2167.20 - Metodologi í Masterlæru
Skeiðsnummar
2167.20
Heiti
Metodologi í Masterlæru
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor í søgu, samfelagsvísindum, politikki og umsiting ella samsvarandi útbúgving.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva lesandi innlit í ontologiska og epistemologiska grundarlagið og høvuðsevnini í Masterlæru.
Innihald
• Týdningin av søgu og samfelagsvísindum í samfelagnum og sambandið millum søgu og samfelagsvísindi.
• Metodologiskar siðvenjur á ymiskum akademiskum økjum.
• Tvørvísindaligt, praksisrættað og problemgrundað arbeiði.
• Metodologisku avleiðingunum av tvørvísindum, problemgrundaðum og refleksivum vísindum.
• At gera ein profil og skriva Masterlæru-avtalu.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er grundað á eina samanseting av fyrilestrum, seminarvirksemi og bólkaarbeiði.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal lesandi vera før/ur fyri:
• At greiða frá dynamiska sambandinum millum vísindi og samfelag.
• Kristiskt og refleksivt meta um metodologiskar tilgongdir og háttaløg, og hóskandi sett saman við samfelagsliga viðkomandi ástøði og spurdóm.
• At skipa hugsanir um vísindaliga framleiðslu og eftirmeting av dátum.
• Reflektera um etisk viðurskifti í metodologi og av framleiðsluni av vísindaligari vitan sum heild.
Próvtøkuháttur
Skrivlig einstaklingauppgávs. Ein treyt fyri próvtøkuni er, at tann lesandi hevur skrivað og latið inn sína Masterlæruavtalu (3-4 síður skrivligt skjal).
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin er tøkur á Moodle.
Ábyrgd
Erika Anne Hayfield