilóg rættargangslóg Grundlóg Ferðslulóg Europeiski Mannarættindasáttmálin kvinnurættindasáttmálin (CEDAW)
Ábyrgd
Kári á Rógvi