2419.11 - Brúkaralóg. Stakskeið í løgfrøði - masterstig.


Skeiðsnummar
2419.11
Heiti
Brúkaralóg. Stakskeið í løgfrøði - masterstig.
ECTS
10
Endamál
At veita innlit í føroyska brúkaralóg í víðari merking, hetta fevnir um innlit í marknaðarføringarlógina og aðrar lógir, ið viðvíkja veitarum og brúkarum, so sum keypilóg og ásetingar um trygd, ábyrgd og rættargang. Hetta innlit skal fevna um í senn tættir í privatlóg (millum brúkara og veitara), almennari lóg (heimildir og skyldur hjá eftirlitismyndugleikum), process (mannagongdir í eftirliti, kæru og rættarsókn), umframt fatan av bæði rættarstøðuni í grannalondum og væntandi framtíðar gongd og menning á økinum.
Innihald
Brúkaralóg er nýggj bæði sum lóggáva og frøðigrein í Føroyum. Fakið tekur tí støði í bæði nýligari lóggávu og spjaddum eldri ásetingum, ið geva ávísa brúkaravernd, men harumframt verður hugt bæði at venju hjá brúkaraumboði og øðrum stovnum og venju úr øðrum londum. Dentur verður lagdur á at taka upp spurningar sum - hvør er brúkari? - hvar eru brúkaralóg og marknaðarføringslóg í breiðari merking at finna? - hvussu verða hesar lógir tulkaðar og brúktar? - hvørji markamót móti øðrum rættarøkjum (sum t.d. leigulóg) eru viðkomandi fyri brúkaralóg? - hvørji krøv eru væntandi í samvinnu við aðrar tjóðir (t.d. ES)? - Hvør er gongdin í grannalondum, sum væntast at kunna ávirka lóggávu og venju hjá okkum? - Hvussu dynamisk og mennandi er føroysk lóg á økinum, hvørjar doktrinir og venjur eru um at taka seg upp og mennast? Undirvíst verður út frá útlendskum tilfari eins væl og føroyskum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað við framløgum frá lærara og gestafyrilestrar-haldarum. Eisini verða studentaframløgur.
Próvtøkuháttur
Skrivlig avrik telja 1/3 av próvtalinum, munnlig próvtøka 2/3. Til munnligu próvtøkuna fær hin lesandi hálvan tíma til fyrireiking og hevur loyvi at hava pensum og annað tilfar frá undirvísingini við í fyrireikingarhølið. Próvtøkuspurningurin er um ávís evni í pensum. Uttanseturs próvdøming eftir galdandi próvtalsstiga.
Lestrarlisti
Tilfarssavn í brúkaralóg  marknaðarføringarlógin  kappingarlógin (brot)  keypilógin (brot)  avtalulógin (brot)  brúkaraavtalulógin (brot)  produktábyrgdarlógin (brot)  leigulógin (brot)  MB leigulóg  rættargangslógin (brot)  lov om finansiel virksomhed (pengeinstitutankenævn, god skik)  úrskurðarsavn á www.bruk.fo  dómar av UfR  úrskurðir og dómar frá øðrum stovnum:  www.kapping.fo,  www.elnevndin.fo,  www.leigunevndin.fo  www.forbrugerombudsmanden.dk  www.forbrug.dk  www.neytendastofa.is  www.neytandi.is
Ábyrgd
Kári á Rógvi