2417.10 - Føroyskur skattarættur - Masterstig í Løgfrøði


Skeiðsnummar
2417.10
Heiti
Føroyskur skattarættur - Masterstig í Løgfrøði
ECTS
10
Endamál
At veita teimum lesandi kunnleika til føroyskan skattarætt í lóg og venju. Tey lesandi skulu fáa innlit í týðandi rættarkeldur og gransking á økinum, og grundleggjandi førleikar at meta um høvi og loysnir innan skattarætt. Tey lesandi skulu: • læra at skilja og síggja, nær ein avgerð ella ætlan kann hava við sær skattlegging. • duga at leita fram og meta um tær rættarkeldur, sum kunnu svara skattligum spurningum. • fáa venju í at bera fram skattarættarliga próvgrund í skrift og talu. • fáa eina fatan av, hvussu skattarættur er knýttur at vinnulívsrættinum. • sjálvstøðugt megna at leggja fram og viðgera ávíst evni í hesum høpi. Skeiðið vendir sær eisini til teirra, ið hava almennan áhuga fyri føroyskum skattarætti. Donsk umseting: At give de studerende kundskab til færøsk skatteret såvel lov som retspraksis. De studerende skal få indblik i væsentlige retskilder og forskning på området samt grundlæggende kompetencer til at identificere skatteretlige problemer og løsninger heraf. De studerende skal: • lære at forstå og se, hvornår en afgørelse eller påtænkt handling kan udløse beskatning • lære at identificere og vurdere de retskilder, som kan medvirke til at løse skattemæssige problemstillinger • opnå kompetence i at formidle skatteretlig argumentation i skrift og tale • opnå en forståelse af, hvorledes skatteret indgår som en del af erhversretten • opnå færdigheder i selv at formidle og analysere konkrete emner i denne sammenhæng Kurset henvender sig også til dem, som har en generel interesse for færøsk skatteret.
Innihald
Tey lesandi fáa t.d. kunnleika til keldur og grundreglur í skattarættinum, hvussu skattskyldan verður umsitin, persónbundnu skattskylduna, undir hesum altjóða tvískatting, fæbundnu skattskylduna, undir hesum hvussu skattskylduga inntøkan verður uppgjørd, skattligar avskrivingar, kapitalvinningsskatt. Førleikafrágreiðing: Málið er, at tey lesandi verða før fyri at: -Leita fram, meta um og bera fram próvgrundir við støði í teimum skattarættarligu rættarkeldunum og greiða frá, hvussu skattavaldið er skipað og hvørjar uppgávur tað hevur. -Umrøða og meta um ásetingarnar um fulla og avmarkaða skattskyldu, hvønn týdning tvískattaavtalur hava, og gjøgnum cases taka støðu til hvussu og nær hesar ásetingar eru galdandi. -Meta um og bera fram próvgrundir við støði í inntøkuhugtakinum og greiða frá, nær talan er um inntøkuskatt og nær talan er um kapitalvinningsskatt, og gjøgnum cases taka støðu til hesar ásetingar. -Greiða frá, greina og meta um skattarættarligu kostnaðarlæruna, undir hesum at grundgeva fyri muninum millum rakstrarútreiðslur, privatar útreiðslur og útreiðslur til støðisfæ (útreiðslur til løgur/stovning). -Greina og seta í perspektiv reglurnar um tíðaravmarking (periodisering) og reglurnar um skattligar avskrivingar. Gera nýtslu av hesum greglum við at loysa ítøkiligar cases. -Greina, bera fram próvgrundir og set í perspektiv reglurnar um kapitalvinningsskatt og taka fakliga grundaðar avgerðir við støði í hesum reglum. -Greina og umrøða ásetingarnar um skattlegging av immateriellum ognum og ásetingarnar um gávur. -Umrøða markið millum persónskatt og skattlegging av feløgum – íognarfeløg, onnur feløg og grunnar – og meta um, hvønn týdning hetta hevur viðvíkjandi spurninginum um, hvør er rætti móttakari av inntøkuni (krógvað vinningsbýti). -Bera fram próvgrundir viðvíkjandi