Skriva út
Masterlæruverkætlan
Tann námsvísindaligi grundarsteinurin fyri Masterlæruskipanina er, at vit læra best í einum lærufelagsskapi. Masterlæruverkætlanin verður sostatt mett at hava stóran týdning fyri fakligu menningin hjá tí einstaka.
Fyrstu lestrarhálvuna er Masterlæruverkætlanin bygd upp soleiðis, at lesandi arbeiða saman í stórbólki, tvørtur um fakøki við støði í einum yvirskipaðum tema. Í stórbólkinum fer ymiskt felagsvirksemi fram, eitt nú framløgur og kjak o.a., fyri at menna og stuðla arbeiðinum.
Masterlæruverkætlanin kann skrivast í bólki ella einsæris, har lesandi eru í einum dynamiskum samspæli við hvønn annan.
Masterlæruverkætlanin fevnir um 10 ECTS.
Læruúrtøkur:
- At finna og seta orð á evnisligar trupulleikar úr einum vísindaligum/akademiskum sjónarhorni.
- At greina ein viðkomandi trupulleika við at nýta viðkomandi ástøði og hugtøk.
- At síggja og viðgera praktiskar avleiðingar, sum koma fram í greiningini.
- Førleikan at kjakast um vísindaligar spurningar við granskarar og áhugapartar.
- Førleikan at miðla vísindaligar spurningar í einum álítandi og nøktandi teksti.
- At skriva eina javnlíkametta vísindaliga grein í tráð við vanliga siðvenju.