2448.18 - Substatsligar stjórnarskipanir


Skeiðsnummar
2448.18
Heiti
Substatsligar stjórnarskipanir
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor prógv ella samsvarandi við nóg mikið av løgfrøði ella stjórnmálafrøði
Endamál
Høvuðsendamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi eina breiða innleiðslu til ástøði og venju um stjórnarskipanir og konstitutionalismu í sambandi við samfeløg, sum eru ella vóru partar av størri politiskum samveldi, íroknað føroyska stjórnarskipanararbeiðið. Skeiðið leggur eisini dent á stjórnarrættarlig ástøði, og ástøði um grundlógartulking v.m.
Innihald
Nógvar av bókmentunum um stjórnarskipanarrætt og stjórnarskipanarfrøði snúgva seg um stjórnarskipanir hjá londum, sum uttan iva eru fullveldisríki eftir altjóða lóg. Hetta skeiðið fer hinvegin at viðgera stjórnarskipanir hjá deileindum í samveldisríkjum og hjá londum og økjum, sum hóast tey eru partar av sokallaðum eindarríkjum, hava ymiskar heimastýris- og sjálvstýrisskipanir. Harumframt hyggja vit eisini eftir søguligum dømum um stjórnarskipanir, ið vórðu samtyktar, meðan eindin enn var partur av samveldi ella eindarríki, men sum í dag eru stjórnarskipanir hjá fullveldisríkjum. Føroyska stjórnarskipanartilgongdin verður viðgjørd í ljósinum av innlitinum, ið ástøði og samanberandi tilfar gevur. Tey lesandi gerast eisini kunnug við meira almenna stjórnarskipanarfrøði, millum annað ástøði um tulking og útfylling av stjórnarrættarligum skjølum og samanberandi tilfari. Komið verður eisini inn á viðurskiftini millum eina substatsliga stjórnarskipan og stjórnarskipanina hjá samveldinum. Úrskurðir verða brúktir til at lýsa viðkomandi evni.
Læru- og undirvísingarhættir
36 tímar, skipaðir sum fyrilestrar og møguligar venjingar, umframt at tey lesandi møguliga hava framløgur.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu: • Vísa eina gjølliga fatan av ástøði og venju viðvíkjandi substatsligum stjórnarskipanum. • Verða før fyri at hugleiða um innbygdu hierarkisku spenningarnar millum substatsligu stjórnarskipanina og stjórnarskipanina hjá samveldinum. • Skilja munin millum tulking og útfylling og verða før fyri at hugleiða um stjórnarrættarligan tekst og doktrin, herundir um mun á menning av rættarstøðu á samveldis- og substatsligum stigi. • Verða før fyri at greiða frá mynstrum í substatsligum stjórnarskipanum og útleiða møguligar normativar niðurstøður frá hesum. • Skilja munin millum søguliga treytað og logiskt neyðug viðurskifti í kjaki um stjórnarskipanarrætt og stjórnarskipanarfrøði. • Lýsa og greina møguleikarnar fyri, at ein substatslig stjórnarskipan kann mennast til eina stjórnarskipan fyri eitt fullveldisríki. • Verða før fyri at samskifta hesa vitan og vísa hesar førleikar sannførandi, skynsamt og við dyggum yrkisligum støði.
Próvtøkuháttur
Innanhýsis próvdøming.Skrivlig avrik telja 1/3 av próvtalinum, og ein munnlig próvtøka telur 2/3.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tilfar, sum er tøkt á Moodle framman undan undirvísing.
Ábyrgd
Kristian Joensen