persónbundnu skattskylduni hjá feløgum, nær skyldan hjá feløgum byrjar og endar, og taka fakliga grundaðar avgerðir við støði í hesum viðurskiftum. -Greina reglurnar um stovnan av feløgum, undir hesum útvegan av kapitali, tunna kapitalisering, umskipan viðvíkjandi persónliga riknum vinnuvirki til vinnufelag, skattafría samanlegging og at flyta ognir skattafrítt millum feløg umframt samskatting. -Eyðmerkja og greina inntøkuuppgerðina hjá feløgum, undir hesum transfer pricing. -Yvirskipaða vitan um tonsaskatting, eftirlønarskatting, skatting í samband við deyða, bókhaldsskyldu og minstukrøv til ársroknskapir, ársuppgerð, ognaruppgerð, upplýsingarskyldu og innheinting, stuðulsskipan og gjald av vinningi við burturluting o.ø. -Leggja fram og orðað sína vitan og próvgrundir á rættan og samanhangandi hátt og við góðum málburði. Donsk umseting: De studerende opnår f. eks. kendskab til og forståelse for skatterettens kilder og grundregler, skattamyndighedernes organisation, den subjektive skattepligt, herunder international dobbeltbeskatning, den objektive skattepligt, herunder opgørelsen af den skattepligtige indkomst, skattemæssige afskrivninger, kapitalavancebeskatning. Kompetencebeskrivelse Málið er, at tey lesandi verða før fyri at: Fagets mål er, at den studerende skal kunne: -Leita fram, meta um og bera fram próvgrundir við støði í teimum skattarættarligu rættarkeldunum og greiða frá, hvussu skattavaldið er skipað og hvørjar uppgávur tað hevur. -Identificere og reflektere over og argumentere på baggrund af de skatteretlige retskilder og redegøre for skattemyndighedernes organisation og arbejdsopgaver. -Umrøða og meta um ásetingarnar um fulla og avmarkaða skattskyldu, hvønn týdning tvískattaavtalur hava, og gjøgnum cases taka støðu til hvussu og nær hesar ásetingar eru galdandi. -Diskutere og reflektere over reglerne om fuld og begrænset skattepligt, dobbeltbeskatningsoverenskomsternes betydning samt bedømme, i hvilket omfang reglerne finder anvendelse i konkrete cases. -Meta um og bera fram próvgrundir við støði í inntøkuhugtakinum og greiða frá, nær talan er um inntøkuskatt og nær talan er um kapitalvinningsskatt, og gjøgnum cases taka støðu til hesar ásetingar. -Reflektere over og argumentere på baggrund af indkomstbegrebet og forklare forholdet mellem indkomstbeskatning og beskatning af kapitalgevinster på baggrund af konkrete cases. -Greiða frá, greina og meta um skattarættarligu kostnaðarlæruna, undir hesum at grundgeva fyri muninum millum rakstrarútreiðslur, privatar útreiðslur og útreiðslur til støðisfæ (útreiðslur til løgur/stovning). -Redegøre for, analysere og reflektere over det skatteretlige driftsomkostningsbegreb, herunder foretage begrundede sondringer mellem driftsomkostninger, privatudgifter og anlægsudgifter. -Greina og seta í perspektiv reglurnar um tíðaravmarking (periodisering) og reglurnar um skattligar avskrivingar. Gera nýtslu av hesum reglum við at loysa ítøkiligar cases. -Analysere og perspektivere periodeafgrænsningsreglerne og reglerne om skattemæssige afskrivninger samt anvende disse regler på konkrete cases. -Greina, bera fram próvgrundir og seta í perspektiv reglurnar um kapitalvinningsskatt og taka fakliga grundaðar avgerðir við støði í hesum reglum. -Analysere, argumentere og perspektivere reglerne om kapitalavancebeskatning samt træffe fagligt begrundede valg på baggrund af disse regler. -Greina og umrøða ásetingarnar um skattlegging av immateriellum ognum og ásetingarnar um gávur. -Analysere og diskutere