2422.11 - At skriva serritgerð í lóg. Stakskeið í løgfrøði - masterstig.


Skeiðsnummar
2422.11
Heiti
At skriva serritgerð í lóg. Stakskeið í løgfrøði - masterstig.
ECTS
5
Endamál
At fyrireika lesandi at skriva serritgerð (speciali) í løgfrøðifakum. Tey lesandi skulu trygt kunna fara undir at skriva serritgerð vitandi um viðkomandi formlig og tøknilig krøv. Tey lesandi skulu gerast varug við fakligi málini í ritgerðum, tá ið ræður um at seta upp spurdóm, lýsa háttalag, skipa, tilvísa í teksti og notum, keldulista, grundgeva retoriskt, logiskt og pragmatiskt, og koma til haldgóðar niðurstøður, umframt nøktandi at vitja øll viðkomandi sløg av heimildum og á hóskandi hátt velja, avmarka og lýsa tær.
Innihald
Tey lesandi skulu undan fakinum hava valt sær evni at skriva um (tó at tey ikki verða kravd at skriva serritgerð um júst hetta evnið). Tey lesandi skulu síðani ganga ígjøgnum týðandi ástøði og praktiskar forskriftir fyri lógkønari skriving alment og serliga ritgerðum. Út frá valda evninum skal so tilfar savnast og skipast samsvarandi haldgóðum háttalagi. Tey lesandi skulu loksins skriva lýsing av ætlaðari serritgerð við spurdómi, háttalagi, skipan og keldulista.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað við læraraframløgum og studentaframløgum. Tey lesandi skulu greiða frá ætlanum og háttaløgum.
Próvtøkuháttur
Tey lesandi skulu lata inn lýsing av serritgerð við evnislýsing, skipan og keldulistum. Døming er innanhýsis staðið/ikki staðið.
Ábyrgd
Kári á Rógvi