6111.23 - Umhvørvissøga
Skeiðsnummar
6111.23
Heiti
Umhvørvissøga
ECTS
10
Fortreytir
BA í søgu, samfelagsvísindi, politikki og umsiting ella líknandi útbúgving.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at lesandi ogna sær grundleggjandi vitan, hugtøk og analytisk amboð at skilja søguligu fortreytirnar fyri teimum umhvørvistrupulleikum vit hava í dag, eins og førleikar at lýsa og greina broytingar í náttúru, mentan, samfelag og politikki úr umhvørvissøguligum sjónarhorni, og hvønn týdning hesar broytingar hava fyri langtíðar burðardygd og vælferð.
Innihald
• Grundleggjandi hugtøk og tilgongdir í umhvørvissøgu.
• Menningin av umhvørvissøgu sum vísindagrein.
• Global umhvørvissøga.
• Umhvørvisdeterminisma og mentanardeterminisma í søgufatan.
• Náttúrufatanir, búskapur og umhvørvisbroytingar gjøgnum tíðina.
• Burðardygd, vælferð og umhvørvisbroytingar í langtíðar sjónarhorni.
• Modernitetur, orka, nýtsla og veðurlagsbroytingar.
• Landbúnaður/fiskivinna og umhvørvi.
• Imperialisma og umhvørvi.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við fyrilestrum, framløgum frá lesandi, og smærri bólka- og kjakvenjingum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið skulu lesandi megna at:
• Greiða frá hvussu umhvørvissøga er ment sum tvørvísindalig vísindagrein, serliga seinastu hálvu øldina.
• Greiða frá høvuðstilgongdunum innan umhvørvissøgu.
• Lýsa hvønn týdning og leiklut mentan og náttúrufatan hava á búskaparligar mannagongdir og á ymiskar hættir at troyta náttúru.
• Lýsa og greina hvussu umhvørvisbroytingar søguliga hava ávirkað samfelag, politikk og mentan og umvent.
• Lýsa og greina samanhangir millum burðardygd, vælferð og umhvørvi úr langtíðar sjónarhorni.
• Lýsa og greina, úr umhvørvissøguligum sjónarhorni, eitt sjálvvalt evni.
Próvtøkuháttur
Munnlig verja av skrivligari heimauppgávu.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Pensum er umleið 1500 síður.
Ábyrgd
Ragnheiður Bogadóttir