2163.18 - Politikkur og umsiting í smátjóðum og oyggjasamfeløgum


Skeiðsnummar
2163.18
Heiti
Politikkur og umsiting í smátjóðum og oyggjasamfeløgum
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor í søgu, sosalvísindi og samfelagsplanlegging, politikki og umsiting ella samsvarandi útbúgving.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva teimum lesandi víðkaðar førleikar at viðgera hugtøk og ástøði í politikki og umsiting í smátjóðir og oyggjasamfeløg
Innihald
Við útgangsstøði í smátjóðir og oyggjasamfeløg:  Týdningarmikil hugtøk og ástøði um smátjóðir og oyggjasamfeløg  Úrvald hugtøk í ástøði um politikk og umsiting.  Úrvald hugtøk og ástøði um klassiska og modernaða leiðslu í politiskum skipanum.  Úrvald hugtøk og ástøði um nútímans umsiting.  Úrvald empirisk øki um politiskar áhugabólkar og fjølmiðlar  Úrvald empirisk øki um almenna skipan, umsiting og leiðslu.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er grundað á eina samanseting av fyrilestrum, seminarvirksemi og bólkaarbeiði.
Læruúrtøka
Lesandi skal verða før/ur fyri at:  Orða og miðla eina tvørvísindaliga fatan á høgum støði av politikki og umsiting.  Greina og diskutera týdningarmiklu leiklutirnar hjá politikki og umsiting í modernaðum/seinmordernaðum samfeløgum.  Velja vælgrundað millum ymisk ástøði og ymiskar ástøðiligar tilgongdir, og hvussu hesar í praksis kunnu nýtast til at fata leiklutin hjá institutiónum og felagsskapum at menna samfeløg.  Finna og allýsa ítøkiligar trupulleikar og háttaløg í politikki og umsiting, sum hava týdning fyri at fata modernaðar institutiónir og felagsskapir.  Skilja og hugsa um institutionellar og fyriskipanarligar broytingar  Hugsa um (umrøða) omanfyrinevndu viðurskifti í mun til smátjóðir og oyggjasamfeløg.
Próvtøkuháttur
Tiðarbundin skrivlig einstaklingauppgáva (4-5.000 orð)
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentalistin verður útvegaður á Moodle