6336.24 - Demokrati, valskipanir og veljaraatferð


Skeiðsnummar
6336.24
Heiti
Demokrati, valskipanir og veljaraatferð
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor í søgu, samfelagsvísindi, stjórnmálafrøði ella samsvarandi útbúgving.
Endamál
At tann lesandi fær eina gjølliga fatan av demokrati sum ástøði, hugtaki og fyribrigdi, og hvussu hetta virkar í praksis.
Innihald
Á hesum skeiði fara vit at viðgera, hvat demokrati er fyri eitt fyribrigdi, hvar tað kemur frá, og hvussu demokrati verður fatað í dag. Vit fara aftur í gamla Grikkaland har demokratiið tók seg upp og viðgera, hvussu fatanin av demokratii hevur broytt seg gjøgnum tíðina. Dentur verður lagdur á ymisku fatanirnar av demokratii (t.d. liberalt-, konstitutionelt-, republikanskt-, og deliberativt demokrati), ástøði og myndlar um demokrati, og hvussu demokratiskar institutiónir virka í praksis. Í seinnu helvt av skeiðnum fara vit at greina umboðan, val og valskipanir. Hvørja ávirkan hevur valskipanin á, hvussu tingsessir vera býttir, og hvussu valt verður? Hvørja ávirkan hevur eitt nú kyn, aldur, bústaður og inntøka á, hvussu tú velur, og hvussu ávirkar valstríðið veljaraatferð? Valúrslit verða greinaði, aktuell val verða eygleidd, og viðgjørt verður, hvussu ein veljarakanning kann skipast. Eisini verður hugt at hugtakinum umboðan, og vit viðgera demokratiskar avbjóðingar í 21. øld.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er 30 tímar og verður skipað sum fyrilestrar, bólkaarbeiði og framløgur hjá lesandi.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi verða før/ur fyri at: • Greiða frá, hvat demokrati sum stýrisskipan er, og hvar tað hevur sín uppruna. • Lýsa ymisku fatanirnar av demokratii, ið eru viðgjørdar á skeiðnum, og meta um teirra styrki og veikleikar. • Greina, hvussu demokrati virkar við støði í vitan um myndlar og ástøði um demokratiskar skipanir og stovnar. • Greiða frá leiklutinum hjá politiskum leikarum í einari demokratiskari skipan. • Meta um og samanbera valskipanir, og at hava eina ástøðiliga tilgongd til veljaraatferð. • Meta um viðkomandi demokratiskar spurningar í nútíðarsamfelagnum á ein tilvitaðan og grundaðan hátt, og at kunna greina valúrslit og umboðan. • Sjálvstøðugt brúka tey ástøði og myndlar, tey hava lært um á skeiðinum, til at greina og meta um aktuell og viðkomandi viðurskifti í nútíðarsamfelagnum.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka (5 tímar), umframt ein skrivlig uppgáva (millum 3.000-5.000 orð), sum verður skrivað einsæris. Tann lesandi velur evni í samráð við undirvísaran. Skrivliga próvtøkan telur helvtina av samlaða próvtalinum, og heimauppgávan telur hina helvtina.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Áleið 1000 síður.
Ábyrgd
Jógvan Dalbø Hansen