6342.24 - Masterritgerð


Skeiðsnummar
6342.24
Heiti
Masterritgerð
ECTS
30
Fortreytir
BA-stig í samfelagsvísindum, stjórnmálafrøði ella søgu (ella samsvarandi førleikar)
Endamál
Endamálið við masterritgerðini er at skriva eitt sjálvstøðugt vísindaligt verk um eitt útvalt evni. Fyri at røkka hesum endamáli skal hin lesandi vísa í verki, at hann/hon dugir vísindaligt handverk, tvs. sjálvstøðugt at brúka ástøði, háttaløg og analysu í mun til ein útvaldan spurdóm.
Innihald
Innihaldið byggir á individuella vegleiðing í mun til ástøði, metodu og analysu – í ljósinum av einum útvaldum evni. Umframt fakligt innihald verður ljós eisini varpað á formligar reglur, akademiskt handverk, etisk viðurskifti o.s.fr.
Læru- og undirvísingarhættir
Individuell vegleiðing og einstøk seminar.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt, skulu lesandi vera før fyri at: - Eyðmerkja eitt útvalt akademiskt evni, sum ber eina masterritgerð - Orða ein góðan og hóskandi akademiskan spurdóm, sum ber eina masterritgerð - Eyðmerkja og viðgera viðkomandi vísindaliga gransking um valda evnið - Reflektera um vísindaástøðilig viðurskifti í sambandi við valda evnið - Velja út og brúka viðkomandi háttaløg í framleiðsluni av nýggjari vitan - Viðgera data á ein sjálvstøðugan hátt og í ljósinum av verandi gransking - Draga sjálvstøðugar niðurstøður við støði í egnari gransking
Próvtøkuháttur
Skrivlig heimauppgáva og munnlig próvtøka, sum byggir á ritgerðina. Longd fyri ein lesandi: 27.500 - 31.500 orð Longd fyri tvey lesandi: 37.500-40.500 orð Longd fyri trý lesandi: 47.000-50.000 orð
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Sjálvvaldur lestrarlisti
Ábyrgd
Heini í Skorini