2480.17 - Masterlæruritgerð
Skeiðsnummar
2480.17
Heiti
Masterlæruritgerð
ECTS
30
Fortreytir
90 ECTS, ið eru góðkend innan masterlæruskipanina.
Endamál
Endamálið við masterritgerðini er, at tann lesandi vísir víðkaðar refleksivar førleikar í problemorienteraðum og tvørvísindaligum arbeiðsháttaløgum. Hetta skal verða knýtt at einum viðkomandi akademiskum spurningi innan hansara/hennara fakøki og sjálvvalda evnisøki.
Innihald
Vitan um:
Verklig og týðandi mál innan týðandi samfelagslig øki
Greining av samfelagsligum evnum við víðkaðari nýtslu av vísindaligum háttaløgum og ástøði.
Víðkað og týðilig ástøðilig sjónarmið, sum geva betri fatan av samfelagsligum fyribrigdum.
At meistra og skipa problemorienteraðar greiningar
Læru- og undirvísingarhættir
Masterlæru ritgerðin verður framd sum einstaklinga- ella bólkaarbeiði.
Rannsóknarevni og kanningarætlan skal góðkennast av útbúgvingarleiðaranum. Evni og kanningarætlan skal leggja dent á og endurspegla vísindaøkið hjá tí lesandi umframt hansara/hennara serkunnleikaøki.
Gjøgnum semestrið verður skipað fyri seminarum, sum stuðla ritgerðararbeiðinum. Harumframt fáa lesandi tillutað vegleiðing til ritgerðina.
Læruúrtøka
Lesandi skal verða før/ur fyri at:
Finna og miðla viðkomandi trupulleikar úr einum
vísindaligum sjónarhorni og á hesum grundarlag, vandaliga og sjálvstøðugt greina viðkomandi spurningar.
Vísa víðkaðar førleikar í at viðgera mál úr fleiri sjónarhornum og lýsa torgreiddar støður.
Uppbyggja greiningar, sum viðgera spurningar, ið vitan væntar um, við at brúka viðkomandi ástøðisáðskoðanir og hugtøk
Gera eina víðkaða og álítandi akademiska greining av einum týðandi spurningi, sum fevnir um tað ástøðiliga, metodologiska og tøkniliga.
Sannførandi finna og kjakast um verkligu og ástøðiligu avleiðingarnar, sum standast av greiningini.
Sannførandi kjakast um vísindalig og týðandi evni við áhugapartar.
Greiða frá torgreiddum vísindaligum og týðandi evnum í einum álítandi og hóskandi skrivligum teksti og øðrum miðlum.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í ritgerðini.
Longdin á ritgerðini er:
• Ein lesandi: Í mesta lagi 31.500 orð
• Tvey lesandi: Í mesta lagi 40.500 orð
• Trý lesandi: Í mesta lagi 50.000 orð
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin er individuellur. Lesandi skal sjálv/ur útvega bókmentir, sum eru viðkomandi fyri hansara/hennara masterlæruritgerð.
Ábyrgd
Gestur Hovgaard