2463.22 - Politikkur og umsiting og vælferð í smátjóðum og oyggjasamfeløgum.


Skeiðsnummar
2463.22
Heiti
Politikkur og umsiting og vælferð í smátjóðum og oyggjasamfeløgum.
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor í søgu, samfelagsvísindi, politikki og umsiting ella samsvarandi útbúgving.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi víðkaðar førleikar at viðgera hugtøk og ástøði í politikki og umsiting í mun til vælferð í smátjóðum og oyggjasamfeløgum.
Innihald
Við útgangsstøði í smátjóðum og oyggjasamfeløg: • Týdningarmikil hugtøk og ástøði um smátjóðir og oyggjasamfeløg. • Hugtøk og ástøði um relasjónirnar ímillum løgting, landsstýrið, fyrisiting og sivilsamfelagið. • Úrvald hugtøk og ástøði um vælferð og hvussu vælferð kann mátast. • Úrvald hugtøk og ástøði um vælferð í politiskum skipanum. • Úrvald hugtøk og ástøði um nútímans umsiting av vælferð. • Leiklutin hjá politiskum áhugabólkum. • Úrvald evni um demokrati og almenna skipan.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er grundað á eina samanseting av fyrilestrum, framløgu frá lesandi, seminarvirksemi og bólkaarbeiði.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið skal lesandi vera før/ur fyri at: • Miðla munnligt og skrivligt eina tvørvísindaliga fatan á høgum støði av politikki og umsiting. • Greina og kjaka týdningarmiklu tættirnar í politikki og umsiting í einum vælferðarsamfelagi. • Samanbera og greina ymisk ástøði og ymiskar ástøðiligar tilgongdir í mun til politikk, umsiting og vælferð. • Staðfesta og allýsa ítøkiligar trupulleikar og háttaløg í mun til at greina politikk, umsiting og vælferð. • Reflektera um omanfyrinevndu viðurskifti í mun til smátjóðir og oyggjasamfeløg.
Próvtøkuháttur
Munnlig framløga í bólki um útvalda vísindaliga grein, sum verður mett staðið/ikki staðið. Tíðarbundin skrivlig einstaklingauppgáva á í mesta lagi 5.000 orð. Lesandi skulu standa báðar partar fyri at standa alt skeiðið.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin verður útvegaður á Moodle.
Ábyrgd
Erika Anne Hayfield