2427.14 - Úrskurðarsavn – sjálvlestrarskeið í lóg


Skeiðsnummar
2427.14
Heiti
Úrskurðarsavn – sjálvlestrarskeið í lóg
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor prógv ella samsvarandi við nóg mikið av løgfrøði
Endamál
At skipa teldutøkt úrskurðasavn. Tann lesandi skal við fyrimynd í savninum í felagsverklóg á www.fg.fo og øðrum søvnum í Føroyum ella aðrastaðni sýna fatan sína av týdninginum av úrskurðum fyri lóg mentað í venju við at savna og skipa úrskurðir á onkrum viðkomandi lógarøki. Tann lesandi skal ávísa og fata týdningin ið skrásetingarskjøl, leitiskipanir, leitiparametur, lýsingar og leitorð, umframt javnvág millum almannakunngerð og ókunnugerð hava fyri rættarstøðuna og innlit í hana.
Innihald
Skeiðið krevur, at tann lesandi hevur umstøður til sjálvlesturs antin sum starvslesandi ella á annan hátt sleppur fram at úrskurðum og síðani fær umstøður at skipa teir í teldutøkt úrskurðarsavn. Úrskurðir skulu skrásetast við øllum viðkomandi dátum til eyðkennis og leitan umframt neyðuga lýsing og miðvís leitorð. Afturat úskurðarsavninum verður vegleiðing skrivað at lætta um bæði dagføring og atgongd fyri framtíðina. Tann lesandi kann fáa høvi at greiða frá savninum.
Læru- og undirvísingarhættir
Sjálvlestur við leiðbeining eftir tørvi og helst í samstarvi við stovn ið umsitur viðkomandi úrskurðir. Tann lesandi skal koma við ítøkiligum uppskoti og kann tá fáa góðkenning við nærri treytum eins og serstaka freist fyri meting.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu: -Savna, skráseta og lýsa nøktandi tal av umboðandi úrskurðum. -Samstarva við viðkomandi stovn at skipa teldutøkt savn. -Sýna fatan av venjulóg og menning av lóg í verki. -Greina úrskurðir í nøktandi miðvísum lýsingum. -Leggja fram og føra próvgrundir við javnvág og fatan av ymsum fatanum, tulkingarrúmd og menning av økinum. -Leggja fram og føra próvgrundir við fatan av praktiska týdninginum av teim ymsu fatanunum, rákunum og venjunum. -Miðla og orða vitan og framløgu fakliga og málsliga vandaliga merkt av greiðari skipan og høpi.
Próvtøkuháttur
Uttanseturs próvdøming (saman við vegleiðara) Skrivlig meting av teldutøkum savni, vegleiðing og øðrum hjáløgdum skjølum eftir munnliga framløgu.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Tann lesandi skal gera lista yvir teir úrskurðir, sum tiknir eru við, og vísa á viðkomandi bókmentir, teirra millum onkra lærubók, løgfrøðiligar og aðrar greinar og vísa á heimildargrundarlagið ið úrskurðirnir byggja á.
Ábyrgd
Kári á Rógvi