Skriva út

M.A. í løgfrøði

Master of Arts in Law
  • Lestrartíð 2 ár
  • Deild Søgu og samfelagsdeildin (SSD)
  • Tal á Lesandi Uml. 20
  • ECTS 120
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 600 DKK/ECTS (Stakgreinir)

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at geva tí lesandi førleikar á høgum stigi í løgfrøði. Tey útbúnu skulu fata og kunna greina lóg og løgfrøði við atliti at røð av løgfrøðiligum evnum, eitt nú lóg hjá smáum løgdømum í samveldisstøðu.

Bygnaður

Útbúgvingin tekur 2 ár og fevnir um 120 ECTS. Hvørt ár er býtt í tvær lestrarhálvur, 30 ECTS hvør. Seinastu lestrarhálvu er MA-ritgerðin, ið telur 30 ECTS.

Útbúgvingin er samansett av dogmatiskum lógkunnleika, løgfrøðiligari fatan og háttalagi og kontekstualiserandi skeiðum. Býtið er:

  • Dogmatiskur lógkunnleiki: 50 ECTS
  • Løgfrøðilig fatan og háttalag: 20 ECTS
  • Kontekstualiserandi skeið: 20 ECTS

Høvuðsritgerðin á 30 ECTS kann vera í øllum trimum fakligu evnum nevnd omanfyri.

Dogmatiskur lógkunnleiki er siðbundin gjøgnumgongd av lógkeldum á ávísum evnisligum øki, tulkan og brúki teirra.

Løgfrøðilig fatan og háttalag er djúp fatan og greinan av løgfrøðiligum háttalagi, umframt almennur akademiskur førleiki tillagaður løgfrøðiligt høpi.

Kontekstualiserandi skeið hava til endamáls at seta føroysku rættarstøðuna í høpi og geva tí lesandi eina fatan av, hvussu rættarstøða og rættarskipan er treytað av ymiskum politiskum, mentanarligum og søguligum kringumstøðum.

Ritgerð skal vera 30 ECTS. Skal sýna løgfrøðiliga fatan á høgum støði.

Býtið ávísu lestrarhálvurnar er sum víst í yvirlitinum niðanfyri:

1. lestrarhálva

 

2. lestrarhálva

 

 

 

3. lestrarhálva

 

4. lestrarhálva

 

  

 

 

Samanberandi rættur (krav)

10 ECTS

 

 

 

Fyrisitingar-rættur (krav)

10 ECTS

 

 

 

 

Føroysk løgsøga (krav)

10 ECTS

 

 

Master-ritgerð 30 ECTS

 

 

 

Valskeið

10 ECTS

 

 

Løgfrøðilig fatan (krav)

10 ECTS

 

 

Lóggávulæra

10 ECTS

 

 

 

 

 

 

Valskeið

10 ECTS

 

 

Valskeið

10 ECTS

 

 

Valskeið

10 ECTS

 

 

 

 

Innihald

Av tí, at býtið av teimum 90 ECTS-stigunum er so, tá sæð verður burtur frá ritgerðini, at øll háttalagslig og kontekstualiserandi skeið (40 ECTS í alt) eru kravd skeið, má ein javnvág finnast móti dogmatisku skeiðunum. Hetta verður gjørt so, at øll tey fýra skeiðini, sum eru valskeið, mugu vera dogmatisk skeið. Samanlagt gerast dogmatisku skeiðini tískil fimm í tali (saman við fyrisitingarrætti, sum er kravskeið).

Miðað verður móti altíð at hava minst tvey valskeið tøk, har eitt skal veljast, og í minsta lagi trý tøk, har tvey skulu veljast.

Valskeiðini verða tikin av hesum listanum yvir skeið, sum hava verið, og øll kunnu koma aftur alt eftir, nær undirvísarar eru tøkir, og nær studentagrundarlagið er til staðar:

  • Almennur setanarrættur.
  • Barnarættur.
  • Brúkaralóg.
  • Byggi- og skipanarrættur.
  • Fíggjarrættur.
  • Fiskiveiðurættur.
  • Heilsurættur.
  • Hjúnaskilnaðarrættur.
  • Kirkjurættur.
  • Føroyskur kollektivur arbeiðsrættur.
  • Føroyskur kommunurættur
  • Peningastovnsrættur.
  • Sosialrættur.
  • Havrættur.
  • Mannarættindi.
  • Føroyskur stjórnarskipanarrættur I.
  • Føroyskur stjórnarskipanarrættur II.
  • Sivilur rættargangur.
  • Altjóðarættur.
  • ES-rættur.
  • Altjóða privatrættur.

Próvtøkur

Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru vanliga í desember og januar, summarpróvtøkur eru vanliga í mai og juni. Skipað verður fyri endurpróvtøku og sjúkrapróvtøku um várið og um heystið

Royndar-/metingarhættirnir eru øðrvísi enn vanligi hátturin við roynd í endanum av hvørjum skeiði, ið telur fyri 100 % av próvtalinum. Heldur verða meira samansettar royndir, mangan spjaddar yvir alt undirvísingarskeiðið, og/ella verkætlanir í ymiskari stødd og ymiskum samansetingum, so sum: munnlig roynd, skrivlig heimauppgáva eftir egnum vali, bundin heimauppgáva, fleirvalaroynd ella eitt bland millum hesi.

Upptøkutreytir

Upptøka er 2. hvørt ár frá 2023 at rokna. Umsøkjarar mugu hava bachelor við nóg mikið av løgfrøði. Nær umsøkjari hevur nóg mikið av løgfrøði verður ein ítøkilig meting, men vegleiðandi kann sigast, at kravið er lokið, um umsøkjari hevur havt minst 20 ECTS av løgfrøðiskeiðum á bachelor. Kravið um nóg mikið av løgfrøði kann eisini lúkast við viðkomandi royndum frá umsiting, leiðslu á stovni ella fakfelag o.s.fr.

Týðandi er at lýsa og skjalprógva førleikar og royndir.

Harumframt skulu allir umsøkjarar til upptøkuroynd, ið má standast við próvtalinum 7. Upptøkuroyndin er saman við umsøkjarum til bachelor í lóg og verður hildin mikudag 28. juni kl 10-16 á veghædd á Søgu- og samfelagsdeildini, Jónas Broncksgøta 25, 100 Tórshavn.

Les nærri um upptøkuroyndina her.

Umsøkjarar kunnu eisini, um hetta verður mett neyðugt, verða bidnir um at koma til samrøðu ein av døgunum tíðliga í juli.

Til ber at søkja um upptøku her.

Framtíðarmøguleikar

Útbúgvin skulu kunna taka við størvum í almennari fyrisiting og privatari vinnu, har kravið er løgfrøði ella samsvarandi hægri útbúgving.

Framhaldandi útbúgving

Løgfrøðingar við hesi útbúgving hava førleika at fara undir ph.d. í lóg ella samsvarandi.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara á Søgu- og samfelagsdeildini (kirstinr@setur.fo) ella við at venda sær til Bárð Larsen, útbúgvingarleiðara, bardurl@setur.fo

Til ber væntandi aftur at søkja hesa útbúgving

1. mars 2025

Serkrav

Um umsøkjari ikki hevur bachelor prógv frá Setrinum, má viðkomandi svara nøktandi uppá eina upptøkuroynd. Les nærri um upptøkuroyndina HER.

Skeiðslýsingar
Meira
Føroyskt Lógarrit (FLR)
Meira