reglerne om beskatning af immaterielle aktiver samt reglerne om gaver. -Umrøða markið millum persónskatt og skattlegging av feløgum – íognarfeløg, onnur feløg og grunnar – og meta um, hvønn týdning hetta hevur viðvíkjandi spurninginum um, hvør er rætti móttakari av inntøkuni (krógvað vinningsbýti). -Forklare forskelle og sammenhænge mellem personskat og beskatning af selskaber – interresentskaber, andre selskaber og fonde - og reflektere over, hvilken betydning dette kan have i relation til spørgsmålet om, hvem er rette indkomstmodtager (kamufleret udlodning) . -Bera fram próvgrundir viðvíkjandi persónbundnu skattskylduni hjá feløgum, nær skyldan hjá feløgum byrjar og endar, og taka fakliga grundaðar avgerðir við støði í hesum viðurskiftum. -Redegøre for selskabers subjektive skattepligt, hvornår skattepligten indtræder og ophører, samt træffe fagligt begrundede valg på baggrund af disse forhold. -Greina reglurnar um stovnan av feløgum, undir hesum útvegan av kapitali, tunna kapitalisering, umskipan viðvíkjandi persónliga riknum vinnuvirki til vinnufelag, skattafría samanlegging og at flyta ognir skattafrítt millum feløg umframt samskatting. -Analysere reglerne om stiftelse af selskaber, herunder kapitaltilførsel, tynd kapitalisering, omdannelse af personligt drevet virksomhed til aktieselskab, skattefri sammenlægning, skattefri afhændelse af aktiver mellem selskaber samt sambeskatning af selskaber. -Eyðmerkja og greina inntøkuuppgerðina hjá feløgum, undir hesum transfer pricing. -Identificere og analysere indkomstopgørelsen for selskaber, herunder transfer pricing. -Yvirskipaða vitan um tonsaskatting, eftirlønarskatting, skatting í samband við deyða, bókhaldsskyldu og minstukrøv til ársroknskapir, ársuppgerð, ognaruppgerð, upplýsingarskyldu og innheinting, stuðulsskipan og gjald av vinningi við burturluting o.ø. -Overordnet kendskab til tonnagebeskatning, pensionsbeskatning, dødsbobeskatning, bogføringspligt, mindstekrav til årsregnskaber, årsopgørelse, ejendomsopgørelse, oplysningspligt, inddrivelse, støtteordninger samt betaling af gevinster ved lotteri m.m. -Leggja fram og orðað sína vitan og próvgrundir á rættan og samanhangandi hátt og við góðum málburði. -Formidle og formulere sin viden og argumentation fagligt og sprogligt korrekt på en struktureret og sammenhængende måde.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er 40 tímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur, venjingar, kjak og uppgávuskriving. Kurset er 40 timer. Undervisningen er organiseret som forelæsninger, formidling, cases, diskussion og opgavebesvarelser.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka. Lesandi fær hálvan tíma til fyrireiking og hevur loyvi at hava pensum og annað tilfar frá undirvísingini við í fyrireikingarhølið. Próvtøkuspurningurin er um eitt ávíst evni í pensum. Uttanseturs próvdøming eftir galdandi próvtalsstiga. Atgongd til munnligu próvtøkuna er treytað av, at latin er inn ein skrivlig uppgáva. : Mundtlig eksamen. Den studerende får en halv times forberedelse og har lov til at medbringe pensum og andet undervisningsmateriale under forberedelsen. Eksamensspørgsmålet omhandler et konkret emne fra pensum. Ekstern censorering i henhold til gældende karakterskala. Adgang til eksamen er betinget af, at der har været afleveret en skriftlig opgave.
Lestrarlisti
Bókin Føroyskur Skattarættur o.a., umleið tilsamans 500 síður. Pensum: Bogen “Føroyskur Skattarættur” o.a., omkring ialt 500 sider.
Ábyrgd
Eyðfinnur Jacobsen