2421.11 - Føroyskur kommunurættur. Stakskeið í løgfrøði - masterstig.


Skeiðsnummar
2421.11
Heiti
Føroyskur kommunurættur. Stakskeið í løgfrøði - masterstig.
ECTS
5
Endamál
At veita innlit í føroyskan kommunurætt, herundir reglur og mannagongdir um skipan og virki hjá kommunustýrinum, óskrivaða rættin um kommunufulltrúina og landsins eftirlit við kommununum. Eisini er endamálið at lýsa serligu føroysku fyritreytirnar, ið tala fyri, at føroyskur kommunurættur má metast í mun til sítt sjálvstøðuga grundarlag.
Innihald
Mest týðandi tilfar verður kommunustýrislógin, fyrisitingarlógin og brot úr fakligum bókum og greinum eins og fyrisitingarligar avgerðir og dómsúrskurðir v.m. viðvíkjandi bæði kommunufulltrú og stýrisskipanarliga partinum av kommunurættinum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað við framløgum frá lærarum og gestafyrilestrar-haldarum, uppgávum og studentaframløgum.
Próvtøkuháttur
Skrivlig avrik telja 1/3 av próvtalinum (betra av tveimum uppgávum), munnlig próvtøka telur 2/3. Til munnligu próvtøkuna fær hin lesandi hálvan tíma til fyri-reiking og hevur loyvi at hava pensum og annað tilfar frá undirvísingini við í fyrireikingar-hølið. Próvtøkuspurningurin er um ávís evni í pensum. Uttanseturs próvdøming eftir galdandi próvtalsstiga.
Ábyrgd
Kári á Rógvi