2428.14 - Stovnslýsing – sjálvlestrarskeið í lóg


Skeiðsnummar
2428.14
Heiti
Stovnslýsing – sjálvlestrarskeið í lóg
ECTS
10
Endamál
At veita lýsandi og greinandi kanning av týðandi stovni við løgdømi í Føroyum. Tann lesandi skal lýsa og greina heimildarlóg og viðtøkur hjá stovninum, umframt at savna, lýsa og ella greina forarbeiðir, fakliga umrøðu, venju og uttanhýsis roynd hjá stovninum. Tann lesandi skal hartil sýna fatan sína av týdninginum av ymsu lókeldunum fyri virksemi stovnsins og samstundis benda á týdning stovnsins uttanfyri smala løgfrøðiliga økið.
Innihald
Skeiðið krevur, at tann lesandi hevur umstøður til sjálvlesturs antin sum starvslesandi ella á annan hátt sleppur fram at tilfari og síðani fær umstøður at skipa tilfarið teldutøkt ella annars byggja á tøk úrskurðarsøvn, algongdar dátur ella tilsagt innlit. Tilfar má skrásetast við øllum viðkomandi eyðkennum og leitorðum. Frágreiðingin má kunna gerast almannakunnug.
Læru- og undirvísingarhættir
Sjálvlestur við leiðbeining eftir tørvi og helst í samstarvi við stovn ið umsitur viðkomandi úrskurðir. Tann lesandi skal koma við ítøkiligum uppskoti og kann tá fáa góðkenning við nærri treytum eins og serstaka freist fyri innlating og meting.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu: -Savna, skráseta, lýsa og greina nøktandi tal av umboðandi lógum, avgerðum, greinum, úrskurðum og øðrum skjølum. -Samstarva við viðkomandi stovn ella annars nýta netverk og viðkomandi samstarv. -Sýna fatan av venjulóg og menning av lóg í verki. -Greina úrskurðir í nøktandi miðvísum lýsingum. -Leggja fram og føra próvgrundir við javnvág og fatan av ymsum fatanum, tulkingarrúmd og menning av økinum. -Leggja fram og føra próvgrundir við fatan av praktiska týdninginum av teim ymsu fatanunum, rákunum og venjunum. -Miðla og orða vitan og framløgu fakliga og málsliga vandaliga merkt av greiðari skipan og høpi.
Próvtøkuháttur
Uttanseturs próvdøming (saman við vegleiðara) Skrivlig meting av frágreiðingini og øðrum hjáløgdum skjølum.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Tann lesandi skal gera lista yvir tað tilfar, sum tikið er við, og vísa á viðkomandi bókmentir, teirra millum onkra lærubók, løgfrøðiligar og aðrar greinar og vísa á heimildargrundarlagið ið úrskurðirnir byggja á.
Ábyrgd
Bárður Larsen